Gerið so væl, her er innihald til allar Føroya teldlar, nú og komandi. Til vinstru omanfyri sæst sjálv bókin Føroya Náttúra, bara sum eitt dømi, og omaná er settur teldilin frá Apple, har eg havi blaðað fram til somu bók, so eg kann lesa hana á skýggjanum. Sama bók er tikin fram á Snar á telduni til høgru og mitt í millum sæst sjónvarpið, sum vísir amerikanska Homeland við donskum undirteksti. Og hví nú tað? Jú, tí at í dag hevur verið sagt í miðlunum frá fleiri lærarakeldum, at nýggju teldlarnir í Stranda skúla hava einki føroyskt innihald. Eg má rætta hesar lærarar. Føroyska innihaldið hevur í mong ár verið so nógv, at tað eru fólk, sum av røttum hava ætlað at tikið hetta megnar tilfar burtur og forða almenninginum at brúka tað. Tí, hví skulu tey nú keypa bøkur úr pappíri fyri krónur og oyru, tá alt kann lesast opið og ókeypis til allar tíðir á øllum netinum?
Mest sum allar føroyskar skúlabøkur hava verið tøkar á netinum í fleiri ár. Tað er Google Books sum púra ókeypis, bara fraktrokningin ljóðaði uppá 77.000 krónur, hava skannað allar tær á leið túsund føroysku skúlabøkurnar hjá Námi inn í eina skipan, sum er tøk hjá øllum heimsins borgarum, ið hava teldu og internetsamband. Allastaðni í heiminum. Ein serligur gimsteinur hjá teimum, sum vilja læra seg føroyskt í Kansas, tí tað vísur teljarin, er hendan frá 1955 An Introduction to Modern Faroese:
Umvegis undirvísingarportalin Snar ber til at lesa, leita og blaða í allari bókini, sum Nám hevur givið út av nýggjum. Gamaní ikki sum samvirkin e-bók við hyperlinks, smakki og ljóði, men tó - bókin, øll sum hon er, beint í hondina. Og mær vitandi er henda bókin uppseld og tí ófáilig. Sama er ikki galdandi fyri bókina Slóðir. Hon er prenta uppaftur fleiri ferðir, tí nógv spyrja eftir henni. Eisini hon er klár at lesa á teldlinum, hygg bara her:
Hóast allar hesar bøkur eru opnar og ókeypis í hesi einføldu skipan, so beri eg onga bangheit fyri at lærarar og næmingar gevast at keypa bøkur. Heldur eri eg bangin fyri at landsins kommunur framyvir fara at keypa meir av tøkni, tí seljarar duga nógv betur at selja teldlar og talvur enn gamaldags bøkur. Vænti, at framtíðar avbjóðingin hjá skúlunum verður, at fáa javnvág millum keyp av nýggjari tøkni og gamaldags bókum. Tað er í hesum seinna parti, teim gamaldags bókunum, at framleiðslan liggur. Eingin bók verður gjørd við at keypa ein teldil ella eina samvirkna talvu. Men henda tøknin lyftir bókina fram og ger hana lesiliga hjá fjøldini.