Í morgun var kavi á vegnum, brim á sjónum og vindur allastaðni. Ja, kolandi stormur og ódn í øllum landinum, skulu vit trúgva Útvarpinum, sum trýr Landsverki. Men har trúgva tey mest uppá morgunlesturin, so arbeiðsfólk úti um landið máttu bíða tolin eftir avlýsingum frá Strandferðsluni og Bygdaleiðum. Tá er gott at búgva beint við arbeiðsplássið mitt í Kontórshavn, og í friði og náðum turka bleyta kavan av vindeyganum meðan kommunali lyktapelin glampar stillisliga yvir byrjandi fríggjadegnum.
Her er nokk einki veður fyri kampistar og kampingvognar í dag. Tí er gott, at bummurin er fyri, so eingin tekur sær óráð fyri og flytur inn í heimsins paradís við bestu fiskimøguleikum og allar besta útsýni.
Longur heimi, har við Eystfalssker, ber heldur ikki til at sleppa sær av við lortin, mannatrekkin, úr kontinentala kampingvogninum, hóast uppgangurin nú er so nógvur og harður, at her hevði einki sæst aftur í bræði, um tú so lat alt renna út.
Komin í arbeiðstúnið eru greflig spor av einum rennigravara, sum hevur arbeitt í rununi á grannaøkinum. Í øllum tí dukandi larminum havi eg uggað meg við, at hetta merkir framburð fyri land og fólk. Nú eru grafisku sporini eftir, brúnt omaná hvítt. Føroyar úr verkamannafrásýni ein fríggjadag.