Danska sangarinnan, Pia Raug, byrjaði einaferð eina konsert við at siga, hvussu hugtikin hon var av føroyska orðinum andlit , likamspartinum, sum ákallaði ljósið og speglaði tað. Í framhaldi av hesum tanka kunnu vit siga, at andlitsljós er sterkasta tøknin, sum kilenski leikstjórin Sebastián Lelio brúkar í hesum nýggja Netflix filmi, The Wonder , ið fer fram í Írlandi í 1862. Emma Donoghue hevur skrivað søguna The Wonder í 2016. Hon er kveikt av frásøgnum, mest sum halgisøgum úr viktorianskari tíð, um gentur, á enskum kallaðar fasting girls , sum kundu liva uttan at eta. Var hetta kanska eitt tekin í tíðini, og um so var, hvat snúði tað seg um? Ella var hetta ein nútíðar siping hjá Donoghue til eysturríkska Josef Fritzl? Og kanska eisini Nataschu Kampusch? Byrjanin í filminum The Wonder førir okkum inn í stóra rúmið við fyrstu pallsetingini, tá filmurin verður gjørdur, rímiligvís í nútíðini. Eitt frásagnarsnildi, sum kann førast aftur til kynstrið hjá Bertolt Brecht. Leikarin, Niamh A