Skip to main content

Posts

Frá lynsjing til skúladráp

Saman við essayistinum Frank Wu arbeiðir fotografurin Benjamin Rasmussen, sum sæst omanfyri, við bókini The Good Citizen , ið kavar í eitt amerikanskt tjóðskaparligt trauma, og leitar eftir ábendingum og orsøkum til ógvusligu skottilburðirnar, sum síðan 1999, hava fingið tilsipandi heitið, evfemismuna, Columbine , sum í dag merkir skúladráp, school shooting.  Í bókini hevur Benjamin avmyndað Sue Klebold, ið er mamma annan drápsmannin. - The guilt one feels doesn’t fit in a room, it’s so huge, sigur mamman.  - Við undirheitinum "Photographs and essays exploring how American society came to be what it is today", hyggja vit í bókini The Good Citizen eftir sambandinum millum søguliga harðskapin í lynsjing í amerikansku suðurstatunum, og hvussu tann atferðin flutti inn um dyrnar í skúlanum og skapti skúladráp. Tað var í eini grein í Rolling Stone, at eg varnaðist bókina hjá Benjamin. Kenda amerikanska tónleikablaðið hevði portrettmynd av yvirlivaranum Ivy Schamis, sum Benjamin he

Bjórbústaður og øllokalisering

Í seinastuni havi eg varnast ølbryggj, sum poppar upp, har tú minst væntaði tað. Ja, tað er sum ein ítøkiligjørd forðarenning, Hindernislauf í Bayern ella steeplechase fyri ølkuskar á bretskum rossum í hoyna, skalt tú smakka alt.  Fyrst var tað í Gásadali, har tey brúka vatn úr Múlafossi at gera samnevnda ølið, ið er írsktreytt, Biskupskelda sunnan úr Vági, sum eg ikki havi smakkað enn, og so Kumlum, sum tey við støði í lokala strandanavninum selja á Strondum, og nú ætla at foredla við vatni úr Sálarbótará. Í øllum førum støð, ið eru burturi frá miðstaðarøkinum og tí fólksliga almenni, sum vit vanliga fata sum part av tí mest fjølbygda, og helst júst tí savna seg um tað stuttflutta, ið bindur fjarlagda staðin saman. Og mitt í ferðafólkabyrjanini poppar nýggja Oy bryggjaríið upp í gamla Timburhandlinum í ídnaðarøkinum uppi á Hálsi í Havn. Ein lokalisering, sum fyrr hevði verið mett sum púra burturvið, tí handilsmannalyndið hevur lært okkum, at pengar skulu kroystast skjótast gjørligt bu

Nýggir føroyskir pengar til miðil

Mads Brügger er stjóri í Frihedsbrevet, sum hevur fingið stuðul til miðlavirksemi frá Niels Heina Mortensen í Havn (Foto: Finn Frandsen, Scanpix) Danski útvarpsskemtarin og avdúkandi journalisturin, Mads Brügger, hevur fingið 19 nýggjar milliónir at spæla sær við undir heitinum Frihedsbrevet, har hann er stjóri.  Millum stóru íleggjararnar er føroyski Niels Heini Mortensen, sum síðan 2007 hevur rikið holdingfelagið NM við adressu í Havn. Tað upplýsir danska Ekstrablaðið, sum umframt Niels, ið hevur sett hálva aðru millión í verkætlanina, sum byrjaði í fjør, eisini nevnir átta aðrar pengaíleggjarar, ið hava sett so mikið sum fimm milliónir hvør í talgilda danska miðilin. Við blaðið sigur Mads Brügger, at mest selda heimildarsending hjá Danmarks Radio er Muldvarpen, sum hann gjørdi sjálvur. - So eftirspurningurin er har, sigur hann turrisliga við blaðið, sum í mong ár hevur stríðst við bæði leiðslu og blaðsølu. Eftir øllum at døma fer Frihedsbrevet at leggja serligan dent á gott gamalt ú

