Hvalur 9 á beding í Reykjavík og ein røð av gomlum stórhvalabátum, sum liggja svínabundnir við bryggjuna. Spentur stórhvalaskytti greiður frá um at veiða og skera upp. Kokkur borðreiðir við stórhvalatvøsti eftir japansku sushi hevdini (Myndir: Birgir Kruse) Gomlu íslendsku hvalabátarnir Hvalur 8 og Hvalur 9 eru aftur farnir at skjóta stórhval. Morgunblaðið skrivar í dag at longu fyrsta dagin skeyt Hvalur 8 tveir nebbafiskar og Hvalur 9 ein nebbafisk, sum á íslendskum eitur langreyður . Fyri trimum árum síðani vitjaðu Gundur Mortensen og eg Námsgagnastofnun, sum er íslendski Skúlabókagrunnurin. Tá var Hvalur 9 á beding og eg tók nakrar myndir í sólsetrinum. Meðan gomlu hvalabátarnir hava ligið við bryggju í Reykjavík hevur borið til at bíleggja ein lættan stórhavlafrokost umborð. Í hesum sambandi havi eg sjálvur upplivað at myndugleikarnir í Íslandi eru ikki so stívrendir sum í Føroyum, tá umræður at borðreiða feskan, staðbundnan mat. Her í landinum kann Mortan í Hamrabyrgi la...