Hvalur 9 á beding í Reykjavík og ein røð av gomlum stórhvalabátum, sum liggja svínabundnir við bryggjuna. Spentur stórhvalaskytti greiður frá um at veiða og skera upp. Kokkur borðreiðir við stórhvalatvøsti eftir japansku sushi hevdini (Myndir: Birgir Kruse)
Gomlu íslendsku hvalabátarnir Hvalur 8 og Hvalur 9 eru aftur farnir at skjóta stórhval. Morgunblaðið skrivar í dag at longu fyrsta dagin skeyt Hvalur 8 tveir nebbafiskar og Hvalur 9 ein nebbafisk, sum á íslendskum eitur langreyður.
Fyri trimum árum síðani vitjaðu Gundur Mortensen og eg Námsgagnastofnun, sum er íslendski Skúlabókagrunnurin. Tá var Hvalur 9 á beding og eg tók nakrar myndir í sólsetrinum.
Meðan gomlu hvalabátarnir hava ligið við bryggju í Reykjavík hevur borið til at bíleggja ein lættan stórhavlafrokost umborð. Í hesum sambandi havi eg sjálvur upplivað at myndugleikarnir í Íslandi eru ikki so stívrendir sum í Føroyum, tá umræður at borðreiða feskan, staðbundnan mat. Her í landinum kann Mortan í Hamrabyrgi lata seg eyðmýkja undir einum trekum undantaksloyvi, meðan íslendsku myndugleikarnir rulla reyða leyparan og allar tænastur út fyri lokalum eins og vitjandi. Tað er sjón fyri søgn, sum myndirnar vísa.
Spell at vit føroyingar eru so lítið framfýsnir, at vit brúka mestu tíðina at gera forðandi skipanir at sláa hvønn annan í høvdið við, antin tað snýr seg um ull, ella at fáa feskt undir tonna. Og nú ætlaðu almennu Føroyar so eisini at frásiga sær rættin til aftur at veiða stórhval.
Einferð mitt í sjeytiárunum, tá eg vaskaði skott saman við hugfarsliga Áranti Johannessen niðri á kei á Eiði, kom mær til hugs at júst hetta er okkara arbeiði og okkara definitión av føroyinginum. Vit vaska skott og síggja til at øll hava ein skottaðan hugsunarhátt, hvør í sínum skottið.
Og fyri tey, sum ikki vita tað, kann eg upplýsa at skottfjøl eitur shifting boards. Tað sigur føroysk-enska orðabókin hjá Sprotanum.