Eitt er at fjøllini standa úti, so sum Jóanes Nielsen yrkti og Orka sveipti í dukandi trummur. Eisini Jesaja yrkti um fjøll. Og um vegir eisini: Yvir hvørt fjall geri eg veg og hækki hvørja gøtu, letur hann guddómin siga. Og so varnaðist eg spennandi ungdómsbloggin við heitinum Fjøllini dansa. Eina løtu í dag kundi hugsast, at tey øll arbeiddu hjá Landsverki, har Oyggjarvegurin er hægstur. Skrivaðu á asfaltið og tóku fepurin í fjøllunum, nú skeltini brustu lognu í dymbildagavikuni. Hvør er leiðin, har eingi skelti vísa og bara litter speglast í vatninum?