Mads Brügger er stjóri í Frihedsbrevet, sum hevur fingið stuðul til miðlavirksemi frá Niels Heina Mortensen í Havn (Foto: Finn Frandsen, Scanpix)
Danski útvarpsskemtarin og avdúkandi journalisturin, Mads Brügger, hevur fingið 19 nýggjar milliónir at spæla sær við undir heitinum Frihedsbrevet, har hann er stjóri.
Millum stóru íleggjararnar er føroyski Niels Heini Mortensen, sum síðan 2007 hevur rikið holdingfelagið NM við adressu í Havn.
Tað upplýsir danska Ekstrablaðið, sum umframt Niels, ið hevur sett hálva aðru millión í verkætlanina, sum byrjaði í fjør, eisini nevnir átta aðrar pengaíleggjarar, ið hava sett so mikið sum fimm milliónir hvør í talgilda danska miðilin.
Við blaðið sigur Mads Brügger, at mest selda heimildarsending hjá Danmarks Radio er Muldvarpen, sum hann gjørdi sjálvur. - So eftirspurningurin er har, sigur hann turrisliga við blaðið, sum í mong ár hevur stríðst við bæði leiðslu og blaðsølu.
Eftir øllum at døma fer Frihedsbrevet at leggja serligan dent á gott gamalt útvarpsarbeiði, sum í dag verður kallað podvarp, ljóðútvarp, ið er biografkrás til oyruni.
Greitt er, at altjóða miðlamyndin er í broyting. Í Føroyum fána bløðini, og longsta greinin í nýggjastu útgávuni av søguríkasta blaðnum, er skrivað av ídnum, men farnum blaðmanni, og mentasendingar í tjóðarmiðilinum eru mest sum bara afturhorvandi á ein staðfestandi hátt, ið hevur lítið nýtt fyri oyrað. Ilt er at seta við ella upphugsa nýggjar miðlapallar og skapa nýtt innihald. Hildið verður fram í tí sama, sum er eitt eyðkenni fyri miðlar, ið ikki kunnu bestemma seg, heldur enn við báðum hondum at tríva í veruleikan og skrála við Clash ”Should I stay or should I go”.
Tað eru tó ikki síðsøguligar afturlítandi greinar ella miðlaprodukt, sum Mads Brügger vil leggja seg eftir við momsfrítikna Frihedsbrevet og føroyska peningastuðlinum. Í drúgva leiðslu- og starvsfólkayvirlitinum finna vit ein hin mest áhugaverda Russlandsvitarin í okkara tíð, Flemming Rose, sum er við í leiðsluni.
- Vit eru bara í tínum lumma, er sniðfundiga herrópið hjá nýggja danska talgilda miðilinum Frihedsbrevet. Vit siga sum á enskum: “Gain enemies, make fans”, sigur Mads Brügger.
Klipp av heimasíðuni hjá Frihedsbrevet