Skip to main content

Posts

Merkið hevur tvær síður

Flaggdagsrøða, Føroyingafelagið Áarstova í Århus 25. apríl 2004: Eitt flagg hevur tvær síður. Tað veittrar í vindinum og stundum síggja vit aðru síðuna og stundum hina. Soleiðis er eitt flagg og soleiðis eru korini at liva í støðugum vindi. Ein rennan úr einum borði og í annað. Nakað soleiðis kennist tað sum føroyingur at búgva í Danmark. Fyrr føroyingur og nú danskari. Og tó møtast vit allir føroyingar at heilsa flagginum, heimliga Merkinum. Á føroyskum, við føroyskum kóri og sangi, mitt í Danmark hin 25. apríl. At vera føroyingur í Danmark er eitt markamót – eitt interface. Vit kunnu flyta inn og út millum londini. Og hvørja ferðina vit gera tað, fáa vit sama persónsnummar aftur, og gongur koyrikortið, ella passið út, ja so kunnu vit endurnýggja tað í tí landinum – Danmark ella Føroyum – sum vit nú einaferð eru í. Og tá tað kemur til passið, ja so kunnu vit velja millum tvey. Reytt, ella grønt “der er frit valg” sum sølumenninir siga. Og so verða vit eisini boðin í hernaðartænastu, j...

Tala millum veggja

Samkoma í Norðurlandahúsinum 28. januar 2004: Gott kvøld øll somul og serliga Helga, takk fyri vertskapin og innbjóðingina til hetta hugnaliga borðhald. Og av givnum ávum, sum tit øll vita um, so fari eg samstundis at takka fyri tey farnu árini og tær upplivingar, sum eg - og vit í felag - hava havt her í húsinum, alt síðani Listastevna, kajakk og ísbjørn komu her á matrikkulin. Eg skal ikki draga nakað frá, alt hevur verið spennandi. Tá ein í 15 ár hevur sitið í skúlanum, sum er eitt fast skipað og rættuliga afturlatið samfelag, har tað ringir inn og ringir út og tú beint fram kanst liva eftir konstant at verða “saved by the bell”, og so kemur út í pulserandi erhvervslívið, so er mangt forvitnisligt, onkuntíð ovæntað – bæði negativt og positivt – at uppliva. Meðan skúlin og tímatalvan, sum har er, dagliga er tryggjaður við faki, flokki, lærara, stuðulslærara, garðvakt, høli og klokkutíð, so eru hesi viðurskifti, hesir karmar, ikki galdandi í arbeiðslívinum annars. Meðan tú hevur bæði ...