Skip to main content

Mandariunur eftir valið - so er friður!


Týsdagin eftir valið eru Mandarinur á skránni. Gleðið tykkum til fyrsta georgiska filmin í Føroyum, Mandarinur. Tá hesin er vístur, hevur Filmsfelagið víst allar teir 5 filmarnar, sum í ár vóru í uppskoti at vinna Oscarvirðislønina sum besti útlendski filmur, Best Foreign Language Film. Tað er nýtt persónligt met, sum tey siga í svimjingini. Oscartilnevndu filmarnir, sum hava verið vístir í Filmsfelagnum í ár, eru pólski Ida, sum vann, russiski Leviathan, móritanski Timbuktu og argentinski Wild Tales. Tilsamans 5 fantastiskir filmar, sum geva okkum livandi innlit í filmsgerð í fjarum londum, ið øll hava eina ríka filmsmentan og livandi filmsídnað.


Mandarinur er ein humanistiskur krígsfilmur, sum uttan himpr fær fult stigatal í danska Berlingaranum. Omanfyri er ein eksotisk plakat, sum lýsir humanistiska krígsfilminum úr Abkasia í Georgia, sum hevur vunnið friðarvirðisløn i Jerúsalem. Betri orsøk at fara í biograf er neyvan at finna á heystskránni hjá Filmsfelagnum. Njótið Mandarinur eftir løgtingsvalið í Havnar Bio 2. september kl 20. Tað er gott, sigur góðskumerkið hjá Filmsfelagnum, sum Ole Wich teknaði.