Teldutala
Høvuðsevnið á tiltakanum Orðum og tónum hjá Sprotanum í Reinsarínum í kvøld varð væl lýst í samrøðu, sum Urd Johannesen stóð fyri. Hon beyð okkum mongu áhoyrarum innum hjá sangarinnuni Eivör, yrkjaranum Marjun S. Kjelnæs og listarkvinnuni Kristinu Joensen. Orsøkin er nýggja fløgan hjá Eivør At The Heart Of A Selkie og nýggja yrkingasavnið hjá Marjun Opna, ið er sprottið úr hesum tríkvinnaða samstarvi, eins og útgávan Slör. - Ein urtagarður, sum Eivör tók til. Í báðum førum hevur Kristina myndprýtt útgávurnar, sum vórðu sýndar uppá veggin. Úr samstarvinum hanga eisini sjey Gustav Klimt-inspireraðir málningar hjá Kristinu í Norðurlandahúsinum.
DR Big Band spælir undir og DR Vokal-Ensamblet syngur á nýggju fløguni. Tónaskaldið er danski Peter Jensen, sum er kapelmeistari í Tivoli, og hevur spælt saman við nøvnum sum Randy Brecker, ið hevur verið stórur alt tað eg minnist. Aktuella verkið súðar frá fyrsta brotið inn og út millum abstraktar flúrar og tað heilt ítøkiliga, onkuntíð triviella, sum vit kenna so væl úr søgnini um Kópakonuna. Ímillum eru spennandi Kingobrot, íð fara sum afturundirgerð og íðukálvar framvið svørtu bjørgunum, har tað dryppar í látrum og hellum. Ljóðmyndirnar eru so stórar, at eg ivist í, um heimligi fløguspælarin kann geva verkinum rættvísi. Fái tann tanka, at eg vildi sæð og hoyrt At The Heart Of A Selkie á konsert við fremmandum fólki langt burturi, kanska á eini hvalastøð á Kamtjakta, meðan stormurin ýlur og elementini dansa. Serliga er tað sterki sangurin Elskaði, sum millum Salt og Kingo fær meg at ríða heilt avstað:
Eg taki náttina aftur
læsi nú upp
velji kuldan og víddirnar
Júst henda sangin framførdi Eivör einsamøll á pallinum í Reinsarínum, og eg verði sum trøllabundin og síggi inn í ein óskrivaðan kovboyfilm, har náttin og víddin er fyri framman hjá reiðmanninum, sum nú hevur sligið nevan í borðið. Kópakonan í Mikladali tolir eisini eitt kynsskifti. Góður tekstur, góður sangur. Og henda lívrunna samanrenning, sum í arbeiðsgongdini hevur gingið báðar vegir millum yrkjara og sangara, kemur greitt og livandi fram í góðu samrøðuni millum kvinnurnar.
Ein góð løta við kópakonuni, sum gevur okkum nýggja fatan og innlit í eitt rúm, sum er eitt markamót millum dýr og menniskja, og samstundis gjøgnumskygt av lyrikki úr Landinum, sum ikki er, og úr Víddunum innaní mær.
Í 2005 arbeiddu Peter Jensen og DR Big Band saman við Eivör, tá fløgan Trøllabundin kom út. DR Vokal-Ensemble, sum nú eisini er við, víðkar munandi um ljóðmyndina, sum næstan er baldýrað. Palle Mikkelborg takkaði einaferð Óla Poulsen fyri at læra seg ljóðið av havinum. Júst ljóðið av havi, skvatl fram við landi og kvinnuróp í fyrsta broti, sum norðmenn kalla lokk, er væleydnað í einum elektroniskum soundscape hjá Morten Büchert. Sjálvt við einsamalla fløguspælaran kenni eg ein feril av streyminum millum oyggjarnar, av gandaðu tokuni og tímiligu klokkuni, sum slar. Og so kemur ein ótilgjørdur Vilhelm Magnussen inn í ljóðmyndina. Vágið, men riggar, tá hann verður samplaður, so hann ikki kenst folkloristiskt uppáklistraður. Góð ferð um landið í ljóði.
Sprotin gevur yrkingasavnið út, og Tutl fløgusavnið.
Til lukku við útgávunum!