Skip to main content

Posts

Víntræ á Vaglinum

Ovast síggjast spírandi drúvurnar í Boysensgarði. Niðriundir Frelsunarherurin, sum í somu løtu spælir á Vaglinum. Tær báðar niðstu myndirnar eru úr mínum egna drívhúsi í september nøkur ár herfyri (Myndir: Birgir Kruse) Í drívhúsinum í Bojsensgarði stendur eitt vælhildið víntræ. Tað havi eg ikki sæð áður her á landi Gongst sum í øðrum londum er træið búgvið í september og drúvurnar kunnu takast. Men innan mugu tær 'nulrast', drúvurnar. Tað legði ein kona í Danmark mær eina við, ta stuttu tíð eg átti eitt víntræ har. So meðan Frelsunarherurin spælir og prædikar øðru megin Gamla Bókahandil á Vaglinum, so búnast leskiliga víntræðið hinu megin handilin.

Hann gav alt hann átti

Michael Jackson er farin úr tíðini og tey, ið hava keypt sær atgongumerki til mongu konsertirnar í London fáa onga uppliving. Soleiðis er deyðin. Hagar røkka hvørki atgongumerki ella sølumaskinur. Einki kann sum bráður deyði í poppheiminum fáa okkum at hugsa um lívið og tilveruna. Tí bestu poppstjørnur bera okkum boð um lív og virkni uttan íhald. Vit kunnu lurta, hyggja og uppliva, tá vit vilja. Seta fløguna í spælaran, ella leggja gomlu fornisku plátuna undir nálina. Altíð er hann har, tónleikurin, ið ríkar okkum dagin og lívið. Samstundis er henda persónliga uppliving kjarnin í poppídnaðinum. Og fyri at fáa avkast skal upplivingin hvørt ár gerast størri og betri enn hon var í fjør. Tí er poppídnaðurin besta ímyndin av náðileysa kapitalistiska marknaðinum. Sum stjørna skalt tú møta teim krøvum, marknaðurin setir. Eins og fleiri undan honum møtti Michael Jackson hesum beisku krøvum. Sum ein annar Peter Pan hjá Disney ella Oskar í týsku søguni um Blikktrummuna, noktaði Michael Jackson s...

Føðingardagskakan 2009

So fór 09 niðurum. Áki Davidsen tók ovaru myndina beint sum stóra føðingardagskøkan varð skorin á Skálatrøð. Og hygg hvussu stór hon er, køkan. Niðaru myndina tók Pól Jespersen. Ein góður føðingardagur, persónliga og alment Virksemiskalendarin hjá Tórshavnar kommunu, og kanska eitt sindur av lagnunnar speisemi, elvdi til at eg kundi halda føðingardag á sama degi, sum Mylnan heiðraði Havnina við 100 metur longu køkuni á Skálatrøð. Áki Davidsen kom framvið og tók myndina, meðan eg seti tennirnar í ein morgunbita av 09. Hvørt tað er 1909 ella 2009 er longu farið niðurum. Og so kom Pól Jespersen framvið og fekk eina stuttliga mynd í kassan. Hygg bara omanfyri, hvussu stór hon er. Bæði persónliga og alment gjørdist hetta ein frálíkur dagur í Tórshavnar kommunu. Eftir at hava sungið Boðar tú til allar tjóðir , sum hevur uppruna í Kirkjubø, vóru eisini stundir at vitja í Kollafirði, har vit fingu enn ein góðan føðingardagsbita frá Eiler Fagraklett norðuri í Sundum. Havnin og øll tey fólk, har...

Børnini í fokus

Á Tórsfagnaðinum vóru børnini í fokus. Andlitsmáling, krabbar, talv, tónleikur og evnini at raka seymin beint á høvdið. Og so fóru tey vaksnu børnini at ganga túr, halda fyrilestur, spæla hondbólt og brenna bál. Fyri Tórshavnar kommunu hevði Havnar Fimleikarfelag, sum eisini fyllir 100, skipað fyri øllum tí praktiska á Tórsfagnaðinum. Og væl hepnaðist. Veðrið varð til vildar, nakrir góðir sólarglottar, millum annað tá Ólavur Hátun stjórnaði Havnarkórinum. Turt allan dagin, hóast samandrigið og myrkt nakrar løtur. FAROE5 høvdu eitt framúr show, sama kann sigast um Stewies Loveranch, sum er nýggja navnið hjá Ragnar Finnson, Hóps og Ramon, beatboxara. Eisini Meyla, Rógvi Dam og fleiri undirhildu børnunum so tað var ein fragd at vera við. Fólk steymaði til og frá og lagið var gott. Kanska tí at einki kostaði. Her var einki stress. Mest sum einasta bíðirøðin, hon var við gestabókina undir Smiðjuni í Lítluvík, har Kári Svensson hevði eina frálíka framsýning við nýggjum tilfari úr Havn. Út ...

Longsti dagur byrjar

Soleiðis byrjaði longsti dagur í 2009. Eftir midnátt tók Meta myndirnar úr túninum í Tórsbyrgi. Spennandi at síggja litspælið tílíkar løtur. Ikki minst tá litirnir raka húsafasadurnar og fjallarøðirnar inni í Eysturoynni. Guddómliga sandkornið er fokið av lívsins dansigólvi og hevur sett seg í eygað. Bara eina løtu. Tí nú er longsti dagur, so fer aftur at myrkna.

Summarið komið

Úr køksvindeyganum sæst at kampingplássið yvir við Strond er fylt við útlendskum gestum So er summarið komið. Heilt nágreiniliga við Norrønu í nátt. Nakað seinkað kom hon á Havnina um midnáttarleitið og straks rullaðu húsvognarnir inn á kampingplássið yvir við Strond. Mánin skein so lystiliga yvir ein glitrandi kvirran Nólsoyarfjørð. Myndirnar omanfyri eru tiknar í morgunsólini úr køksvindeyganum heima á Tórsbyrgi í morgun. Í fjør avmyndaði eg somu rutu. Tá komu kampingvognarnir 18. juni og tveir dagar seinni vóru teir allir farnir til Íslands. Alt bendir á, at Føroyar eru ov keðiligar fyri fólk í húsvogni.

Mentanarnáttin 2009

Mikkjal á pallinum í Tjóðleikhúsinum mentanarnáttina 2009. Niðri undir síggjast teir í SIC saman við Jógvani Arge formanni í Mentamálanevnd Tórsavnar Býráðs og niðast saman við Mouldi Manai, sum bjóðaði teimum at grilla á terassuni eftir væleydnaða konsert (Myndir: Birgir Kruse) Á Tjóðpallinum í Mentanargøtuni setti SIC punktum fyri Mentanarnáttini í Havn 2009. Betri kundi tað neyvan verða. Jógvan Arge formaður í mentamálanevnd Tórshavnar býráðs beyð fólki vælkomnum til hesa sjáldsamu konsertina og teir fimm í SIC royndu at læra Jógvan heavy-rokk teknið við fingrunum. Aftaná eina bæði væleydnaða og vælvitjaða konsert á Tjóðpallinum, rullaði Mouldi Manai grillina fram á La Terasse í grannahúsunum. Úr skakandi bulduri og braki í gamla Meiarínum upplivdu vit terapeutiskan midnáttarhugna hjá Mouldi, har markisur og gassbluss skaptu hita í junikuldanum. Tann reina suðurlendska vælvera. Heilt frá túnabólti við skúlanæmingum og legendariskum old boys í Gamla Kommunuskúlagarði, súkkling fyri m...