Skip to main content

Og gingu kongar fram á rað


Havnin er veruliga vaknað. Í morgun skein sólin av klárum himni niður í Vágsbotn, sum hevur ligið fjaldur síðan langfarasmuglarar umskipaðu transatlantisku lastina einaferð í fyrndini, kanska mest við Jameikarommi. Sólin vinnur á skuggunum, ger djarvar speglingar í dýpið og stavar lív heilt inn í Vágsbotn, so ólívrunnir kongar spæla við, glitra og kasta langan skugga á dagin og vegin.



Eitt lot fer eftir vágni, ein Esbjergbátur fer framvið, og nýggi stoltleikin úr Gøtu liggur reyður hinumegin. Í lotinum glampar vatnrætta vágin reyðblá, men verður brotin av lodrøttum ljósrípum av brúgvum, mastrum og gamla Bacalaovegginum. Gjøgnum niðurrullaða gluggan verður tað ein kompositión í H-Dygd.


Og nú stavar sólin so edilhvøss á boyur og sprit, the bowsprit, á Norðlýsinum, so rustrunna dýpið verður livandi og ger tølandi strok á váta flatan, sum nemur kongablátt.


Fimm metrar longur inni er fullkomin ró. Undir sjónarringinum, ið hómast um Reynsmúlalág, danda litføgru bátarnir friðsælir, og bíða til menninir í Kontórshavn leggja slipsið og fara til útróðrar. Men so mistu vit æviga motivið undir søguligu veggunum á Vestaruvág.


Í Nólsoyarfirði guvar morguntokan og fjalir skip og rák, so bert Stongin og prinsessan á Oyggjarmúla hómast í ti fjara, meðan saftigar sóljur spretta á grønum bøi undir Skansanum.


Uppi á Hálsi, ja næstan í Starabrekkuni, omanfyri Veðurstøðina, hjá Waag & Company standa teir allir á rað. Teir bíða, til ein summarkátur kundi kemur framvið og letur seg tøla av tí vakra skapi, sum liggur í stjørnumerkinum, sum undir heiðum Havnahimni hevur elt meg allan vegin úr morgunsólini í Vágsbotni. Her standa teir. Allir á rað, kongabilar. Við mappuni í hond er tað sum eg hoyri sálmin: Og gingu kongar fram á rað/ og vístu megi mesta,/ teir megnaðu ei minsta blað/ á notulegg at festa. Og so varð keypihugurin loystur í darrandi asfalthjaranum við Veðurstøðina. Í hvussu er hetta árið.


Danski teknarin, Jørgen Clevin (1920-1993), segði einaferð, at einasti sálmasangur, sum har í landinum kundi teknast og sigast í myndum, var Brorsonsálmurin Upp alt, ið Harrin hevur gjørt. Sama hugsan sæst aftir í nýggju kristnibókini til fyrsta flokk, men serliga í kristnibókini til fjórða, har tíggju málningar hjá Sigrun Gunnarsdóttir (f.1950) verða brúktir at myndseta henda ítøkiliga sálm, sum eisini er í tíggju ørindum. Og endamotivið í Sólskinshavnini í dag er sum tikið úr finska telduspælinum Angry Birds. So ítøkiliga tølandi eru baklyktirnar á einum svørtum Mercedes CLA 200. Sálmabókin ella mappan?