Í dag vórðu Mentanardagar settir á sætta sinni í Fuglafirði. Brynhild Næs Petersen var ein av teim mongu, sum skipaðu fyri, og hon hevði biðið meg siga nøkur orð innan Tummas Jákup Thomsen avdúkaði gávuna Vrakaðar myndir á neystavegginum í Støð. Fyrst sang Anders Riis nakrar egnar sangir. Hann er úr Herning og hevur spælt saman við bólkinum hjá Konny Kass. Sólin hevði verið frammi, men eitt æl kom oman úr fjøllunum júst sum tiltakið byrjaði. Tummas Jákup kom niðan úr fjørðuni, har hann hevði sett bilin, so foreldrini kundi hoyra og fylgja við í tiltakinum, sum savnaði fitt av fólki á gongubreytini og undur Bókasavninum. Hann vísur mær, hvussu framsýningin er sett saman, hvussu ljósið hevur slitið onkrar av gomlu myndunum gjøgnum árini, og at enda sleppi eg at velja mær eina mynd úr rúgvuni. Niðanfyri er stutta røðan eg helt í regninum, meðan Tummas Jákup gjørdi klárt at loysa grøna dúkin, ið fjaldi neystaveggin. Vælkomin í Støð. Soleiðis sigur skráin, at har e...