Filmsplakat frá 1965 "Ship of Fools" ella á føroyskum "Gekkaskipið" Sunnudagin vísti Kringvarpið Gekkaskipið . Ikki ein nýggjur Gekkur, flotaður til várróðurin á Norðhavinum, men klassiski amerikanski filmurin hjá Stanley Kramer Ship of Fools frá 1965. Søgan um samfelagið sum eitt skip er trároynd, til dømis Slaven hjá Hans Kirk (1948), við permu hjá Svend Johansen, og allar tær hálv- og heilmytologisku søgurnar um Titanic og sálmasang har umborð. Dagin eftir Gekkaskipið og gjøgnum alla vikuna visti tíðindadeildin í sama stovni at siga frá um uppreistur og rýmdan ráðharra úr Libya og so eisini kjarnorkugeislingar í Japan. Tíðindini vóru frá Danmarks Radio, Jyllands Posten og Ritzau. Tríggjar keldur, allar danskar, sum føroyska almannavarpið í eina heila viku hevur brúkti at siga føroyingum frá um fremstu viðurskifti í Norðurafrika og Fjareysturi. Venda vit aftur til søguna um Gekkaskipið , so er hon sjáldsom við tað at hon vísir, at her er onkur í almenna...