Skip to main content

Posts

Showing posts from August, 2015

Útsøluendabrestur

So er útsøluendabrestur. Sjey menn og ein vertur. Jógvan Skorheim, sum er fjaldur aftanfyri frálíka vertin, var so góður, at eg seti eina mynd av honum niðanfyri, Jógvani til heiðurs. Fyrsti politikari, sum hevur tept Jørgen Niclasen í beinleiðis sjónvarpi, tá vit ikki telja Janus, sum skifti flokk, við. Tað er ikki so lítið. Koyr á! Annars vóru flestu menn góðir í løtum, uttan Jenis, sum alla tíðin ákallaði heilaga andan. Tað sømir seg ikki í verðsligum politikki. Sjálvt bispur hevur sagt tað sama, kirkjan er ikki partur av valstríðnum. Men avgerðin er tikin. Í morgin velji eg eina kvinnu á lista E.

Nýggjasta veljarakanningin

Við at trola á netinum ber til at gita seg til síður í redaktionellum skipanum . Her er nýggjasta veljarakanningin upp undir løgtingsvalið í morgin. Grátt er løgtingsvalið í 2011, og svart er veljarkanningin í dag. Stóri vinnarin í tingmannatali er Javnaðarflokkurin, Framsókn fær spáddu framgongdina, meðan Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin ganga aftur. Tjóðveldi, Miðflokkurin og Nýtt Sjálvstýri standa sambært kanningini í stað í tingmannatali. Í prosentum ganga Tjóðveldi og Miðflokkurin nakað fram.

Tað er makt í teim foldaðu hondum

Tey rættuliga mongu, sum á ymsan hátt vilja standa fram sum kristin í gerandisdegnum, brúktu í gjár vøllin framman fyri Tinghúsinum at biðja fyri løgtingsvalinum í ovurmorgin. Eitt lógligt tiltak, hvat vit so kunnu halda um tað. Men skal eg taka tey í álvara, so krevja tey eina guddómligu kvotu, a divine intervention , tá endaliga valúrslitið verður talt upp. Guddómliga kvotan skal tá leggjast afturat verðsliga valúrslitinum. Tað er tað, sum biðið verður um, havi eg skilt tað rætt. Eitt kristiligt meirvirði. Eina guddómliga inngrípan í nútíðar føroyskan politikk, sum tey kristnu halda vera blivnan ov ógudiligan. Eftir tí, sum annar av fyrireikarunum, Eyðun Jacobsen, segði í Degi & Viku týsdagin, og tí sum tingformaðurin, Jógvan á Lakjuni, hevur sligið stórt upp í heilsíðulýsing fyri valið, so er ágangurin á hjúnarbandið, ið er súlan undir samfelagnum, so nógvur og harður, at nú stendur landið í váða. Ikki kann eg bara mær fyri at smírast, at hjúnabandið er eitt politiskt p...

Eygnavitnið

Í 1980’unum høvdu vit í tvey ár eina danska lærarinnu, Karen Skovbjerg, í donskum á Læraraskúlanum. Hon hevði saman við manninum, rithøvundanum Ulrik Gräs, akkurát givið út eina antologi á forlagnum Tiderne Skifter um krígsreportarar, journalistar, sum skrivaðu av hermótinum til heimaavísina. Hon var so upptikin av hesum evni, at hon fekk okkum næmingar at lesa eina røð av bókum um krígsreportarar, millum aðrar A Roumor of War eftir amerikanska Phillip Caputo í danskari týðing, Krigslarm (1977), og Ögonvittnet eftir svenska Anders Ehnmark, eisini í danskari týðing, Øjenvidnet (1980).  Fyrra bókin er av hermótinum í Vjetnam, seinna av hermótinum í Kongo fyrst í 60’unum. Henda seinna søgan er í stuttum um ein útsendan svenskan journalist, sum hvønn dag skal skriva av hermótinum. Tað ger hann eisini. Men hann er ikki á hermótinum. Í staðin hugsar hann í barrini á Hotel Independence um rækjuborð heima í Stockholm og um meiningsdannandi maktelituna harheima. Kom í tankar um hesa bó...

