Skip to main content

Posts

Showing posts from February, 2016

Klipp í februar

Í dag, næstseinasta dag í februar, sóust tjøldur í stórum tali á Ytru Fløtum í Norðradali. Ein góð upptakt til Oscar Night við kola og pitsa. Omanfyri er klipp úr plakat hjá Filmsfelagnum, sum Ole Wich gjørdi í 1987, tá norðurlendskir filmsdagar vóru í Norðurlandahúsinum. Tjóðfuglurin liggur tungur á viðbreknu føroysku filmseggunum, sum eru úr celluloid . Undir er svarta hellan, sum skuldi prentast fleiri ferðir at fáa rætta djúpa blásvarta litin. Plakatin, ið var long sum eitt filmsklipp, varð prentað hjá Einars Prent. Niðanfyri er klipp úr veddingarseðilinum um Oscarvinnarar í ár. Av 22 fekk eg bara 6 røtt.

Ræst og sjerri hjá Janusi

Teldutala Hjalmar, Jógvan og John bjóða okkum til borðs við livandi ljósi í Áarstovu. Í dag eru 135 ár liðin síðan Janus Djurhuus varð føddur og vaks upp á hesum leiðum, í Áarstovu heima í Havn, har matstovuvinnan blómar sum onga aðrastaðni í landinum. Umframt tær báðar matstovurnar Áarstovu og Barbara Fish House, verður Fútastova, har vit fyrstu ferð fingu føroyska pitsu, nýggj matstova. Umframt niðurlendsku kaklarnar um kaminuna, verða borðini í Fútastovu gjørd úr mastrini á Westward Ho. Til dagin hevur Landsbókasavnið avmyndað hondskrivaða tekstin hjá Janusi Djurhuus til kendasta føroyska blues-sangin Situr tú seggur í oyðini høll, einastur eftir av mongum . Sangurin, sum flestu útlendingar best leggja til merkis, tá tey vitja her. Hann lata vit standa eina løtu úr eini fulsettari Áarstovu: Undir heitinum Ræst og sjerri er Áarstova farin undir annað av sjey gastronomiskum tiltøkum í ár. Fyrsta var harukvøldið fyri einum mánað síðan og næsta tiltakið í Áarstovu er eitt lam

Nýggj temasíða um javnrættindi

Nám skrivar, at fyri 100 árum síðani fingu kvinnur og ognarleys valrætt og valbæri til Føroya Løgting. Tí er nýggja temasíða gjørd á undirvísingarportalinum Snar um javnrættindi . Temasíðan vendir sær til hádeild. Endamálið er at taka ymsar samfelagsspurningar, ið snúgva seg um kyn og javnstøðu, við í undirvísingina, sigur Nám. Javnstøða millum kyn er ein av fleiri mátum at viðgera samfelagið, men er ikki ein lærugrein í sjálvum sær. Tí ber ikki til at fáast við hetta evnið, uttan at seta tað í ein breiðari fakligan samanhang, so sum søgu, samfelag, mentan, miðlar og hugtakið makt. - Við hesum tiltakinum vóna vit saman við Námi og undirvísingarportalinum Snar, at gera fólk meira tilvitað um, at vit nú 100 ár seinni enn ikki eru komin á mál í javnari kynsbýti, sigur Marna K. Jacobsen, ið er nývald forkvinna í Demokratia. Í vetur verður kommunuval, og tá fer Demokratia at skipa fyri fundum og upplýsing, sum skal gera fólk tilvitað um týdningin av at stilla fleiri kvinnur upp t

Hvør vinnur Oscarvirðislønirnar?

