20.8.07

Hvussu eru lærarar fyri at nýta talgilda tøkni?

Regin Ellingsgaard á básinum hjá FirstClass á Bett Show í London 2007 (Mynd: Birgir Kruse)

Nýtt skúlaár er byrjað við nýggjum avbjóðingum fyri bæði næmingar og lærarar. Hvørt skúlaár er nýggj tøkni, ið krevur nýggjar førleikar. Nógv bendir á at Føroyar eru millum tey samfeløg, har flest teldur og talgild amboð eru í hvørjum húski, ið telja børn og ung í skúlalduri. - Hvussu møtir skúlin hesum veruleika?

Føroya Skúlabókagrunnur hevur í sambandi við verkætlanina Snar viðgjørt gongdina frá prentaðu bókini til talgild skjøl, ið eru opin hjá øllum at brúka. Í hesum sambandi er leiðarin á KT-deplinum, Regin Ellingsgaard, biðin um eina støðumynd.

Spurdur, um lærarar eru nóg væl fyri í kunningartøkni í fólkaskúlanum í dag, sigur Regin, at nakrir fáir eru nóg væl fyri. - Men flestu eru tað ikki, og tíverri eru summir eiðasørir, so eiðasørir, at eg ikki hevði mælt til, at teir fingu starv í einum nýmótans skúla.

- Umráðandi er, at skúlanevnd, leiðsla og lærarar, hava eina ætlan um, hvussu teldur og tøkni skulu nýtast, og hvønn førleika lærararnir skulu hava, og hvønn førleika næmingar skulu hava á teim ymsu floksstigunum. Lesiætlanin fyri kunningartøkni kann vera ein karmur um hesar ætlanir, sigur Regin.
Í sambandi við Visión 2015 er yvirskipaða málið, at kunningartøkni er við til at lyfta støðið í allari undirvísing. Strategibólkurin, sum Landstýrið setti at viðgera kt-økið, sigur, at Í 2015 eru allir skúlar fluttir á internetið í breiðari merking vorðnir tykisskúlar.

Eftir Pisa-undankanningina í september 2005 skipaði Føroya Lærarafelag fyri limafundum kring landið. Gjørdur varð ein topp 20 listi, ið er lagdur á FirstClass-ráðstevnuna hjá lærarum. Á fjórða plássi stendur hetta ynski: KT-førleikin hjá lærarum verður lyftur á hægri støði við eftirútbúgving, ókeypis farteldu og ókeypis breiðbandi.