Filmar skulu síggjast í biografinum, tað plagdi Ole Michelsen (f.1940) at siga í donsku sjónvarpssendingini Bogart (1985-2002), sum var um film. At hann stóð við orðini prógvaði hann í bókini Film skal ses i biografen, personlig filmbog (1997). Men ramman skal passa til løriftið.
Filmar skulu síggjast í biografinum. Men nú er tað bara soleiðis at vit eiga bara ein biograf, sum ásetur filmsúrvalið í øllum landinum. Ikki tí, biði eg Havnar Bio seta ein líkinda film á skránna, so gera tey tað. Ikki so galið í so máta, men tað breiðkar ikki um almenna úrvalið í tí dagliga. Tað skapar ongan brand og fær neyvan eina reyða Fólkavognsboblu at rulla.
Nei, staddur á sløttum sandi, uttan útsikt til annað enn ta flóð, ið skjótt fer at skola alt omanav, má eg tilkalla neyðhálp frá tí almenna.
Eg vil síggja film, óvæntaðan film, sum eg ikki visti um, fyrr enn eg sá hann. Film, sum eg kann ganga við í høvdinum í langa tíð. Kanska ár. Ikki tí eg bara vil skilja filmin, men tí at varpaðu visjónirnar kunnu vera so hugtakandi, at tær gnadda innan í heilabørkini, uttan yvirhøvur at skapa skilnað fyri, hvat tær heilt greitt vildu siga. Í roynd og veru dámar mær best filmar, eg ikki skilji. Tá er gott við einum einoygdum falsnara undir reyðu lampuni, beint við neyðdyrnar.
Men inn í millum er tað ein fragd at síggja vánaligan film, sum Leonard Maltin gevur bomb karakter. At leita inn í instu gøgn á beint fram vánaligum filmi og royna at fanga ta skilvísi, sum ræður í teirri verðini. Stephen Kingsøgur um treylarar og bensinpumpur, sum í Maximum Overdrive (1986) blíva livandi og taka lívið av øllum menniskjansligum.
Men so eru aftur stundir at koma upp undan og síggja góðan film, so sum Wim Wenders (f.1945), ið dugir at velja fotografar og ljósfólk, sum bara duga hatta at seta í scenu og skapa hugløg, ið kennast, sum tey altíð hava verið har.
Og hetta varnaðist eg á Netflix í gjár, tá eg fyrstu ferð royndi hesa tænastu á einum teldli á køksborðinum. Mynd, ljóð og undirtekstur eru framúr. Ja, fantastisk. Og fyri bara 79 krónur um mánaðin, tað er ein króna minni enn biografbillettin kostar, fyri ein persón, til eina sýning, eina ferð. Og nógv fara onga ferð í biograf. So hetta er ein hent og heimlig tænasta. Var tað ikki bara fyri úrvalið. Tá eg valdi henda filmin, Der Amerikanische Freund (1977), var tað tí eg fann ongan annan, sum eg tímdi at hyggja eftir. Ein filmur úr allari rúgvuni, tað var tað. Meir er ikki at fara eftir. Allar myndirnar omanfyri, uttan hin eina við blóðdálkaða kølaranum, eru úr hesum filmi. Gamaní er øll byrjan tung, men danska deildin av Netflix, sum vit sleppa at brúka, er undirdeild hjá altjóða fyritøkuni í Los Gatos í Silicone Valley. Her skal meir á skíggjan, skal Netflix blíva tann heimabiografur, ið sølufólk vilja vera við. Tøknin einsamøll broytir ikki upplivingina av einum góðum filmi. Og eru eingir góðir filmar, so kann sjálvt hin besta, lagaligasta og mest framkomna tøknin ikki fáa meg at hyggja at filmi, eg ikki vil síggja. Njetflix.