Skip to main content

Posts

Showing posts from March, 2000

Eina steikta við øllum!

Telduposturin, Sosialurin 17. mars 2000: ”En ristet med det hele” sigur hann og skutrar sær í hvassa mótljósinum. Teir tosa um fótboltsdystin herfyri og geva sangbrøðrunum Olsen besta viðmæli. Útvarpslurtið stendur frá og spælir Sound of Silence . Vit eru í fólksins templi, undir opnum hválvi á miðjum ráðhústorgi. To the neon God they bowed and prayed , syngja teir báðir Símun og Gorfuglurin, meðan pylsuroykurin stendur um næsarnar. “Den har eddermanemig et godt knæk,” sigur vælnøgdi pylsukundin. Innan eg verið avgreiddur, sigur útvarpslurtið frá um djóralæknar, sum í síðstu viku høvdu skeið í Keypmannahavn, har evnið var matur og trygd. Undir heitinum ”Fødevaresikkerhed - fra jord til bord” varð kjakast um mateitran. Ongantíð áður hevur ræðslan fyri mateitran verið so stór sum nú. Alt, tú etur, tykist vandamikið. Pylsur, ostur, egg og sanniliga eisini neytakjøt. Miðlarnir hava lopið slíkan hvøkk á fólk, at tey gloyma bæði ferðslu, morð og krabba. Nú er tað bert neytaøði. Hin minst ...