Skip to main content

Tøgni í tíggju tímar


Nú sløknaði Útvarpið og tendrar ikki aftur fyrr enn klokkan sjey í morginárini. Tøgn í tíggju tímar. Eg veit ikki um landasorg kann stigbendast, men higartil havi eg ikki hoyrt um tøgn meiri enn ein minutt, tá onkur er farin úr tíðini, ella okkurt minnisvert, sum øll vilja gloyma, er hent. Tíggju tímar. Eg eri púra paff. Varpandi paff. Og undrist samstundis yvir almennu tænastuna the public service. Hvønn er tænastan the service fyri? Og hvat fer almenningurin the public at halda um tænastuna? Nei, eg bara spyrji nú Útvarpið hvarv og Sjónvarpið endursendur ein danskan journalist í amerikanskum illveðri. Nei, eg bara spyrji, who is the public and what is the service?