Skip to main content

Posts

Showing posts from April, 2010

Várið kallar

Gutti slær grasið í Tórsbyrgi, soleiðis sum hann trúfast hevur gjørt í áratíggju. Bjarnvarður hyggur at og sama ger Floy, sum tykist vilja hava eitt orð innført, nú hann várar og eitt ár er liðið síðan sligið varð (Myndir Birgir Kruse) Tá sláimaskinan hoyrist, er várið komið í Tórsbyrgi. Á nett sama degi sum í fjør, 29. apríl, sló Gutti Joensen aftur í ár fyrsta grasið á felagsøkinum. Hann býr í nummar 30 og hevur øll árini havt eitt vakið eygað við bøinum, ið nú er sum ein golfvøllur, mjúkur og snøggur, so tú aftur kanst leggja hond á lendið og hoyra várið kalla. Summardáarnir eru farnir at spretta og Bjarnvarður í nummar 31 er skjótur at henta, so hvørt teir spjaða seg. Í meðan situr Floy og eygleiðir við vaknum bráði, sum vil hann viðmerkja alt, ið fer fram, nú hann várar. Soleiðis hevur alt á heimrustini sítt pláss. Eisini í Tórsbyrgi.

At drepa dýr í loyndum

'The Cove' vann ein Oscar í ár sum besti heimildarfilmur við spælifilmslongd  Ein mynd sigur meir enn túsund orð. Tað vóru vit sannførd um, tá eitt lamb við avskornum beini varð víst á Vágaportalinum og seinni í Degi og Viku. Somu sannkenning kom Oscardómsnevndin til fyrr í ár, tá Flipper varð dripin í Taiji víkini í Japan. Og helst er munurin eingin, tá góðvarin ferðafólk renna seg í eitt føroyskt grindadráp og avmynda tað heila. Myndin og blóðið siga alt. "Býarmentanin vil ikki at vit skulu drepa krýatúr. Tað er so nógv nemmari at fara í frystaran í SMS ella Keypsamtøkuni eftir kjøti. Okur liva í eini aðrari verð", sigur bóndin av Tvøroyri í eini heilsan til Havnar og bedýrar fyri tjóðini, at hann skar ikki beinið av lambinum, hvat myndin so sigur. Havnanykkur Havnanykkur hevur onkur nevnt tað, tá vit eru erkvisin um eitthvørt á bygd. Eg havi ikki skil fyri bóndalívi og skurði, men síggi tær myndir, ið verða brúktar at formidla okkum ein veru...

And The Grass Won’t Pay No Mind

Her reistu teir gomlu Filadelfia í Gøtu. Nú er alt gras. Niðri undir, og Áðrenn Elvis, sæst Meinhard Jensen við sjáldsamasta gripinum í kjallaranum í Geytagøtu 'Goodbye, Babylon' við óspunnari bummul (Myndir: Birgir Kruse) Her var tað at abbar okkara, Meinhard og Marius, stovnaðu Filadelfia saman við øðrum brøðrum í Gøtu. Nú er alt gras og vit kunnu siga sum í sanginum hjá Elvis The Grass Won’t Pay No Mind . Einki leggur grasið í tað. Neil Diamond, tað frágera skald, yrkti henda fitta ástarsang millum fjals og fjøru. Í meðan, og eftir Elvis, er Filadelfia flutt, nærri Norðragøtu, framvið bæði Gróti og Missiónshúsi. Men yvir øllum dagar enn sum áður Gráabrúgv, har vit tóku skurapisur. Eina í hvørja ermu á Klaksvíksulpuni og so knút á og oman brekkuna. Meinhard, sum hevur navn eftir abbanum í Norðragøtu, Hellu Meinhard , bjóðar nátturða. Kjógv úr Kunoy, haðani konan Rutt er slekta, og so niður í kjallaran, har Meinhard ger sendingarnar, sum eru um einki. Tað vil siga um ta...

Ein dag í Gøtu

Sonja á Líðarenda við spatieringsarki fyri Føroya Løgting, Signar í Homrum við Strandferðslubúmerkinum í blýggi og niðast búmerkið hjá Tórshavnar býráð í søguligu skuffuni í køkinum hjá Estra (Myndir: Birgir Kruse) Var í Gøtu og vitjaði Estra og Vasti í dag. Har arbeiða fjúrtan fólk við besta útsýni yvir sandin og Gøtuvík. Í erva eru ljós og snøgg móttøka, skrivstovuhøli og køkur. Inn móti bygdini, yvir ímóti húsunum hjá Martinusi, er plattur omaná prentsmiðjuni, sum er í kjallaranum. Á plattinum hevur løgreglan hildið til, tá G! Festivalur hevur verið. Her kundi eg hugsað mær at bílagt pláss beinanvegin. Sonja Gregersen, gift á Líðarenda, er stjóri. Hon greiðir frá um tá hon byrjaði í læru hjá Estra í 1975 og hvussu prenttøknin er broytt síðan tá. Lutirnir, hon tekur fram úr einari skuffu í køkinum, siga teirra greiðu søgu. Her er blýggj, reinteknaði skelti frá Føroya størstu listamonnum, fyrstu litprent og frágreiðingar um spatiering millum bókstavir. Og so nøkur lesarabrøv og við...

- Eru tíðindi ikki til sølu longur?

