Skip to main content

Posts

Showing posts from July, 2026

Hetjuhamar í hópatali

Ummæli av "The Odyssey" (Christopher Nolan USA 2026 172 min): "The Odyssey" er besti filmur beint nú. Eingin ivi um tað. Hann gongur í Føroya seinasta biografskansa, Havnar Bio. Skalt tú síggja bara ein film í ár, ella í fleiri ár, so er hesin eitt gott, kanska besta, uppskot. Prísurin er 115 krónur og hóast avgjørt ikki barnafilmur, verður hann sýndur uttan aldursmark. Í Danmark, hagani undirtekstirnir koma, er aldursmarkið ellivu ár. Filmurin hevur enskan dialog, og er leysur av forngrikskum kvæðastevi. Bara í einum lítlum sekvensi hoyra vit ein vitugan mann siga nakað á forngrikskum. Tað er sum at vera aftur í tímunum hjá Hans Jacob Debes og Arnbirni Mortensen í Hoydølum í sjeytiárunum. Lærugreinin er fornaldarfrøði, ein av teim heilt góðu, men kortini varð hin fyrsta, ið effektivitetsfyristingin av skúlaverkinum skar burtur. Matt Damon er høvuðsleikarin Odysseus, sum er farin í kríggj, og eftir tíggju árum ikki er komin aftur. Heima er órógv, konan, Anne Hatha...

Lýsing: Frá Kong Hans til Hilbert

Við støði í konseptinum at deila, share platters, royndu vit fýra, nýggju matstovuna Tubbak við síðuna av Kjöt á søguliga Áarvegnum upp at Hotel Hafnia og yvir av Amtmansgarðinum í góðveðrinum mitt í Havn í kvøld. Lyklaorðini, vit sótu eftir við á midnátt, eru altjóða fynd, sniðfundiga vovin saman við staðbundnari søgu úr grannalagnum, ið starvsliðið dugir at lesa av við yrkislærdari nærveru, sum í enska attendance, ta tíð góð tænasta tekur, at ger teg sannførdam um, at tú ert í ikki bara góðum, men fyri tær teim bestu, so høgt verður tænastuhugtakið lyft. Hóast avrikið týðuliga er eitt úrslit av samstarvi hjá einum vælsamanspældum úrvalsliði - við Regitze av Tvøroyri, útlærd á Kong Hans, Joel Needlestone úr bretska høvuðsstaðnum, sum er sonur føroysku Marjun og býr í Kollafirði, Janus Einar, ið vit kenna sum gastronomiskan íverkseta á fleiri pallum og pólska køksleiðaran Karolinu - í oddinum, nú øll tosa um altjóða fótbólt, var tað Rebekka, sum við ættarbondum av Eiði, við okkara heim...

Whisky og villar søgur í hvannatíð

  CoPilot gjørdi myndina meðan eg skrivaði Í hægstu agurkutíð, hvannatíð, tað er hon við tíðindaloysi, hevði Útvarpið eitt frálíkt innslag um nakað so eksotiskt og søguliga foredlað, sum føroyskt whisky. Mann fer at gleða seg til rákan, tí søgan um whisky verður sterkast á óframkomiligari útoyggj, har gandakent afturhald verður sjálv drívmegin í marknaðarføringini. Fyrrverandi landstýrismaðurin, Bjarni Kárason Petersen, fegnast, meðan ein annar fyrrverandi landstýrismaður, Jenis av Rana, øtast og rópar varskó um whiskytíðindini.  Millum hesar báðar, sum nú eru tingfólk, eru fleiri, ið taka kjakið upp á Facebook, ið alt árið er og verður fólksligi almenningurin, serliga úr einum tillagdum og tillærdum fráhaldssjónarhorni, har religión er samantvunnin partur. Nú lokið er tikið av hesum niðursjóðaða blikki, alkohol í Føroyum, sum sett í gildi av nettupp politikarum at selja við risavinningi í Rúsum, er eingin endi á spurningunum. Men hvussu áhugaverdir teir eru, tykjast t...

Rolling Stones betri enn nakrantíð

Við frontmonnunum, Mick Jagger og Keith Richards, The Glimmer Twins, sum báðir ganga á tríogfýrsinstjúginda ári, geva teir í Rolling Stones út nýggja LP, "Foreign Tongues", ið er hin fimmogtjúginda í teirra katalogi, sum byrjaði fyri fýraogtrýss árum síðan - og enn er í gongd. Tað er eindømi í rokksøguni. Beatles eru langt síðan givinir og Bob Dylan, sum man vera einasta samanberiliga navn og ikon, hórar enn við konsertum. Hin níggjuhálvfjerðs ára gamli Ronnie Wood, sum fyrr er kendur frá Jeff Beck og Rod Stewart í Small Faces, er triði í surrealistiskt sundurklipta pastellmálninginum omanfyri, "Stones Trinity" (2025), hjá unga amerikanska listamannininum, Nathaniel Mary Quinn (f.1977). Hann sigur á heimasíðuni hjá Larry Gagosian, har hann er umboðaður, at "Creating the album cover for the Rolling Stones is an artistic honor - a dialogue with one of the most enduring forces in cultural history." Eins og Rolling Stones hava sangir sum hin speed skjóta...

Morgun og lestur

  Brostið fyri nev Hvørt ár fegnast pisur í lundum systkin og foreldur talur og veitslur alt er bjart alt er skært sum á jólum ið eru eins svár og eydnumyndir á Facebook her eru vit har eru tit fáur harmast fútadeyða eingin skerda pisu eg fái sand millum tærnar og Føroya Bjór ger ikki veðrið betri tá morgunlesturin kunngerð at kirkja og missiónshús nú hava savnað bestu fólkini í bygdini

Lýsing: Nýtt rúm er í býnum

Køksleiðarin, Karolina Sobolewska, sum er úr Póllandi, og matstovuleiðarin, Regitze Krambeck Pihl, sum er av Tvøroyri, standa á odda fyri matstovuni og kokkteylbarrini, Tubbak, sum letur upp í næstu viku. Við søguliga handilsnavninum fara tær at skapa eitt nýtt rúm millum Áarvegin og Húsabrúgv, mitt í gomlu Havnini. Í sama nýbygningi, upp at Hafnia og við egnari inngongd frá Áarvegnum, er Kjöt, har kjøtið er frá bóndanum í Havnardali, Poul Müller, sum eg gekk í skúla saman við. Matstovuleiðari er Marcus Trier og Beinta á Bøgarði er marknaðarleiðari. Sum navnið greitt bendir á er hon, eins og sangstjørnan úr Hoydølum, Filip á Smið, úr Kaldbak. Stjóri á Hotel Hafnia er Pætur Trónd. Í eina tíð hevur Áarvegurin verið merktur av byggiarbeiði, tungum bilum og høgum kranum. Nú sæst ein fittur partur av úrslitinum, og í næstu viku verður endaligi parturin avdúkaður, har serliga útiparturin, borðreiðing í gjøgnumskygdum glasrúmum, er nýskapandi. Tummasi Justinussen líkt, finnur hann upprunan ti...