Teldutala Tey rulla reyða teppið í túninum í Hollywood. Sunnukvøldið 28. februar verður Oscarhandanin hildin á 88. sinni í The Dolby Theatre í Hollywood, og send beinleiðis við Chris Rock sum verti í ABC Television í fleiri enn 225 londum, teirra millum í Føroyum, har eldsálir fara at vísa alt sjovið í Reinsarínum. Filmur er tann listagrein, sum mest er tengd at ídnaði, framleiðslu og merkantilari útbreiðslu. Tí er Oscarhandanin týdningarmesta átak í øllum filmskalendaranum. Hvørt ár. Eins og undanfarin ár er serliga spennandi at fylgja við í kappingini um besta útlendska filmin,  Best Foreign Language Film.  Øll luttakandi filmslond hava valt ein film, sum umboðar teirra land. Filmsnevndin, The Academy of Motion Picture Arts and Sciences, kannar eftir, at filmarnir hava verið sýndir í biografunum í tíðarskeiðnum frá 1. oktober í 2014 til 30. september í 2015, og at filmurin ikki er gjørdur í USA og hevur eitt annað høvuðsmál enn enskt. Filmarnir verða mettir á fundi í fremm

Fimtan orðabøkur - men hví tvær danskar?

Teldutala Nú eru 695.914 leitorð í orðabókunum hjá Sprotanum. Tey bíða bara eftir einum klikki frá tær, sigur posttænastan hjá Føroya virknasta forlagi. Frálík tænasta at hava við hondina hvønn dag. Men nú eru tvær nýggjar orðabøkur komnar afturat, so tær eru tilsamans fimtan. Umframt tiltaksorðabókina , sum eg ikki havi roynt enn, er dansk-føroyska orðabókin hjá Orðabókagrunninum komin afturat somu orðabók hjá Sprotanum. Hin fyrra, vanliga nevnd hon hjá Hjalmari, telur 54.410 leitorð og verður dagførd einaferð um árið, meðan hin seinna telur 79.631 leitorð og verður dagførd regluliga. Dagsins fyrsta orð sum vinmaðurin Óla Jákup eftirlýsir í rættstavingarbólkinum á Facebook er hagekød . Hvat er tað? Dansk-føroyska orðabókin hjá Hjalmari spyr, um eg meini við hakkekød . Tað geri eg ikki. Størra orðabókin gevur mær svar uppá tað, eg havi spurt um: Undrist yvir at tvær danskar dyr skulu vera úr okkara lítla landi. Men tað er kanska so all over . Tvey av øllum. Bíbliutýðinga

Søgur, sum ikki koma

Teldutala Einki er sum at síggja eina statsradiofoni og alment fíggjaða public service kanal sum DR krossfesta ein lesbiskan lystlygnara mitt í jútska bíbliubeltinum í bestu senditíð. Tað kitlar okkara innara svínhund. Tað hendi í kvøld eftir Dag og Uge, tað er danska TV-avísin, sum vit øll leppa í okkum. Søgan er um eini donsk hjún, ella kanska bara mannin, ella ein annan mann, á einum hvítusunnuskúla við Mariagerfjørðin, har nógvir føroyingar plagdu at koma. Tey eru ákærd fyri at hava kastað hundalort inn í garðin hjá grannanum, klistrað deyðskrossar á postkassan og nevað í náttarmyrkrinum og ynskt tey at brenna í Helviti. Tað hevur grannin fortalt løgregluni. Og grannin er hin lesbiski, hon sum fyrst hevur fingið øll at ganga friðargognu við kyndlum í grannalagnum, tí hon er forfylgd av pinsum. Men nú hevur DR-journalisturin funnið útav, at hon er ein lygnari. Tað siga tvær konur, sum lesbiski høvuðspersónurin fyrr hevur svikið. So vita vit tað. Løggan sleppir sakini, tekur ha

Lampedusa á løriftið

Teldutala Besti filmur á 66. filmstevnuni í Berlin er ein italskur heimildarfilmur um flóttafólk, sum koma til oynna Lampedusa. Heitið er Fuocoammare  (Eldur á sjónum) og leikstjóri er Gianfranco Rosi, sum á myndini fær Gyltu Bjørnina. Í eitt ár búði hann á lítlu oynni, sum upprunaliga telur 6000 íbúgvar, men síðan aldarskiftið hevur verið rakt av einum floymi av afrikanskum flóttafólkum, onkur sigur minst 400.000. Nú fer flóttafólkastreymurin Balkanleiðina um Turkaland og Grikkaland. Filmbloggurin IndieWire sigur, at filmurin er A Superb Snapshot of the Refugee Crisis . Filmsleigufelagið hjá Grand Teater í Keypmannahavn, Camera Film, hevur keypt filmin til sýningar í Danmark út á heystið. Tí eru útlitini góð fyri at virðislønti flóttafólkafilmurin eisini verður partur av skránni hjá Filmsfelagnum í Havnar Bio tá. Týska filmsstevnan, sum vanliga verður kallað Der Berlinale, upplýsir, at bara í fjør komu fleiri enn 70.000 flóttafólk til Berlin. Tí hava tey serlig tiltøk, so