Egil, Rosengården og pengaørskapur

Innleiðing hjá Una Holm Johannesen til nýggja svenska spælifilmin "Eg eri Zlatan", sum Filmsfelagið vísti í Havnar Bio mikudagin 18. mai 2022: Løtan stendur framvegis ljóslivandi fyri mær, tí tað var fyrstu ferð, at eg veruliga merkti megina í meiningsleysa og meiningsfulla fótbóltsuniversinum. Seinnapartin tann 24. september í 2000 dansaði B36-húsið í Gundadali í sonnum ovfarakæti. Har var tjokkfult av fólki. Himmalfegin stóð eg og klemmaði ein eldri mann, sum eg ikki kendi. Hann geylaði uppøstur við knýttum neva yvir høvd og guvaði dúgliga av sigarrettini. Eg var 10 ár. Tað var grannauppgerð millum B36 og HB. Fimm minuttir frammanundan hevði eg sitið í fullum álvara við afturlatnum eygum og foldaðum hondum og varpað Jesuspápa eitt inniligt ynski. Hetta snúði seg um heiður og æru. Eitt territorium, sum skuldi verjast. Tankin um at skula í Kommunuskúlagarðin dagin eftir, og B36 hevði tapt, meðan HB fór at vinna føroyameistaraheitið, var einki minni enn ótolandi. Eg skal ikki

Summarbjór frá Áka á Strondum

Nú hitastigini vórðu tveysiffrað og summarmjørkin sum amen í kirkjuni legði seg yvir Havnina, fór eg ein túr inn á svalligu Strendur, har sýnið er beint út á opið hav, og nógv nýtt verður bygt niðan í brekkuna móti Hálsatjørn. Men ørindini eru at fara oman í fjøruna at hitta danska Aage Dyssegaard, ið bryggjar øl, sum bara fast til keyps í Urtahavanum. Tað er ein kafé, dygst við Raktanga, sum lýsir seg sjálva við orðunum: ”ein hugnalig kafé Úti við Sker á Strondum. Á matarlepanum er bæði søtt og salt :) og so hava vit eisini onkur tiltøk í skjáttuni!” - Áki, sigur hann klingandi skilliga, tekur fast í hondina og ger mær greitt, at í Føroyum vil hann ikki kallast Aage. Bilsin hoyri eg hann fortelja, at hann undirvísir í rokning á Toftum, er AKT-lærari og brennir fyri trivnaði á skúlanum. Læraraprógvið tók hann í Odense. Tí skuldi hann, eins og 25 onnur, lúka prógv í føroyskum á Setrinum. Tey fimm, ið ikki høvdu føroyskt sum móðurmál, dumpaðu øll. Men seinni gekk betur. Gøtunummurini er

Higartil er Ísland best

Fyrsta umfar í Grand Prix finaluni er liðugt og endaumfarið verður sent í øllum norðurlendskum sjónvørpum, uttan tí føroyska, leygarkvøldið klokkan átta. Stórbæra sjovið, sum altíð er stuttligt at síggja, nú tað kallast Eurovision Song Contest, er í Torino har norðuri í Piemonte í Italia. Vertsskapurin fylgir vinnaranum, sum í fjør var italski rokkbólkurin við danska navninum Måneskin, ið sungu Zitti e buoni , Tig og verð fitt. Evropeiska sangkappingin er heimsins elsta sjov, sum er so stórt. Sjálvur helt eg, at íslendski sangurin Með hækkandi sól var hin besti. Tríggjar systrar, sum eisini kalla seg Systur, framførdu. Lovísa Elísabet Sigrúnardóttir, ið kallar seg Lay Low, eigur sangin. Í Íslandi er tað sum í russiskum skaldsøgum. Eingin verður kallaður við sínum kristna navni. Fullu nøvnini á Systrunum eru Sigríður, Elísabet og Elín Eyþórsdætur. Í 2011 fóru tær at syngja undir navninum Sísý Ey. Tónleikur er í ættini, mamman er sangarinnan Ellen Kristjánsdóttir, pápin er Mezzofortemaðu

Málfrøðingur skal í Kringvarpið

Í dag veit netmiðilin hjá Kringvarpinum at siga, at ein málfrøðingur eigur at verða settur í starv í Kringvarpinum, tí ætlanin er at javnseta málið við journalistikkin.  Tað er fyrsta av seks tilmælum í einum málpolitikki, sum ein arbeiðsbólkur hevur gjørt fyri Kringvarpið. Hóast eg hvønn dag hoyri donsk heimildarfólk í tíðindasendingunum, onkran dag vóru tey fýra donsk í eini ørstuttari tíðindasending, verður ikki sagt, at brúksmálið í Kringvarpinum er føroyskt. Í arbeiðsbólkinum, sum varð settur í oktober í fjør, vóru Óluva Klettskarð, umboð fyri Føroyamál, Sólva Jónsdóttir, umboð fyri Nám, Ragnar Sigrunarson, umboð fyri Málstovuna, Jón Brian Hvidtfeldt, umboð fyri Felagið Føroysk Miðlafólk, og Solby Christiansdóttir, umboð fyri Kringvarpið. Tað er einki at taka seg aftur í, at Kringvarpið er elsti, breiðasti og týdningarmesti pallur og boðberi tá umræður føroyska mentan í orð og talu til flestu møgulig í landinum.  Hvørki kirkjur, tinghús, festivalar, ella nakar annar staður og tilt

