Skip to main content

Ritzau lýgur

Ikki hevði eg trúð at eg skuldi fanga eina heiðurskrýnda tíðindastovu sum Ritzau í at lúgva.

Ikki tí, fyri egna rokning og í egnari stovu, havi eg ofta skemtað mær við, hvussu orðalagið hjá føroyska Ritzaukorrespondentinum er, tá mál hiðani verða borin fram í donskum miðlum. Serliga stuttligur er komprimeraði tekstvarpsformurin, tá Ritzau fortelur um ríkisrættarlig mál, ið hava við bæði Føroyar og Grønland at gera. Tá er orðavalið konsekvent soleiðis at føroyingarnir eru óforskammaðir og ótakknemmiligir, meðan Grønland er ringa samvitskan hjá dønum. Millum lummabókina og meg, er hetta mín egna privata langtíðarlummafilosofi, tá um danskan tíðindaflutning úr Føroyum ræður.

Tíanverri er tað soleiðis at flestu føroyingar ganga sjúkliga høgt uppí, hvat danir siga um okkum. Sjálvt tankar okkara um okkum sjálvi hava danir kolonialiserað.

Onkuntíð eri eg í Ebenezer, onkuntíð lurti eg eftir Elton John og onkuntíð eri eg á Eiði. Tí var tað við serligum áhuga at eg 7. juni læs stórskemtið á forsíðuni hjá Dimmu, sum søkir nýggjan himmalskan bústað.

Dimmugreinin segði frá um kórsangaran Imma Dam, sum keypti spøkilsishúsini hjá Karl í Bóndastovu á Eiði, og ikki vil lurta eftir samkyndum samljóði. Tað skal hann hava sagt í Ebenezer.

Hóast søgan er av teim bestu hjá Dimmu higartil í ár, er undirtøkan fyri páhaldinum hjá Imma ivasom.

Dimma sigur sjálv: “Heldur ikki leiðslan í Ebenezer tekur undir við støðuni, sum var borin fram á møtinum í gjár. Leiðslan harmast um, at hetta kom fram og tekur ikki undir við sjónarmiðnum.”

Sjálvboðin leggur leiðslan í Ebenezer boðini út á egna heimasíðu. Ebenezer tekur ikki avstand frá hvørki Elton John ella nøkrum øðrum. Alt, eisini tónleikur, kann tæna Gudi og evangeliska boðskapinum. So skuldi tað verið avgreitt.

Men so er tað danska sambandið. Danski korrespondenturin hjá Ritzau í Føroyum fær boðini at ljóða soleiðis: “I den baptistiske Ebenezer-kirke raser man over superstjernen, der er bøsse og forkæmper for homoseksuelles rettigheder.”

Sum føroyskt talandi lærari í donskum eri eg paff. So púra paff. Er hitt óupplýsta einaveldið sett í verk eftir vánaligu Pisakanningarnar? Duga vit hvørki at lurta, lesa ella skriva?

Her er øll greinin frá Ritzau:

Elton John er midtpunkt i færøsk homohad

Den 29. juni giver popsangeren Elton John koncert i den færøske hovedstad Torshavn. Men forud for en af de største koncerter i Færøernes historie er debatten om homoseksuelle atter i kog i det lille øsamfund

For nok ser mange færinger frem til koncerten med Elton John, men i den baptistiske Ebenezer-kirke raser man over superstjernen, der er bøsse og forkæmper for homoseksuelles rettigheder.

Formanden for den stærkt troende kirke fraråder færingerne at tage til koncerten og udtaler sig i skarpe homofobiske vendinger om den britiske stjerne, skriver B.T.

- Satan var kapelmester i himlen, så det, at Elton John er så fremragende til at synge og spille musik, er ikke så underligt. Jeg mener ikke, at vi burde gå til koncerten i Torshavn, siger Imme Dam.

Et ømtåleligt emne

Homoseksualitet er et ømtåleligt emne på Færøerne. Mange homoseksuelle føler sig forfulgt i Rigsfællesskabet, og sidste år faldt et forslag om at gøre det til en skærpende omstændighed, hvis en homoseksuel udsættes for en forbrydelse alene på baggrund af sin seksualitet.

Arrangøren bag koncerten, Bogi Andreasen, nægter dog at lytte til den rabiate kristne leder, og han glæder sig til at se Elton John spille for 6500 mennesker til en af færøernes største kulturbegivenheder nogensinde.

- Vi er helt klar, siger han til B.T.

Ritzau