Í seinastuni havi eg varnast ølbryggj, sum poppar upp, har tú minst væntaði tað. Ja, tað er sum ein ítøkiligjørd forðarenning, Hindernislauf í Bayern ella steeplechase fyri ølkuskar á bretskum rossum í hoyna, skalt tú smakka alt.
Fyrst var tað í Gásadali, har tey brúka vatn úr Múlafossi at gera samnevnda ølið, ið er írsktreytt, Biskupskelda sunnan úr Vági, sum eg ikki havi smakkað enn, og so Kumlum, sum tey við støði í lokala strandanavninum selja á Strondum, og nú ætla at foredla við vatni úr Sálarbótará.
Í øllum førum støð, ið eru burturi frá miðstaðarøkinum og tí fólksliga almenni, sum vit vanliga fata sum part av tí mest fjølbygda, og helst júst tí savna seg um tað stuttflutta, ið bindur fjarlagda staðin saman.
Og mitt í ferðafólkabyrjanini poppar nýggja Oy bryggjaríið upp í gamla Timburhandlinum í ídnaðarøkinum uppi á Hálsi í Havn. Ein lokalisering, sum fyrr hevði verið mett sum púra burturvið, tí handilsmannalyndið hevur lært okkum, at pengar skulu kroystast skjótast gjørligt burturúr flest møguligum viðskiftafólkum á mest trunkeraðu handilsmatriklum mitt í býnum. Har nógv er, skal meir fáast. Tað er devisan. Tí er tað hugvekjandi at pengafólk skapa nýggj úttrykk, har vit minst væntaðu tað, og á ein hátt, sum vit enn minni høvdu roknað við.
Brandada, føroyskur saltfiskur eftir iberiskari pannuuppskrift, garnerað við garnatálg - og eina Klikkhaze øl, sum eins og pilsnarin Oy, er bryggjað á hesum bjórbústaði og hugsað til hesa øllokalisering - sum uppi á Hálsi er góð at smakka og at fáa niðurum, ølin, saltfiskurin og søgan, ikki ólík portugisisku søguni, sum tú kanst fáa upp í hondina frá Casa Portuguesa do Pastel de Bacalhau í Rua Augusta í Lissabon, beint sum tú stendur og skalt fara til strandar at síggja fyrstu aldu uttan av Atlantshavi bróta og sláa í klettin.
Staðið í Havn er rátt og óhátíðarligt, upprunaliga bygt til heilt annað endamál, á kantinum til tað kvikkfiks, sum er í óbíligum burgarabarrum, ið eru multinationalar og eyðkendar fyri einki at leggja eftir seg í lokala felagsskapin. Hóast høllin, tí tað er ein fabrikshøll, er bygd til heilt annað endamál, eydnast tað Oy at ríða bylgjuna av, røttu megin á avbjóðandi aldukambinum, og standa eftir sum eitt gourmetleyskiligt tilboð, ið kínt og kelað er fyri í øllum smakkstigum, heilt til serverað verður. Framúr og altjóða, sum var tú í einum av heimsins avgjørdu metropolum.
Ótrúligt, at ein óbrúkt høll kann transformerast til hetta endamál. Eitt rúmligt stað uppi á Hálsi, beint innanfyri Ringvegin, har tað er lagaligt hjá ferðafólkabussum at steðga - ein gulur, eins og heimasíðan, stóð har henda dagin við handverkarum - og gera innrás uttan at uttangarðsforstoppilsi og portursbend bóndaøði kemur í serveringina, nú tað hoyrist heilt suður í Havnina, at Slættaratindur verður stongdur.
OY er eitt watering hole, sum gongur út úr takt og definerar eitt nýtt øki í vaksandi Havnini, og sum hartil er leingi opið, heilt til á midnátt, hóast køkurin ikki er opin so leingi. Men marknaðarføringin má eins og avgreiðslan verða greiðari, hóast hon ikoniskt ber tað kaotiska og punkrevolterandi í sær.
Júst fríggjadag, tá sambært ensku heimasíðuni verður latið upp klokkan eitt, og føroyska síðan sigur klokkan tólv - so helst er tað mitt í millum - tá kundi eg væl hugsað mær, at eitt nýtt segment, arbeiðsfólkið í gráa ídnaðarøkinum uppi á Hálsi, sum bara bíðar eftir vikuskiftinum, weekendgeneratiónin, ið Saturday Night Fever setti í karm fyri 45 árum síðan, fór inn á Oy, at fáa sær garnatálgsbrandadu og eina vikuskiftisbjór í glasið, sum er glas, og ikki úr plasti, glasið. Ein góður óformellur biti, mitt á degi.
Kvikkfiks, sum ríkiligt er av niðri í býnum, er avbjóðingin. Higartil er hon heruppi løgd afturum við fleiri grillaðum landgongubreyðum, avbjóðingin. Hilton og ræstkjøtaburgarin hjá Ruben Busk í túninum hjá PE og Bónus, og nú eisini Fisk & kips bilurin hjá Sjógæti, hava slóðað fyri hesum nýggja segmenti, ið vil hava ein bita eftir arbeiðstíð ella bara eftir innkeyp, sum eisini krevur sítt. Skjótt hondkeyp, skundverðar, er helst skjótast vaksandi søluvøra í landinum beint nú.
Eitt hanagleiv hinumegin Vælveru Fitness er Bowlinghøllin. Hon kundi meir enn so verið við í kappingini um at foredla hetta nýggja vakstrarstað beint innanfyri ringvegin í Havn, til dømis við einum topnotch multiplexbiografi, ið kundi verið eitt upplivingartempul av tí komfortablara Sphera slagnum til eygu, oyru og dintil. Tíðin og tørvurin eru til tað, nú Cannes er ovast á breddanum og hin besti verður funnin á norðoyastevnu, sum er leygardagin.
Bjórbústaður og allokering av ølbústaði. Tað var tað, vit komu frá í regninum, tá vit byrjaðu rundferðina her uppi á Hálsi í dag. Útafturkomin skínur solin og bøurin er grønur. Og tá tú ikki kanst siga hatta uttan at balla, so er tíð at gevast og leggja lok á, nú halgan stundar til. Bjórbústaður og allokering av ølbústaði. Tað er tað.