Tíðindagrein, Sosialurin 6. desember 2007:
Filmurin Gylta Kumpassin, sum verður frumsýndur í Føroyum í morgin, verður lagdur undir at verða ein grov manipulatión av børnum og ungum. - Hetta minnir mest um heilavask, og børnini verða leidd aftur í reinan heiðinskap, sigur kunningarleiðarin hjá katólsku kirkjuni í Danmark. Føroyskur serfrøðingur í talgildum samskifti heldur, at børn hava góð filtur til at hyggja eftir filmum og at spæla telduspøl, sum kunnu tykjast ógvuslig.
Tað eru ikki smávegis ákærur, sum í hesum døgum regna niður yvir stórfilmin The Golden Compass, ið verður frumsýndur kring allan heimin í morgin. Teologar uttanlands hølva filmin av, tí hann skal verða manipulerandi og hava til endamáls at undirgrava kristindómin við stórslignum undirhaldi, sum børnini og tey ungu eru verjuleys ímóti. Ein av teimum, sum finnist harðliga at filminum, er Iben Tranholm, teologur og kunningarleiðari hjá katólsku kirkjuni í Danmark. - Gylta Kumpassin er ein filmur í eini røð av filmum, har kristindómurin stendur fyri skotum, og vit hava áður upplivað filmarnar um Harry Potter og Da Vinci Code. Gylta Kumpassin verður marknaðarførdur sum spennandi og undirhaldandi filmur til børn og ung, men endamálið er at seta kristindómin í ringt ljós, sigur hon við Sosialin. - Rithøvundin av Gyltu Kumpassini, Philip Pullman, hevur sjálvur sagt, at bókin hevur til endamáls at undirgrava kristindómin.
Grov manipulatión
Gylta Kumpassin verður frumsýndur í Havnar Bio fríggjakvøldið, og talan er um eina heimspremieru. Gylta Kumpassin ein stórfilmur úr Hollywood, sum hevur kostað umleið eina milliard krónur at framleiða. Kendir sjónleikarar spæla við í filminum, og roknað verður við, at filmurin fer at savna nógv fólk í biohøllunum kring heimin undan jólum. - Filmurin er ein grov manipulatión, og børn og ung verða heilavaskað við bæði ateismu og okkultismu. Tey kristnu hava ofta verið løgd undir at indoktrinera skúlabørn, men tað er reinur barnamatur aftur ímóti tí, sum børn og ung verða útsett fyri í hesum filminum og í dagsins undirhaldi annars, sigur Iben Tranholm. - Gylta Kumpassin er ein stórsligin filmur, sum hevur lætt spæl við at ávirka átrúnaðin hjá børnunum. Børn klára als ikki at standa ímóti slíkum filmi, sum førur tey aftur í reinan heiðinskap við trøllum, heksum, illum andum og einum generelt myrkum boðskapi. Og tað tykist, sum at filmarnir ofta koma í biografarnar beint undan jólum, sigur hon.
Foreldur mugu vísa ábyrgd
Iben Tranholm heldur, at foreldur eiga at vísa ábyrgd mótvegis sínum børnum, tá ið tað kemur til filmar og undirhald. - Foreldur lata ofta børnini ráða sær sjálvum, og børnini sleppa at síggja teir filmar og spæla tey telduspøl, sum tey hava hug til, men tað ber ikki til. Foreldur mugu vísa ábyrgd mótvegis børnunum, sigur hon. - Vit tosa nógv um økologiskan mat og reint umhvørvi, men tá ið tað kemur til sálina hjá børnunum, so letur alt seg gera. Tá verður sagt, at tað er bara undirhald ella eitt spæl, men hesir anti-kristnu filmar og spøl eru við til at mynda persónligheitina hjá børnunum. - Tað er einki filtur nakrastaðni, og tí hava tær myrku kreftirnar frítt spæl við okkara børnum og ungu, heldur Iben Tranholm. Hvørji ráð gevur tú foreldrunum viðvíkjandi filminum Gylta Kumpassin? - Eg ætli mær ikki at lata míni børn síggja filmin, og eg vil mæla foreldrum frá at lata børnini síggja filmin einsamøll. Antin mugu foreldrini nokta børnunum at hyggja eftir filminum ella mugu tey verða við og tosa við børnini eftir filmin. Gylta Kumpassin er ein filmur við eini missión at undirgrava kristindómin, og tað verður gjørt við flottum undirhaldi, sum børnini og tey ungu ikki klára at standa ímóti.
Børnini duga at standa ímóti
Birgir Kruse, sum ummælir filmar fyri Kringvarpið og hevur granskað í talgildum samskifti hjá børnum, sær onga orsøk til at stúra fyri, at børn fáa skaða av at hyggja eftir filmum og spæla telduspøl, ið seta nýggj mørk og í mangar mátar spæla við tilveruligar spurningar. - Men sjálvandi skulu foreldur vísa ábyrgd. Men tað gera tey ikki við at seta forboð. Bókadeildin hjá Lærarafelagnum hevur longu sett hesa søgu í umfar, og nú er fyrsti filmurin at síggja í Havnar Bio. Tað er fínt, tí so kunnu vit við egnum optikki fylgja við, sigur hann. - Men eg eri ikki samdur við Iben Tranholm, tá hon sigur at børn einki filtur hava. Tvørturímóti meti eg, at børn hava so góð filtur og eru so fjølmiðlavand, og tað á fleiri pallum í senn, at hvørki skúli ella foreldur skilja tey og enn minni brýggja seg um at lofta og viðgera henda førleika. - Millum annað av hesari orsøk er so illa statt við lesingini í skúlunum. Vit møta ikki børnunum, har tey eru, og serliga á hesum øki ørkymlar tað meg, at vit ikki so mikið sum gera eina roynd, almenna ella privata, at skilja børnini og teirra fascinatión av spennandi søgum í biografum og á teldu, sigur Birgir Kruse.
Brúka filmarnar
Britt Istoft, sum er religiónssøgufrøðingur við Syddansk Universitet, er ikki ovfarin av pástandunum um filmin Gylta Kumpassin og aðrar filmar. - Her verður spælt upp á somu streingir, sum tá ið fólk brendu Harry Potter-bøkur, og Dan Brown (hann skrivaði Da Vinci Code, blaðm.) varð lagdur undir hatur, sigur hon við Kristeligt Dagblad. - Børnini fara at uppliva Gylta Kumpassin sum eina søgu um hetjur, men tað eru nógvar tilvísingar í filminum til Bíbliuna og skaldskap. Eg rokni ikki við, at Gylta Kumpassin fer at skapa nakað kjak millum breiðu fjøldina av dønum, heldur Britt Istoft. Formaðurin fyri Evangelisk Luthersk Netværk í Danmark heldur, at børn liva í einum átrúnaðarligum tómrúmi, og tí kunnu tey verða løtt at taka okkulta heimin úr ævintýrfilmunum til sín. - Men hinvegin er tað eisini gott, at filmar og annað undirhald skapa kjak um átrúnað. Tí skulu vit sum kirkja ikki fara út við peikifingrum á lofti, men heldur síggja møguleikan í at brúka hesar filmar til nakað, sigur Henrik Højlund, sum er teologur og sóknarprestur, við Kristeligt Dagblad.
Eyðun Klakstein, Sosialurin 6. desember 2007