Skip to main content

Fuglar á lofti


Frá Jens Kjeld Jensen í Nólsoy keypti eg um vikuskiftið eina útstappaða súlu, morus bassanus, at seta í fuglabergið á loftinum. Jens Kjeld er í ár í uppskoti at fáa norðurlendsku náttúru- og umhvørvisvirðislønina. Støkkur ein inn á gólvið hjá honum, kann ikki sigast annað enn at tað er honum væl unt at verða skotin upp. Tá ið Náttarravnssendingin fór í luftina í 1992, keypti eg ein kolasvartan ravn, corvus corax varius, frá honum. Í útvið tjúgu ár hevur ravnurin staðið á eini klótu, sum Jens Kjeld, ið upprunaliga er skipskokkur, evnaði til. Á fuglaloftinum er eisini ein brúnsprøklutur skúgvur, stercorarius skua, sum skýtir seg niður eftir vegginum, helst fyri at jagstra eina likku, til hon gerst í ørviti av flognum og spýr alt upp, so skúgvurin kann fáa sær tugda og hálvsodnaða føði. Soleiðis er í ósentimentalu náttúruni. Aftanfyri súluna í erva sæst málningurin Útsýni hjá Tórbirni Olsen frá 2005 av Skipasmiðjuni og inn i Vágsbotn.