Umberto Eco

Í 1984 varð Filmsfelagið endurstovnað og fór at vísa film í Sjónleikarhúsinum í Havn. Nevndin legði eina skrá, har serliga læraraskúlalærarin Michael Rasmussen hevði góð útlendsk sambond, so vit kundu síggja eitt breitt úrval av nýggjum og gomlum filmum, ið nøktaðu vetrartørvin hjá lokalum cineastum . Ole Wich og Ole Jensen, sum høvdu Kubus teknistovuna í Dr. Jakobsens gøtu, gjørdu eina prentaða skrá, sum eisini varð plakat, ið varð løgd saman og send limunum í brævi við nýteknaðum frímerki. Í 1989, tá norðurlendsk filmstevna var í øllum býnum og fyrsti føroyski biograffilmur, Atlantic Rhapsody , varð vístur í Norðurlandahúsinum, vóru 1200 limir í felagnum, sum helst er tað mesta uttanfyri ítróttaverðina. Minnist at eina av ídnastu biografgangarunum, serliga til italskan film, var Janus Kamban. Ein av mest spektakuleru filmunum frá hesi tíðini var Rósunnar navn (1986), ið bygdi á kryptisku søguna hjá italska Umberto Eco, sum doyði í gjár, 84 ára gamal. Tí hesi orð. Árni Dahl site

Fyrsta søgan um ríkisfelagsskapin

Teldutala Í kvøld var fyrsti partur av seks um ríkisfelagsskapin sendur í Sjónvarpinum. Tað er danski journalisturin Martin Breum, ið hevur gjørt sendingarnar, sum eru týddar til føroyskt. Og tað er frálíkt, bæði at tær verða týddar, og at ríkisfelagsskapurin verður settur á skrá við flaggstongum og øllum. Tað er aldri hent áður. Hitti Breum í 2011, tá hann gav út bókina Når isen smelter , ið sum undirheitið sigur er um Danmark sum stórveldi í Arktis, olju í Grønlandi og kappingina um Norðpólin. Sjálvur hevur Breum búð í Grønlandi. Erland Viberg Joensen skaraði framur sum føroyskur frásøgumaður í hesum fyrsta parti. Annars var tilfarið nakað stirvið, serliga myndasíðan, ið minti mest um eitt gamaldags  slide show í framløgu av eini verkætlanaruppgávu. Her var absolutt eingin kíning fyri visuellum frásøgusnildum. Alt hekk á forteljarunum, og gjørdi tí sendingina óneyðuga stirvna. Meðan Erland tosaði føroyskt, hevði Jóan Pauli Joensen av onkrari óransakiligari orsøk valt at orða s

Nei, hetta er ikki fremsta tíðindakriteriið í Sortudíki

Teldutala Nei, hetta er ikki fremsta tíðindakriteriið í Sortudíki. Nei, hetta er eitt polerað rør at koyra sigarina í. Fyri hin ferðandi ein ósexut ímynd av at sita upp og niður í einum konteynara, sum indianarar kalla jarnfugl . Bestu minni hjá flestu ferðandi føroyingum er at koma heim. Ikki bara at hoyra fjálgu røddina ”Vælkomin heim”, men at seta seg í flogfar nummar fimm og møta føroysku flogternunum, sum siga hvussu veðrið er, hvønn vegin hann helst fer at lenda, hvat bløðini siga og skeinkja mær ein rusty nail til kaffið. Sådan. Vælkomin heim. Í dag fekk gamla globetrottaraímyndin um sigarkonteynaran nýtt lív, tá AA kunngjørdi, at nú skal heimsins stuttligasta flogfelag blíva eins keðiligt og allir hinir poleraðu konteynararnir. Teir, ið flyta heimleysar álmussukroppar vøll av vølli fyri nógvar pengar. Men kanska er tað eitt beinleiðis uppskot til mín um, at næstu ferð eg komi umborð, so skal eg bara hava turra grind, turran fisk og spik við. Kókað epli eisini. M

Ná, er tað Uni, sum hevur vakt í kvøld?

