Í dag var syng føroyskt dagur í Útvarpinum. Í fagra sólskininum á middegi fór eg oman á Kongabrúnna, har eg parkeraði bilin og tók nakrar frostmyndir, innan eg fór niðan á Áarvegin og longur niðan í Havnina Umhvørvið innast á Eystaruvág er litfagurt og hvønn dag varnast tú nýggjar litir og rørslur. Her er tað guli liturin meðan tveir piltar ganga framvið. Og niðanfyri hómast jólastjørnan hjá Tryggingini á vagni millum reyða stevnið og frysta bryggjukantin. So niðan eftir Áarvegnum framvið frostklæddu Áarastovubrøðrunum og inn á Kafé Kaspar at eta føroyskt afturvið heimligum útvarpstónleiki. Ein norðuratlantiskan tapas, sum er borðiskur við sild, laksi, turrum fiski, turrari grind, spiki, eplum, skerpikjøti og myrkum og ljósum breyði. 159 krónur og nógmikið til tvey, kanska trý. Ein frálíkur biti, sum eg skal viðmæla, eisini tí at borðiskurin tykist syngja saman við matstovuni, men kanska var tað bara ein tílíkan dag, har øll sungu føroyskt inni hjá Bakar H...