Skip to main content

Einkarbók føroyska framtíðarskúlans



23. apríl møttust landsins kosnu fólk á tingi klokkan hálvgum tvey, og hildu á at parlamentera til klokkan eitt korter til seks. At síggja til bara smámal, um tekniska orðabók, stuttfilm til smáfólk og nakrar krónur at keypa veggjaprýði fyri. Smámál, sum øll fullu. Hvat tá.

Men eina smámálið, tað um upphavsrætt, var samtykt og endaliga avgreitt. Tað var nú eisini uppá tíðina.

Hesin at síggja til óinteressanti dagur varpaði tó eitt heilt serligt ljós á listiliga og tingsliggjørda mentan, tá ein fólkavaldur, sum situr ytst, tí hann akkurát kom inn, hevur sett seg sjálvan ikki bara fremst, men eisini ovast, at forvalta allar mentanarligar krónur og fyriskipanir í politisku føðiketuni við so stórum gløggskygni, at alt ljós lýsir á hann og hansara gerðir, ja ljósið er føtt í honum, tá hann við rindalistiskum birtilsi kunngjørdi hesi orð á tingsins røðarapalli týsdagin, sum Listabloggurin hevur transkriberað:
“Harra formaður, vit umboða eisini tann listarliga partin, hendan samgongan hevur nógv listafólk, bæði tá tað kemur til málningalist og tónleikalist, tak bara formannin sjálvan og øll onnur. At billa fólki inn, at tað bara eru nøkur fá, sum hava skil á øllum tí kreativa og listarliga, meðan vit onnur ikki hava tað, tað er at stilla seg sjálvi upp í eitt ljós, tað er at taka seg undan skeppuni, sum tey ikki hava uppiborið.”
Henda sama týsdag, sum upphavsrættarlógin varð samtykt og mentanevndarformaðurin kunngjørdi, at tingformaðurin var listamaður, henda sama dag kom í allar poskassar eitt ókeypisblað frá skúlanum NámX, sum sami mentanevndarformaður varar av. Í hesum ándsfríska ungdómsblaði verður á síðu sekstan kunngjørt, at bøkur eru ikki neyðugar í føroyska skúlanum longur. Nú fáa tey ístaðin teldlar á hvørt borð. Bara ikki bøkur. Jú, kanska eina bók. Tí, sum skrivað stendur í ókeypisblaðnum hjá mentanevndarformanninum, so skal KTvørðurin fáa eina bók. Eina einkarbók. Hvussu henda einkarbók føroyska framtíðarskúlans skal verða lisin og handfarin, stendur her at lesa:
“Í staðin fyri at keypa eina bók í part, so keypir KT-vørðurin eitt eintak og býtir tað út við teldlinum til øll.”
Soleiðis fór hesin mentaði týsdagur í søguna. Ein týsdagur, har eingin króna varð latin smáfilmi til stuttbrúk ella almennum listakeypi upp í leypar at seta á tómar veggir. Men fremst av øllum ein týsdagur, har vit av landsins hægstu mentanarrók fingu skilning fyri, hvussu rættindi, upphavsrættindi, fara at verða umsitin.

Jú, tað eru tey, ið eiga bæði vit og ljós, ja upp í skeppur. Men eg haldi ikki, at eg fari at flagga fyri teimum hósdagin. Heldur fari eg at fegnast um bloggin frá Várframsýningini fyri fýra árum síðani, tá Tóroddur Poulsen gjørdi merkisverd bomm úr flagginum, Bommgarðin, sum hann her skoðar saman við Carl Johan Jensen á Skipasmiðjuni.