Teldutala Minnist úr Útvarpinum á Bryggjubakka, at vit kundu gita, hvør teknikari hevði vakt. Tað var nokkso stuttligt, tí teknikarnir vóru so ymskir, frá Milson og Marius til Finnboga og Carsten, og so allir hinir, sum tilsamans høvdu so framúr smakk og vitan um tónleik og plátur. Hesin førleiki kom serliga til sjóndar leygardagar, tá Útvarpið knýtti morgun- og middagssendingina í kvøldsendingina og fyri fyrstu ferð sendi allan dagin. Tað kravdi sín mann. Men so kundi tað henda, at tíðin var knøpp, teknikarin møtti seint, og hann, sum var farin heim, hevði ikki ruddað upp eftir sær. So lá ein stakkur av LP plátum á gólvinum, kanska Herb Alpert ovast, og einki annað var at gera, enn at spæla ovastu plátuna. Men ólukkutíð, hetta var júst hin sama, sum heimfarni teknikarin hevði spælt. Tað hevði eg sum nývaknaður rímiligvís ikki hoyrt. Soleiðis kundi eins egna val hoyrast um tað ganska land. Tað var nokkso stuttligt at hava sovorðna makt. At bestemma, hvat øll í Føroyum skuldu hoyra

Sandkassasøgur úr Absurdistan

Teldutala So er aftur vikuskifti og tíð til reflektión yvir bløðum og tíðindameldri úr varpinum afturvið pepsi, meðan middagstónleikurin messar ein markleysan lovsang um nýfunna frelsu. Bara hon ikki fer all in , hugsi eg meðan eg skeinki mær sukurfrítt. Meðan onnur skriva meistarligar strikur í sandin, hava tveir miðlar, Sosialurin og Útvarpið, hesa vikuna sett eina striku í heimliga sandkassan. Og tað er ikki hissini strika. Ja, hyggja vit nærri, so hóma vit farran av trúbót fyri og eftir hesa graverandi striku. Øðrumegin strikuna er Sosialurin, sum varpar ljós á eitt strikuleyst klov, ið er troytt av at vera pampari í tí dagliga, og tí er farin at klæða seg í pampers hvørja ferð strikan fer upp um tað loyvda, og hinumegin strikuna er brennivínstrongda Útvarpið, sum ikki longur sleppur at skeinkja í mikrofonina afturvið turrløgdum havkalli. So vita vit tað. Kanska er miðøld báðumegin sandkassastrikuna hjá blæubørnum og brennivínsbørnum í Absurdistan. Kann ikki bara mær

Føroyskur mosaikkur í Listaskálanum

Soleiðis var heitið, føroyskur mosaikkur, tá fjálga, litríka og retrospektiva framsýningin hjá Zachariasi Heinesen lat upp í Listaskálanum í dag. Omanfyri sæst hin einasti religiøsi og kanska mest stórsligni, Náttverði, (Frítt eftir Leonardo da Vinci) frá 1991, sum Eimskip í Reykjavík eigur. Á retrospektivu framsýningini eru tilsamans 45 verk frá 1956 til 2015, oljumálningar og brotamyndir úr viði, har landslagið er afturvendandi evnið. Mosaikkur í liti, mosaikkur í substansi, sum Nils Ohrt segði í eini forvitnisligari talu, ið væluppløgd fór runt framsýningina og listarliga lívið hjá høvuðspersóninum, sum eftir 60 árum enn er virkin. Hin 19. mai verður hann 80. Innast í horninum, Útsýni úr glugga listamansins , stóð at myndin var til sølu. Júst hetta evnið, Útsýni úr glugga listamansins , var heitið á teim trimum málningunum á høvuðsvegginum, aftanfyri mikrofonina, har dótturin, Elisa Heinesen, setti framsýninga við søgum um babba , og hvussu tey floytaðu sínamillum, tá døgurðin v