
Virksemiskalendarin hjá Tórshavnar kommunu, og kanska eitt sindur av lagnunnar speisemi, elvdi til at eg kundi halda føðingardag á sama degi, sum Mylnan heiðraði Havnina við 100 metur longu køkuni á Skálatrøð.
Áki Davidsen kom framvið og tók myndina, meðan eg seti tennirnar í ein morgunbita av 09. Hvørt tað er 1909 ella 2009 er longu farið niðurum. Og so kom Pól Jespersen framvið og fekk eina stuttliga mynd í kassan. Hygg bara omanfyri, hvussu stór hon er.
Bæði persónliga og alment gjørdist hetta ein frálíkur dagur í Tórshavnar kommunu. Eftir at hava sungið Boðar tú til allar tjóðir, sum hevur uppruna í Kirkjubø, vóru eisini stundir at vitja í Kollafirði, har vit fingu enn ein góðan føðingardagsbita frá Eiler Fagraklett norðuri í Sundum.
Havnin og øll tey fólk, har búgva - leigi livið!