Skip to main content

Midashús í miðbýnum

Høgni í Útvarpinum ber okkum í dag dokumenteraði boð um, hvussu gullhúsið hjá Gullaki í Bøkjarabrekku fer at síggja út. Stikk denn. Tað kann eingin annar gravandi journalistur í allari føroysku verðini, uttan Høgni, hóast vegurin er hin mest trafikeraði í landinum. 

Og á myndini síggi eg, at ert tú ov bráður at koyra út frá Midasborgini hjá Gullaki í brekkuni, so rennir tú teg beint í mammonitisku ognina hjá Havnar Arbeiðarafelag, sum er - ikki í likvidatión - men í gullfongdum verkfalli.

Løgið, sum tankar og forsjónir um at nema við gull kunnu korrespondera. Hvussu dustutar gøtur vit enn hava gingið, korresponderar alt fyrr ella seinni við fyrigyklaða tankan um gull. 

Í latentum mótmælisanda fari eg beint at spæla áminniliga sangin hjá Hollies um King Midas in Reverse, har unga plátuskaldið, Graham Nash, bara 25 ára gamal, gongur djúpt í seg sjálvan, og minnir hana, sum fyri honum í løtuni er gull, hvussu hann broytir alt, so tað verður til einki annað enn dust og jarðiskt ógull. Kórið svarar ávarandi: He’s king Midas in reverse. Í fjórða og seinasta ørindi sigur yrkjarin: I wish someone would find me / And help me gain control / Before I lose my reason / And my soul.

So venda vit plátuni, og fara aftur til hetta við at korrespondera, sum í tí jarðiska hevur sítt egna stokkuta lív. At korrespondera. Tí telgja vit okkum gudar.

Ganga vit eitt vet longur oman í Bøkjarabrekku, so síggja vit beint á Føroya Banka í Steinatúni ”ein bygningur við útlendskum fyrimyndum,” sum Tórshavnar býaratlas so turrisliga sigur á síðu 31. Tórshavnar kommuna gav út í 2007. Har verður upplýst, at arkitekur var E. Wemmelund úr Keypmannahavn, sum hevði ráðhúsini í Aarhus og Lyngby sum fyrimynd.

Nú eru bæði korrespondansa og korrelasjón. Estetiska samanfallið er fullkomið. 

Bankin er bankaður longur niðan í arbeiðarabrekkuna hjá bøkjaranum, øllum til áminningar. 

Nú vendist ikki við aftur. 

Skilligt er, at sum í París og øðrum býnum, vilja maktmenniskju síggjast aftur í høvuðsstøðum. Líkasum Kilroy, ið er meira spartanskur, og bara sigur ”Kilroy was here”, og í sama anda sum Banksy, sum nú er blivin gullbefongdur midasfuglur eisini tá hann verður makuleraður. 

Og nú hoyrdu vit býararkitektin í Degi og Viku. Tað havi eg ikki hoyrt fyrr. Hon hevur eina rødd. Og sanniliga sanniliga sigi eg tykkum - eisini eina meining. Men Heðin lurtar ikki, hóast tey bæði eru samd um, at á Velbastað er náttúran, eins og á Sundi, longu oyðiløgd, og at hetta er so ljótt alíkavæl.

Argumentini støpla seg líka sum upp í røkur til kommuvalið í høvuðsstaðnum.

Í staðin fyri at seta dato á nær í seinasta lagi stillast kann upp, ynski eg mær eitt estetiskt dugnaskapsprógv sum fyrstu treyt, at sleppa at regera á Vaglinum í fýra ár afturat. Nú er nóg mikið oyðilagt. Tað heldur hesin veljarin.