Í Degi og Viku týskvøldið var kjak við støði í mínum egna bloggi frá degnum fyri, har eg fyri egna rokning seti fram ynski um at føroyska fjølmiðlamyndin verður skrúva til eina tíð og ein frekvens, tá Útvarp og Sjónvarp vóru hvør sær. Bráddliga hoyri eg framleiðaran í oyranum á vertinum undir liðini á mær siga, at eg er ein av teimum free lancarum, sum ikki skulu koma til arbeiðis í Útvarpinum longur. Starta við tí! WTF? Hugsaði eg við mær sjálvum, skal eg fyri opnum skermi fara at grenja um at Katrin nú brýtir fortreytirnar, premissin, fyri samrøðuni um at separera Útvarp og Sjónvarp? Nei, hugsaði eg, tað gevur onga meining. Men eftir at hava sovið uppá tað, má eg sanna, at slík manipulasjón og undirmininering smakkar mær so illa, at eg frá hesum bloggi, sum var støðið undir avtalaða prátinum í Degi og Viku, má koma við einum inniklemmaðum miðlafreti, um at eingin føroyskur free lancari er umboðaður av nøkrum felag ella persóni, heldur ikki av mær og enn minni av láglønarfelagnum í grannhúsinum hjá Sjónvarpinum. At eg í tveir leygardagar havi avloyst Petur Rouch í Rót og Rútmu, setir meg ikki á uppsagda arbeiðslistan hjá Útvarpinum. Mínar áneyðir at gera vart við hesa manipulerandi petitessu hjá kollsiglda flaggskipinum í Sjónvarpinum eru tó av øðrum slag. Eg eri sannførdur um, at tað eru eingi onnur enn free lancarar, sum javnt og samt hava ment og hildið skránni hjá Útvarpinum gangandi. Tað eru free lancarar, sum standa fyri teim royndum, sum hóast alt eru og altíð hava verið á skránni í Útvarpinum. Soleiðis hevur altíð verið. Og hesir free lancarar eru óvardir og óskipaðir og Kringvarpsleiðslan hevur ongar skyldur mótvegis hesum leysarbeiðarum, sum skuldu í rættin at fáa frítíðarløn. Og forrestin kunnu teir í eitt heilt ár gera sendingar, sum rúnarbinda tjóðina, ein tíma um vikuna og eftir einum ári og 52 tímum kosta hálvt so nógv sum ein hálvur sjónvarpstími av nalvapilkandi gassi sendur eina ferð í sama ári. Free lancarar eru heldur ikki vardir, tá nýsetti stjórin í depressivum panikki sendir teir allar til hús, tí hann kann spara hálvtrýsstúsund krónur, 50.000 kr, hetta til jóla, sum Ívar plagdi at siga. Soleiðis hevur eisini verið og soleiðis fer altíð at vera. Fyri tjúgu árum síðani vóru royndir gjørdar at fáa free lancarar at skipa seg í eitt felag, men til fánýtis. Tí umboði eg ongan annan enn meg sjálvan og henda blogg. Sum jú eisini var støðið, premissurin, undir avtalaða prátinum, sum mest bleiv heimleyst róp í Degi og Viku í gjárkvøldið. Nú Kringvarpið hevur avsagt seg sjálvt, kann eg bara siga: Leingi livið free lancarar í Útvarpinum.