Skip to main content

Posts

Showing posts from January, 2002

Minniluti ella ikki?

Lesarabræv, Dimmalætting 4. januar 2002: Nakað herfyri var eg staddur í Keypmannahavn. Eg hevði fingið tað miklu eydnu, at fáa eitt lestrarár á Danska Læraraháskúlanum. Tað var skúlaárið 1999/2000. Tíðum var eg í Føroyahúsinum og hevði eitt frálíkt samstarv við Martin Fjalstein, leiðara har í húsinum. Ein dagin ringir Martin og spyr, um eg eri stinnur í enskum. Hví, spyrji eg. Jú, her kemur ein evropanevnd, sum vil hitta føroyingar, sum eru í Danmark. Tey hava nakrar spurningar, og arbeiðsmálið er enskt, sigur hann. Eftir at hava hoyrt um nevndina, og hvussu Martin er komin í samband við hana, taki eg av. Haldi tað vera spennandi at møta sovorðnari nevnd og verða hoyrdur, nú eg í lestrarørindum eri í Keypmannahavn eitt ár. Fundurin verður hildin á ovaru hædd í Føroyahúsunum á Vesterbrogade. MFS og onnur eru við á fundinum. Nevndin er fryntlig og dugir væl at leggja fram setningin, tey arbeiða við. Hann er at síggja til, at øll limalond í evropeiska felagsskapinum virða minnilutar. Hett...