Nýggi týski spælifilmurin Die Wannseekonferenz fylgir tíðarrætt øllum tí, ið fór fram fyri 80 árum síðan, tá Heydrich bjóðaði fremstu nazistum til morgunmat við Wannsee í Steglitz-Zehlendorf býarpartinum í Berlin.
Afturvið siðiligu innkallingini og vælskipaða fundinum í framúr vøkru húsunum hin 20. januar 1942, var eittans mál á skránni: Hvussu kundi endaliga beinast fyri teim 11 milliónum jødunum, sum búðu í Evropa.
Tað er við hetta høvið, at leikstjórin Matti Geschonneck, ið er føddur í eysturtýska býnum Potsdam í 1952, setur á pall arkitektarnar, sum á morgunmatarborðinum teknaðu og skaptu Holocaust sum eina endaliga loysn, á týskum: Endlösung der Judenfrage.
Ørindini hjá leikstjóranum eru ikki at halda mennirnar fram sum ódjór. Tvørturímóti eygleiða vit ábyrgdarfull menniskju, sum eru í góðum starvi hjá eini ruddiligari ráðharrastovu, Ministerium, sum hevur givið monnunum stóra ábyrgd í samtíðini.
Og júst av hesi vælskipaðu orsøk, fara vit skjótt at fata persónarnar sum arbeiðslig ódjór.
Filmsummælarar eru samdir um, at Wannseefundurin verður ein kalligur leikur, sum stillisliga vindur seg upp til eitt eitrandi meistaraverk á filmi.
- Der Film hinterlässt dabei gerade durch seine betonte Nüchternheit großen Eindruck, wenn der millionenfache Mord zu einem rein bürokratischen Akt wird, bei dem zwischendurch Smalltalk betrieben und gefrühstückt wird, sigur ummælarin Oliver Armknecht, sum stjórnar týsku ummælaratænastuni film-rezensionen.de.
Philipp Hochmair er leikarin, ið hevur fundarleiðsluna sum hin søguligi Reinhard Heydrich, sinniligur og sjarmerandi. Eitt meistarligt avrik eins og í øllum hin førum, har vit síggja fremstu týsku leikarar í søguligu leiklutunum. Umframt Hochmair sum Heydrich, síggja vit Johannes Allmayer sum Adolf Eichmann. Aðrir leikarar eru Maximilian Brückner, Matthias Bundschuh og Fabian Busch.
Wannseefundurin varð í 1984 gjørdur til týskan sjónvarpsfilm, og bretar gjørdu í 2001 sjónvarpsfilmin Conspiracy um somu hending.
Nýggi týski filmurin Die Wannseekonferenz verður sýndur í Føroyum mikudagin 25. januar 2023 kl. 20:00. Filmurin varir 108 minuttir. Í Ísrael er filmurin loyvdur øllum at síggja, meðan onnur lond hava ásett 12-13 ára aldursmark. Í Føroyum er tað Filmsfelagið, ið skipar fyri sýningini, sum er almenn í Havnar Bio og í Salt.