Justinus Eidesgaard avmyndaður í Havnar Bio, har Filmsfelagið mikukvøldið vísti nýggja filmin "Fullur av kærleika" og Súsanna O. Skaale innleiddi sýningina
Fullur av kærleika er heitið á mest vitjaða filmi í skránni hjá Filmsfelagnum í ár. Hetta er eisini mest sæddi filmur í Danmark. Høvið er at síggja hann aftur í Havnar Bio í annaðkvøld. Við upprunaheitinum "Fuld af kærlighed" er filmurin ein sosialrealistisk og í løtum eisini terapeutisk samtíðarlýsing av einum húski, sum búskaparliga er væl fyri, foreldur og trý børn, og hvussu tey øll verða rakt, tá maðurin í húsinum er bundin av drykkjuskapi. Ein annarleiðis tilgongd enn í Oscarvirðislønta "Druk", har Lars Ranthe eisini var við. Her ummælir Justinus Eidesgaard filmin:
Fullur av kærleika
Eitt ummæli
Ein grípandi donsk filmsperla, um drykkjuskap, sum fekk meg at tára og kenna meg aftur, eitt sindur skammfullan.
Rúsdrekka er fantastiskt og fær fólk at kenna seg væl. Rúsdrekka fær fólk at kenna seg eina løtu í sjálvasta Eden urtagarðinum, tætt at Gudi, har so at siga alt er loyvt. Rúsdrekka ger teimum allar flestu í heiminum ógvuliga gott, og hví so gera ein heilan film um hetta evnið?
Filmurin “Fullur av kærleika” snýr seg um, tá íð rúsdrekka fer yvir um eitt ósjónligt mark og byrjar at venda sær í móti einum, heldur enn at vera vinurin, sum í fullari sælu leiðir ein í paradís.
Eg eri ein av teimum, sum fyri 33 árum síðani fór yvir um áðurnevnda ósjónliga markið, fór í viðgerð og gjørdist edrúur, og tað er við teimum brillunum, at eg fór til sýningina, og tað er júst við teimum brillunum, at eg skrivi hetta ummælið.
Filmurin er snøgt sagt ein meistarlig lýsing av, hvussu alkoholisma rakar, ikki bara tann sum drekkur, men øll hansara nærmastu, hjúnaðarfelaga, børn, arbeiðspláss og øll nærsambondini. Alkoholisma er nógv meira kompleks enn einans at raka tann, sum inntekur alkohol, hon rakar heilt einfalt alt, sum tann bundni hevur við at gera og øll tey, hann er allarbestur við, og hann er partvíst óvitandi um hetta.
53 ára gamli leikstjórin Christina Rosendahl hevði als ikki megnað at gjørt hendan filmin, uttan at hon bygdi á egnar royndir, tí tú kann ikki hugsa tær til støðuna, ein familja kemur í, uttan at tú sjálvur hevur persónligar royndir, tí avleiðingarnar av alkoholismu eru so hjartaskerandi og ófatiligar, at fólk, sum ikki hava trupulleikan, skilja hann als ikki. Tað er mín persónligi pástandur. Tað er sum við eini kvinnu í barnsburðaraldri. Antin er hon við barn, ella er hon ikki við barn. Hon er ikki bara eitt sindur við barn. Alkoholisma stigbendist ikki, og tú kann ikki hava ein lítlan trupulleika, antin køvir trupulleikin alt lívið, ella er hann ikki til.
Filmurin “Fullur av kærleika” rakar ein ógvuliga sentralan part av alkoholismuni, nevniliga hesa sannroynd, at tað er ikki bara alkoholikarin, sum er raktur, men øll familjan. Alt verður ikki gott aftur, um bara alkoholikarin verður turrlagdur, jú alkoholikarin fær tað betri, men tey nærmastu er eins sjúk, og fáa tey ikki hjálp, riggar nýggja lívið ikki.
Rørandi er at síggja, hvussu børnini og konan blíva sjúk av misbrúkinum hjá manninum, hvussu tey blíva sjúk av “medavhengigheitini”, og koma at liva lívið hjá misbrúkaranum, heldur enn at bjarga sær sjálvum.
Filmurin er góður, sannur og meistarligur á tann hátt, at hann gevur ikki svar upp á allar spurningar. Hann er trúgvur móti sjálvari søgugongdini at lýsa alkoholismuna úr eygunum á teimum avvarðandi, fyrst og fremst, og síðan úr sjónarhorninum hjá tí rúsdrekkabundna.
Eitt rámandi plott í filminum er, at hann blívur ikki edrúur av, at familjan vil hava hann edrúan. Men okkurt er sátt í viðgerðini, og tá hann fer at drekka aftur og endar niðri á botni, verður tað hansara egna avgerð, sum fær hann aftur í viðgerð og ger hann varandi edrúan.
Ein filmur, sum livir í hugaheiminum dagar aftaná sjálva filmsupplivingina, og tað er í mínari verð ein góður filmur.
Justinus Eidesgaard