Sjálvtekt í Saksun

Gjaldsportrið hjá eina bóndanum í Saksun er ímyndin av tí illvilja, sum hevur tikið seg upp millum bøndur, ferðavinnumyndugleikar og privatfólk, sum vilja ganga í haganum Í dag boðar tíðindaportalurin in.fo frá, at Kristi himmalsferðardag fara fólk at ganga á portrið í Saksun. Og tað uttan at betala. So má svíða sum svøllurin. Eftir at allir politikarar hava kastað burtur og alment siga, at teir ikki makta uppgávuna, er hetta mest interessanta - og samstundis eisini mest sjálvsagda - sjálvtektsátak eg havi upplivað í Føroya nútíðar søgu. Í Degi og Viku hava vit hoyrt um tað fyrimyndarliga samstarv, sum fyrisiting, sjúkrahúsverk, flutningstænasta og einstaklingar hava, tá umræður nýrasjúklingar, ið hava tørv á dialysu. Tað er ikki smávegis logistikkur, ið skal fáast uppá pláss. Men við innliti, vilja og helst eitt sindur av treiskni, ber tað til. Soleiðis er ikki við gongd í haga. Meðan Visit Faroe Islands hava megnað marknaðarføringsuppgávuna úti í heimi so framúr, at ferðafólkini fyll

Hvat ger Putin mánadagin?

Í Rituvík er ukrainski Oleksandr ørkymlaður. Um eina viku er 9. mai. Tað er gamli ársdagurin fyri russiska sigrinum á Nazitýsklandi í stóra fedralandskrígnum, sum vit vestanfyri kalla seinni veraldarbardagi. Eystanfyri er tað Russland, sum einsamalt vann, og tí skrivar søguna. Tað gera vinnarar altíð, bæði í skúlabókum og almannamiðlum. Púra einsamallir. Men tá er fortreytin, at vit liva í einum fulkomnum einaveldi, sum við sensuri og terror verður dikterað av einum einsamøllum diktatori. Tí forniska slagnum, sum Chaplin lýsti í samtíðarfilminum ”The Great Dictator” longu í 1940. Beint nú ein av heimsins týdningarmestu filmum. Oleksandr fryktar fyri, hvat Putin fer at gera viðvíkjandi Ukraina henda dag.   - Putin segði fyri einum mánaði síðan, at 9. mai fer Russland at hátíðarhalda yvirtøkuna av Ukraina, ella í minsta lagi lyklabýum sum Donetsk, Luhansk og Mariupol við Azovhav. So missur Ukraina havnasambandið har. Og Kherson eisini. Um hesir býir verða yvirtiknir, so vil øll ídnaðarli

Annika Hoydal í Sirkus

Beint nú eiga kvinnur bestu úttrykk í føroyskum tónleiki. Tað byggi eg á trý aktuell dømi. Í fyrsta lagi er tað inngangsrøddin hjá Onnu Katrini Øssursdóttir Egilstrøð í donsku reportsjuni hjá TV2 úr Hvannasundi, sum hóast sekundstutt yvirtrumfar alt eg havi hoyrt í raddardrama av norðurslóðum síðan íslendska Björk kom fram. Í øðrum lagi er tað Dania Tausen, ið eg haldi vera so nógv ta bestu røddina og samlaða úttrykkið í Sement kappingini, sum endaði í Reinsarínum í gjárkvøldið, hóast hon ikki vann fyrstu virðisløn í kappingini, sum var ógvuliga breið, og stundum minti nógv um Prix Føroyar, sum heilt vist hevur verið besta tónleikakapping í mínari tíð. Í triða lagi er tað Annika Hoydal, sum er bæði diva og nestor í einum, nú hon altjóða arbeiðaradagin aftur tekur føroyska tónleikapallin, saman við Benjamin Petersen á gittar, Kim Hansen á klaver og Torleik Mortensen á kontrabass. Tað er hann, Torleik, ið hevur tikið stig til útgávuna, sum ber heitið ”Leysir endar”, sangir hjá Anniku, ið