Mikudagar er fjølmiðlatáttur í Sosialinum. Álvur Haraldsen tók myndina av dagsins skrivara. Tey, sum fyrr hava skrivað eru Dorit Hansen og Dagfinn Olsen. Longu í 1987 skrivaði eg sjónvarpsummæli í Sosialinum  Fríggjadagar verða journalistisku feitiærnar, Dimma og Sosialurin, sleptar. Skornar upp á køksborðinum vigaðu tær eitt pund hvør og taldu ávikavist 40 og 48 blaðsíður. Upprunaliga vóru tað prentfólk, ið gjørdu tíðindabløð, soleiðis framíhjá. Seinni varð tað partapolitikkurin, sum vildi eiga bløðini. Nú politikkur er horvin – eisini úr bløðunum – er tað marknaðurin, ið stýrir bløðunum. Helst hevur hann altíð gjørt tað, marknaðurin. Eins og aðrar marknaðarvørur verða tíðindi framleidd við sølu fyri eygað. Á handilshillum verða sjónligheitin og pakningurin avgerðandi. Tíðindadysturin flytur á forsíðuna, har kappingarelementið er at hava best seljandi søguna. Grundtankin er omnibus , alt til øll. Fríggjadagin hevði Sosialurin munin við mest prangandi pappírinum og Dimma við ska...

Trantklukka

Ein trantaklukka avmynda í Havn í dag. Tær koma við trøum og plantum (Myndir: Birgir Kruse) At keypa inn og borðreiða er skiftandi uppgáva á mongum arbeiðsplássum. Sjálvur annar havi eg køkstørn hesa vikuna. Og kanska vóru vit enn fleiri, uttan at vita av tí. Eftir at hava keypt eksotiskar fruktir í einum stórum handli Havn, sást henda klukkan bráddliga á gólvinum. Køn fólk siga at hetta er ein trantklukka (Curculionidae) og at tær koma til Føroya við ymsum vøkstrum, trøum og plantum, sum eru til sølu. Væl gagnist, altjóðagerð!

Bilur - við og uttan svávul

Bilur - innan og eftir vask við íslendskum avfalli í dag (Myndir: Birgir Kruse) Tá eg lat dyrnar upp í morgun, var svávul í luftini. Helt eina løtu, at septiktangarnir í grannalagnum vórðu um at verða tømdir, men har var eingin slanga og eingin slúkur í túninum. Deymurin var heldur av eggi og sum frá leið sá eg fyri mær fyrstu ferðina eg var í Íslandi og skuldi busta tenn. Úr handvaskinum kom hesum rami luktur av svávuli, sum tú aldri gloymur, hevur tú ikki lukta hann fyrr. Helst er einki minnið so dygt og nákvæmt sum lukturin. Tú sært fyri tær ta løtu, tú fyrstu ferð luktaði hetta. So í túninum fekk eg í morgun eina óbetaliliga ókeypis ó-ferð til Íslands. Eftir loknan arbeiðsdag varnaðist eg in real life alt tað íslendska svávulið, sum hevði lagt seg á bilin. Omanfyri sæst bilurin, við og uttan svávul av Eyjafjallajøkulli á íslendska Suðurlandinum.

Altmodisch

Gomul útvarpstól, ið hava sæð betri útvarpsdagar. Myndin er tikin í Tema Radio og sæst í bókini "Fjølmiðlar" (Mynd: Birgir Kruse) - Eri tað bara eg, ið haldi at útvarpið er vorðið altmodisch og hevur slept øllum sambandi við nútíðina? Siti og lurti eftir eini sending um gamlar dagar í Sjónleikarhúsinum í Havn. Útvarpsskráin sigur um sendingina, at hetta er: “prát við fólk, sum hava livað í einari tíð, sum nú er at kalla farin.” So eru vit ámint, ella ávarað. Ikki eitt orð um henda vakra mentanarstovn, ið eins og aðrir heil- og hálvalmennir mentanarstovnar, enn eru til og eftir førimuni reka sítt virksemi í sama býi. Í gjár varð greitt frá um Herman, sum sang Evert Taube. Altmodisch upplestur og síðani prát við altmodisch vágbing um el og annað mangt, sum fyrr var modernað, í fimm pørtum, eins og sendingarnar um farnu vísusangararnar. Og meðan eg skrivi, hoyrist ein altmodisch hugleiðing um staðarnavnið á Hálsi, sum, nú so nógvir tilflytarar eru, eingin kennir og ...

Páskatúrurin 2010

Gongutúrurin á páskum í ár var langa fríggjadag. Vit møttust á Lambafelli klokkan 10. Hetta er níggjunda ferðin at vit hittast á henda hátt. Útvið hálvthundrað fólk vóru í gonguni, sum fór eystureftir í góða kavaveðrinum. Ávegis oman móti Ánni við Grøv, sigur Lis Mortensen frá um sjónligu rivuna í lendinum, sum hevur givið ánni navn. Í 1960'unum, tá eg var grønur skóti, vóru vit við Kára Olsen í telti á hesum staði, sum sæst á myndini niðanfyri. Patruljan æt Ørnin og vit ruddaðu altíð eftir okkum. Men tað gera ikki øll. Á sama bakkanum liggur í dag toppurin av einum Jøtul ovni og nakrar ristir at grilla á. Búi Brattaberg, sum var við í ferðalagnum, fortaldi at pápi hansara, Árni, var við at gera Oyggjarvegin, sum var liðugur í 1966. Bergið, har vegurin fer um Sundsháls og Syðradalsskarð og sker seg gjøgnum klettin, fekk tí navnið Brattaberg. Áki Davidsen og Turið Joensen standa á einum kletti við mongu elektrisku installatiónirnar við Gellingarklett á Húsareyni. V...