Skip to main content

Gjøgnum ljóðmúrin






Kórið úr Kommunuskúlanum sang best kenda og best umtókta brotið 'Another brick in the Wall' (part II). Íslendsku tónleikararnir hyggja væl nøgdir eftir kórinum, meðan Sámal Petersen, ið leikti fyrstu vionlin, hevur proppar í oyrunum. Niðast heilsast hann og dirigenturin Bernharður Wilkinson (Myndir: Birgir Kruse)

Tað var ein uppliving av teim sjáldsamu, tá Norðurlandahúsið lat upp fyri The Wall um vikuskiftið. Leygardagin klokkan 16:00 sat eg ájavnt við mixipultin, so ljóðblandið skuldi verið tað strategiskt best hugsandi í allari høllini.

Tó, í løtum kundi eg hugsað mær munin størri fyllu í ljóðinum, serliga tá skúlakórið fyrru ferðina kom á pallin. Tá var lóðmyndin ov spinkul. Seinnu ferðina tey sungu var betri fylla í ljóðinum og helst nakað harðari frá eisini.

Hinvegin var dynamikkurin frá mikrofonstyrktu violinunum fantastiskur. Og so at síggja beint á hin villa bogan hjá Boga Lutzen, ið gekk upp og niður og streyk uppá tað harðasta - tað var fantastiskt at síggja, men eisini at hoyra.

Tú trúði ikki tínum egnu oyrum at hetta var livandi tónleikur, beint av palli. Strúkarar, blásarar og trummur í einum so sannførandi karmi - hetta var fra-múr. Ja, fra-múr.

Í løtum vóru sangrøddirnar hjá Dúndurfréttum munin betri enn hjá upphavinum Pink Floyd, sum gamaní aldri hava verið góðir sangarar. Serliga hevði Pétur Orn Guðmundson eina framúr góða rødd, við stórum spenni og undrunarverdum skiftum, sum í løtum góðu The Wall ein farra av Supertramp. Og gittarleikarin longst til vinstru, spældi fantastiskt, bæði elektriskt og akustiskt. Men sangrøddin var ikki hin besta. Hin føri gittarleikarin í miðjuni hevði eina meiri standard rokkrød, ið passaði sum fótur í hosu til heildina í The Wall.

Sangarin Pétur spældi eisini á urgu. Einu løtuna beint fyri steðgin fekk hann urguna at svinga í einum so feitum urgu groove, sum eg aldri havi hoyrt áður hjá Pink Floyd. Tað var spennandi at hoyra nýggj frábrigdi sum hetta í hesum annars so kenda verki. Dúndurfréttir fluttu seg langt frá øllum vanligum cover bands.

Spell var tó, at eg aldri sáð trummuleikaran í Dúndurfréttum. Hann spældi knasandi væl. Til hetta høvið kundi meiri verið gjørt úr pallinum, so trummusláarin í rokkbólkinum sást. Balkongin, sum skúlanæmingarnir stóðu á, eins og í sangleikunum Hair, riggaði sannførandi væl.

Stóra upplivingin er at Symfoniorkestrið dugir so væl at finna uppá. The Wall var ein uppliving av teim sjáldsamu. Minnist ikki at hava hoyrt eina so fjøltáttaða konsert nakrantíð í Føroyum. Her vóru allir sansir mettaðir av ljóði og ljósi.

Hetta var fra-múr.