Mart Manuel er yvirtænari á matstovuni Húsagarði á Hotell Brandan í Gundadali í Havn. Á enskum, men við snøggum føroyskum kurteisisorðum, vísir hann okkum fryntligur og fakliga stoltur, inn í Gilið, sum er svalligi vínkjallarin á hotellinum. Vit eru eina hædd niðriundir móttøkuni har tey sum í útlondum bjóða gestum eitt ókeypis vinglas millum fimm og seks. Mart arbeiddi á fimmstjørnaðum hotelli í filipinska høvuðsstaðnum Manila, har hann fekk tjansin at borðreiða fyri Imeldu Marcos, mammu núverandi forsetan. Tá ringdi vinmaðurin, Kristian, sum á sama hátt hevði borðreitt fyri pávanum. Hann var í Føroyum og arbeiddi hjá Katrinu. - Soleiðis kom eg til Føroya og búgvi undir Heygnum við konu og tvey ára gamla soninum. Við hann tosið eg helvt um helvt tagalog, sum er mítt móðurmál, og so enskt. Nú bíði eg bara eftir vøggustovuplássi, sigur Mart, og leggur seg eftir at siga føroysku orðini úr tænastuvinnuni á so skilligan hátt, at eg má rósa honum fyri framburðin. Vit tosa um integratión og ...