Skip to main content

Heystardagur


Álmanakkin sigur, at í dag er fyrsti heystardagur. Heystið er komið og nú skal heystast. Men samstundis er summarið komið. Einar tríggjar, fýra vikur seinni enn vit eru von við. Nústani er bøurin vorðin blágrønur, sum hann plagar at verða um ólavsøkuna og blómur spretta, sum vanliga hava sprottið fyrr um summarið. Einki er, sum tað hevur verið.


Heldur ikki valdysturin á plakatunum. Nógvar av plakatunum eru stuttligar í sjálvum sær, antin sum sloyfur, ella sum klæddir hjallar, men bert heilt sjálvdan sum politisk herróp við støði í stevnuskráum hjá ymsu flokkunum. Meini so við, ein av størstu flokkunum, Javnaðarflokkurin, hevur bara eitt kravorð: Rættvísi. Ja, um tað er komið har til, at ein so stórur og lærdur flokkur bara kann siga Rættvísi, so er mangt í samfelagnum, sum ikki er sprottið og enn minni heystað í hesum valskeiði. Hinvegin sigur Tjóðveldi, at "nú skulu vit reisast sum tjóð, og savnast um eina felags kós fyri alt Føroya land". Tjae, tað havi eg hoyrt fyrr, og vil sum Rigmor sigur "Koma víðari." Men so er tað Miðflokkurin, sum hevur fingið so ilt í kristiligheitina. Ikki annara, men egnu kristiligheitina. Hana, sum gevur jarðiska makt og gylta løn. Eina valevnið innleiðir kristinbønina við at vísa til tey, sum nú "kappast um at sleikja afturpartin á veljaranum." Og so kemur ein svada, sum lítið sømir seg kristnum fólki. Ein annar, sum stuðlar somu kristiligheit í føroyskum maktpolitikki, leggur eisini eftir LGBT-rørsluni og skrásettum, borgarligum parlagi, og staðfestir, at "øll, sum hava fylgt við vita, at slíkar útsagnir verða bornar fram fyri at royna at sissa mótstøðuna móti samkyndum hjúnalagi og endaligu ætlanini." Endaligu ætlanini. Tey bæði orðini havi eg ikki hoyrt áður í føroyskum maktpolitikki. Endaliga ætlanin.


Niðri á Røðubrettum á Kongabrúnni, har sum Havnará rennur í Eystaruvág, hava trý trúføst Jehovafólk staðið alt summar og deilt út bókina Hvat lærir Bíblian veruliga? Meðan morgunljósið kastar langar skuggar og ferðafólk ganga framvið, gevur Símun mær eina føroyska útgávu. Trúarfelagar hansara gera tað sama í øllum heimsins býum. Eisini í Havn. Hann er so sannførdur og fegin, at tað er um reppið, at eg bara lati innihaldsleysu plakatirnar rópa á vegginum aftanfyri. Vit taka ikki lut í politikki. Hann sigur okkum einki. Og vit hava einki at siga honum. Kanska eru tað ábendingar um seinastu dagarnar. At vit sleppa øllum, tí politikkur er blivin eksfaktur fjant og fjas frá morgni til myrkurs.


Sum tú sáar skalt tú heysta, lesi eg fleiri ferðir í bókini frá Jehova. Jú, so er. Ymiskligt er, hvussu sáað er. Men nú er fyrsti heystardagur komin, og eg tendri grillina fyri fyrstu ferð á terrassuni í ár. Terrassuheyst undir góman.