Við skeribrennara eru boltar og beinkjarfesti skorin av í Havnartúni, so deyði miðbýurin verður enn deydligari í nýggja kommunala samferðsluhjartanum - Steinatúni.
Tað sæst, um tú ætlar tær í bussin, har allir flokkar síggjast í allar ættir á pelum, bussum og húsaveggum, bæði teir skúlaðu og teir partapolitisku flokkarnir.
Sosialdemokratiski garanturin hevur eisini floksskrivstovu á staðnum. Hví Tórshavnar kommuna við sama reyðhjartaða rættvísisflokki á odda, hevur skorið beinkirnar niður og burtur, sum vóru teir illgresi í kommunala grasagarðinum, er mær ein gáta.
Fólk, ið ferast við ókeypis bussunum, fáa ikki hvílt seg, tá bíðast skal í ferðsluhjartanum, sum kommunan skal byggja út til eitt nýmótans ferðslutorg. Men eru tað kanska aðrar orsøkir, enn bussfarandi, at sosialdemokratiska býarleiðslan beint nú, og tað upp undir løgtingsval, og helst í øðini, ger miðbýin enn lambskotnari, enn hann var? Hvør orsøkin er, so er tað høpisleys gerð, at lata holini standa eftir sum vitni um eina happandi býarstjórn, ið ikki vil kennast við samfelagsins veikastu, sum vilja boyggja sær knøini í harðastu ferðsluæðrini í landins fevnandi høvuðsstaði. Nei, eg bara undrist, nú stál og betong stendur eftir til onga nyttu. Lívsins sigling er hørð. Tað kundi verið nýggja sosialdemokratiska herrópið í hjartaleysa Steinatúni.