Leygardagsbøn í Havn

Í dag klokkan eitt møttust fólk á Tinghúshvøllinum at biðja fyri løgtingsvalinum týsdagin. Tey, ið kallaðu til leygardagsbøn í Havn vóru Ann Dahl Hansen, Heine Lutzen, Svenning av Lofti og Eyðun Jacobsen. Umframt felagssang undir Merkinum varð biðið í trimum høvuðsbólkum: fyri poltiska valdinum, samfelagnum, og at enda bøn fyri fólki Guds, sum sagt verður í skránni. Átakið er fólksligt og hvørki lagt fyri, ella vælsignað av nøkrum kirkjuráði. Bispur boðaði í gjár frá, at fólkakirkjan er ikki partur av verðsliga stríðinum upp undir løgtingsvalið. Brøðrasamkomin er heldur ikki við í tílíkum átøkum, hóast einkultir limir í staðbundnum samkomum kunnu vera við. Bønarløtan er eitt fólksligt átak, sum hevur fingið loyvi frá Løgtingsskrivstovuni og Býráðnum, at biðja í felag, heldur enn inni við seg sjálvan, á Tinghúsvøllinum. Og sum eini bróðurin og síðumaðurin segði: ”Arbeiðararørslan er jú eisini her fyrsta mai á hvørjum ári.” Og í somu løtu vinkar ein kona til mín, og...

Beinkjarloysi í Steinatúni

Við skeribrennara eru boltar og beinkjarfesti skorin av í Havnartúni, so deyði miðbýurin verður enn deydligari í nýggja kommunala samferðsluhjartanum - Steinatúni. Tað sæst, um tú ætlar tær í bussin, har allir flokkar síggjast í allar ættir á pelum, bussum og húsaveggum, bæði teir skúlaðu og teir partapolitisku flokkarnir. Sosialdemokratiski garanturin hevur eisini floksskrivstovu á staðnum. Hví Tórshavnar kommuna við sama reyðhjartaða rættvísisflokki á odda, hevur skorið beinkirnar niður og burtur, sum vóru teir illgresi í kommunala grasagarðinum, er mær ein gáta. Fólk, ið ferast við ókeypis bussunum, fáa ikki hvílt seg, tá bíðast skal í ferðsluhjartanum, sum kommunan skal byggja út til eitt nýmótans ferðslutorg. Men eru tað kanska aðrar orsøkir, enn bussfarandi, at sosialdemokratiska býarleiðslan beint nú, og tað upp undir løgtingsval, og helst í øðini, ger miðbýin enn lambskotnari, enn hann var? Hvør orsøkin er, so er tað høpisleys gerð, at lata holini standa eft...

Mandariunur eftir valið - so er friður!

Týsdagin eftir valið eru Mandarinur   á skránni. Gleðið tykkum til fyrsta georgiska filmin í Føroyum, Mandarinur . Tá hesin er vístur, hevur Filmsfelagið víst allar teir 5 filmarnar, sum í ár vóru í uppskoti at vinna Oscarvirðislønina sum besti útlendski filmur, Best Foreign Language Film. Tað er nýtt persónligt met, sum tey siga í svimjingini. Oscartilnevndu filmarnir, sum hava verið vístir í Filmsfelagnum í ár, eru pólski Ida , sum vann, russiski Leviathan , móritanski Timbuktu og argentinski Wild Tales . Tilsamans 5 fantastiskir filmar, sum geva okkum livandi innlit í filmsgerð í fjarum londum, ið øll hava eina ríka filmsmentan og livandi filmsídnað. Mandarinur er ein humanistiskur krígsfilmur, sum uttan himpr fær fult stigatal í danska  Berlingaranum . Omanfyri er ein eksotisk plakat, sum lýsir humanistiska krígsfilminum úr Abkasia í Georgia, sum hevur vunnið friðarvirðisløn i Jerúsalem. Betri orsøk at fara í biograf er neyvan at finna á heystskránni hjá Filmsfe...

Gamlir menn á Info

Børnini syngja um Grønar menn frá Pluto , men í dag prentar portalurin hjá Miðlahúsinum, In.Fo, so nógvar gamlar menn, at vit kunnu syngja um Gamlar menn frá Info . Eftir stuttum tíðarbili er hini eini, Paul Watson, vigaður og í trimum førum funnin nóg interessantur at verða høvuðsevni á, orsaka meg, gamlamannasíðuni. Í trimum førum á somu síðu á sama degi. Eg eri helst ikki einsamallur lesari at halda, at hesin maður er lítið interessantur at bera so nógv fram fyri føroyskum lesarum. Men okay. Nú geri eg tað sjálvur. Men eg gravi hann uppaftur sum tíðindalík úr teirri grøv og í teirri trúgv, at vit ikki lata okkum provokera av hesum fólkaforføra, sum bara vil finna eina nýggja og persónliga The Cove søgu, so sum eg fyrr havi skrivað um á hesum bloggi. Uttan samstarv við fiskar á grunnum føroyskum vatni, finnur hann neyvan eina  Cove søgu í Føroyum. Ignorera mannin og ikki eindurgeva hansara tekstir til sín sjálvs. Gloymið Watson. Tí hann er ein lygnari, og lygnin er hansara vo...

