Páskabloggarin í Christiansfeld, har fólk verða grivin standandi, upp og niður Páskir venda aftur á hvørjum ári. Í hvussu er øll tey ár, ið eru okkum unt. Páskamorgun fann eg henda gamla blogg, sum eg langt síðani hevði gloymt. Vónandi hevur lesarin eisini gjørt tað. Gloymt hann. Tí nú fari eg at endirprenta hann í tykisheimi, ein gamlan Skírisblogg við enn eldri myndum: Eftir fjøruti kjøtleysar dagar í oyðu og niðu er kristna hátíðin aftur yvir okkum. Hátíðin, tá vit í hástemtari tungulist og prangandi myndum minnast krossfesting og uppreisn, við íbygdum gleðiboðskapi. Gleðiboðskapi um at deyðin er ikki endin, men at lívið sigrar á seinasta fíggindanum, broddleysa deyðanum. Fyrr í dybildagavikuni sá eg filmin Defamation (Yoav Shamir 2009) um antisemitismu. Í dag, skírhósdag, sá eg filmin Blandt brødre og søstre (Halfdan Muurholm 2007) um brøðrasamkomuna í Christiansfeld, haðani myndirnar eru. Áhugavert við religiøsum forsamlingum og hvussu tær verða sæddar og sígg...