Floksfelagar í Norðurlandahúsinum og har um leiðir. Hans vísir kompositión í gulum og Jógvan vísir músaháv av Hatton banka. Síðani sæst kompositión í betongi á grønum bøi og Sápufabrikkin Okkara, handan Háls. Arkitekturin H.C.W.Tórgarð var ársins evni (Myndir: Birgir Kruse)
Leygardagin 12. juni møttust vit floksfelagar aftur. Í ár vóru vit Martin, Hans, Jóhan Petur, Jógvan og Anfinn. Vit møttust í Norðurlandahúsinum klokkan 15 at síggja framsýningina Frontal hjá Rannvá Kunoy. Mitt í framsýningini skuldi Føroya Banki, sum nú eitir Bank Nordik, hava veitslu. Tí var listarliga summarframsýningin munandi skerd. Sindur spell, men húsið er jú fleirfunktionelt. Úr Norðurlandahúsinum gingu vit eftir gøtuni móti Svartafossi og sóu yvir á Sápufabrikkina Okkara, sum H.C.W. Tórgarð (1885-1957) teknaði í 1939. Arkitekurin Tórgarð var ársins evni á mentaferðini hjá okkum floksfeløgum. Nýtt øl, sum eitir Okkara, er komið á marknaðin. Í hesum sambandi skrivar Høgni Jensen, ølbryggjari, soleiðis í einum kjaktráði á http://www.portal.fo/:
"Okkara er eitt gamalt navn í føroyskum vinnulívi. Fyrstu fer at Okkara varð brúkt var í 1923, tá fyrsta sápan varð gjørd í Tórsgøtu, á Gamla reinsaríi. Í 1938 var P/F Okkara Sápufabrik stovna og flutti niðan á Háls í 1940. P/F Okkara Sápufabrikk fór í søguna í 1983. P/F Torshavns Mejeri & Mælkeforsyning hevur brúkt navnið í sambandi við súltutoy. Tá øll framleiðslan varð seld í 2006, bleiv navnið á súltutoyinum broytt til PM. Øll nøvn, sum hava knýti til brygging í Havn eru endaði uttan fyri Havnina. P/F T.M. & M. er ein eigaranum av nýggja bryggjarínum og eigari av navninum Okkara. Tí var tað upplagt at brúka navnið Okkara."