Atgongumerkjasølan er byrjað!

Hvíta løriftið í Havnar Bio bleiktrar av berari filmsgóðsku í døgunum 9.-13. september í 2015. Tá síggjast 5 filmar í 5 dagar fyri 300 krónur. Harafturat ert tú við í kappingini um eina ferð fyri 2 til Edinburgh í Skotlandi í juni 2016 á elsta filmfestival á okkara leiðum, The Edinburgh International Film Festival. 5 FYRI 300:  Fert tú í forhøllina í Havnar Bio og keypir atgongumerki til allar fimm filmarnar, so fært tú tey fyri 300 krónur. Keypir tú støk atgongumerki, antin við skivuna ella á netinum, so kosta tey 90 kr hvørt, ella 450 krónur tilsamans. Hálvtannaðhundrað krónur eru sostatt at spara við skivuna. 1. filmur: Livjatan   í Havnar Bio 9/9 kl 20:00 Intro í Kaffihúsinum kl 19:00  Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum Fyrsti filmur er ein eksperimenterandi amerikanskur fiskivinnufilmur, LIVJATAN. Hetta er dýrið í sjónum, sum bíbliusøgur siga um. Amerikanski heimildarfilmurin úr Norðuratlantshavi hevur tikið navn úr hesum bíbliusøgum. ...

Stór, størri, størsta

Valplakatirnar vaksa hvønn dag. Tær verða bara størri og størri. Higartil havi eg hildið, at henda plakatin hjá Bárði Nielsen úr Sambandsflokkinum hevur verið hin størsta og avgjørt best plaseraða. Hon er á vegginum hjá Smápartafelagnum Vest Invest, hjá Skilling tey kalla, í Bøkjarabrekku mitt í Havn. Men í dag sá eg, at Sonja Jógvansdóttir, hon, sum við hepni hevur nápað politikarasloyfuna minus polkaprikkarnar frá Óla Breckman, hevur plakathersett næstu grannahúsini, sum eru á Tinghúsvegi 13. Saman við Annlis hevur hon júst keypt húsini frá Eik. Gott at kapitalurin verður trongdur út úr miðbýnum. Ja, kundi hugsað mær ein flokk, ið hevði tað sum fremsta skildramerki. Kapitalin út úr miðbýnum. Á nýkeptu húsini hevur Sonja sett valplakatir á tveir húsaveggir, og man við hesum horni á Tinghúsvegnum eiga størstu valplaktina í Havn til løgtingsvalið í 2015. Men enn er ein vika til valið. Og enn eru flokkar, sum í ramasta álvara gera hjúnarbandslógina til fremsta politiska stríðsm...

Heystardagur

Álmanakkin sigur, at í dag er fyrsti heystardagur. Heystið er komið og nú skal heystast. Men samstundis er summarið komið. Einar tríggjar, fýra vikur seinni enn vit eru von við. Nústani er bøurin vorðin blágrønur, sum hann plagar at verða um ólavsøkuna og blómur spretta, sum vanliga hava sprottið fyrr um summarið. Einki er, sum tað hevur verið. Heldur ikki valdysturin á plakatunum. Nógvar av plakatunum eru stuttligar í sjálvum sær, antin sum sloyfur, ella sum klæddir hjallar, men bert heilt sjálvdan sum politisk herróp við støði í stevnuskráum hjá ymsu flokkunum. Meini so við, ein av størstu flokkunum, Javnaðarflokkurin, hevur bara eitt kravorð: Rættvísi . Ja, um tað er komið har til, at ein so stórur og lærdur flokkur bara kann siga Rættvísi , so er mangt í samfelagnum, sum ikki er sprottið og enn minni heystað í hesum valskeiði. Hinvegin sigur Tjóðveldi, at "nú skulu vit reisast sum tjóð, og savnast um eina felags kós fyri alt Føroya land". Tjae, tað havi eg hoyrt f...