Skip to main content

Posts

Showing posts from September, 2017

Islam hóttir Føroyar, siga børn Ábrahams

Ímyndandi børn Ábrahams, er myndin omanfyri úr vøkru bókini Kristni 6 , sum kom í 2013. Hon er ein av mongu upprunaføroysku skúlabókunum, sum við tógvið stríð og ovurhonds upphæddir vóru gjørdar at læra øll, frá yngsta til elsta liðið í fólksins skúla tolsemi, og geva næminginum vitan um tilveruspurningar og heimsins átrúnaðir gjøgnum lærugreinina kristni. Børn Ábrahams sipar til ábrahamska trúgv, sum er felagsheiti, ið verður nýtt um tær monoteistisku trúargreinarnar, ið stava frá patriarkinum Ábrahami, tað er jødadómur, kristindómur, islam, rastafari og kanska fleiri átrúnaðir við. Eitt er, at lærugreinin kristni í skúlanum er avmarkað í tímatali, men at hon eisini er so hugfrøðiliga avmarkandi, ja av tí beinleiðis snævurskygda slagnum, er nýtt fyri mær. Semjusøkjandi læran úr nýggju skúlabókunum í kristni hevur so ikki upplýst teir føroyingar, ið nú hava sett sær fyri at hava ein virknan leiklut í komandi fólkaræðisligu Føroyum. Av øllum teim hóttanum, sum rættskafni ...

Høgni í útbroti

Seinastu dagarnar havi eg verið ein súkklutúr um allar Føroyar, og fingið skemtisøgur afturvið av hvørjum tanga, og fjølmiðlakritikk eisini, so tað stendur eftir í. Eftir hesa ferð er neyvan nakar hvítur journalistiskur blettur eftir á føroyska súkklukortinum hjá Høgna. Ella er tað tað? Og hvussu skal eg kalla eitt ummæli av nýggju bókini hjá hinum fyrst og fremst vælskrivandi, men eisini besnissaða og sniðfundiga høvundanum, Høgna Mohr? Lendi á uppskotinum “Tá skrivigleði møtir sálartrega”, og havi hug at skoyta uppí "hina ótamdu gleðina og hin svarta sálartregan", og at machomaðurin letur tey bæði verða "floygd á eini ljósareyðari gentusúkklu". Ja, kanska tað. Men so verður hon so long, yvirskriftin, og fyndin fellur. Men so tað, at dótturin eigur súkkluna, sum friðleysi pápin tekur, og at sama dótturin í endanum skrivar forloysandi orðini - í einum donskum stíli, sum tjóðskaparpápin lesur, skal eg draga tað uppí yvirskriftina, og skal eg eisini draga ólavs...

Fullsett til søguliga sýning í Filmsfelagnum

Eftir fullsetta sýning við nýggja týska filminum um Stefan Zweig, Vor der Morgenröte , eru Fílmsdagar í Felag av á hesum sinni. Tað er triðja ferðin at Filmsfelagið og Havnar Bio skipa fyri Filmsdøgum í Felag, har nýggir filmar verða sýndir fyri ein ódýran penga. Síðan Filmsfelagið varð stovnað í júst hesum hølum í 1962, hevur siður verið, at hvør sýning byrjar við einum stuttum inngangi. Til endasýningina sunnukvøldið, samstundis sum týska valið varð av, innleiddi Knút Olsen sýningina við at lesa úr bókini hjá Stefan Zweig, sum verður kallað heimsins longsta sjálvmorðsbræv. Knút hevur sjálvur týtt bókina, sum nýggi filmurin byggir á. Forlagið Sprotin gevur hana út á føroyskum undir heitinum Heimurin, ið var . Nú Filmsdagar í Felag eru av, byrja regluligu mikudagssýningarnar aftur. Fyrsti mikudagsfilmur á vetrarskránni í Filmsfelagnum er Paula , ið er um týsku listakvinnuna Paulu Modersohn-Becker (1876-19079, sum livdi í skugganum av manninum, Otto Modersohn (1865-1943). ...

Stefan Zweig endar Filmsdagarnar

Í kvøld enda Filmsdagar í Felag, sum Filmsfelagið hevur skipað fyri í Havnar Bio. Seinasti filmur byrjar klokkan 20:30, tá Knút Olsen fer at innleiða nýggja filmin um Stefan Zweig, sum hevur týska upprunaheitið Vor der Morgenröte - Stefan Zweig in Amerika . Knút hevur týtt bókina hjá Stefan Zweig, sum filmurin byggir á. Sprotin gevur hana út undir heitinum Heimurin, ið var . Bókin fæst fyri serligan prís, 300 krónur, í sambandi við sýningina. Drúgva skaldsøgan, Heimurin, ið var , hevur verið kallað longsta sjálvmorðsbræv í allari bókmentasøguni. Eysturríkski jødin Stefan Zweig skrivaði bókina meðan hann flýddi undan nasismuni og endaði í Brasil. Í februar í 1942 sendi hann lidna handritið til forleggjaran, og dagin eftir tók hann sítt egna lív saman við konu síni. Lívið sum flóttafólk hóvaði honum ikki og hann toldi ikki at síggja hugsjónina um fríðarliga og siðmentaða Evropa fara fyri bakka. Nýggi filmurin um seinasta skeiðið í lívi Stefan Zweigs hevur í ár fingið bayer...

Flow uttan flóð

Útvarpið hevur ilt í flowinum. Tað hoyrdist uppaftur í morgun, tá vetrarskráin fyri leygardagar fyrstu ferð varð roynd í almenna rúminum. Og júst har er einki sum Útvarpið. Tað definerar almenna rúmið. Og fyri sovítt hevur Útvarpið almenna rúmið sum uppgávu við ørgrynnu av lógum og fyriskipanum. Tað er sum við mínum egna arbeiðsplássi. Tað er sett á fíggjarlógina við eini nákvæmt defineraðari uppgávu, fígging, amboðum og manning m/k. Men sæst og hoyrist hetta aftur við nýggjum frábrigdum, upplivingum og vælsignilsum, tá eitt nýtt skeið, nýggj skrá ella eitt nýtt ár byrjar og verður boðið út? Eftir fínu endursendingina hjá Sissal Kampmann í morgun, tað er triðja ferðin at eg hoyri hana, er fyrsta brotið ein betongmorgunlestur úr fólkakirkjuni, sum eg virði, men aldri vitji, og so ein av handahógvi merktur tíðindauppleystur, so púra uttan sál, og so byrjar nýskapta og skrásetta fýratíma sendingin Nú er leygardagur . Ikki bara tað er leygardagur, men nú er leygardagur. Tað er nú ...

Við Filmsfelagnum til Finnlands og Japans

Teir báðir filmarnir, sum Filmsfelagið sýnir í felag í dag, eru hin japanski Eftir illveðrið og hin finski Ljós í myrkri . Japanski filmurin, sum viðgerð viðurskifti millum ættarliðini, er partur av røðini Eldrabio. Leikstjórin er 55 ára gamli Hirokazu Koreeda úr Tokyo, sum higartil hevur vunnið ikki færri enn 38 filmsvirðislænir. Í ár hava filmsummælarar á netinum, Online Film Critics Society, givið nýggjasta filminum, Eftir illveðrið , fyrstu virðisløn sum besti filmur, ið ikki er amerikanskur.  Eftir illveðrið varð frumsýndur í Cannes í fjør, har hann var partur av skránni í Un Certain Regard. Hirokazu Koreeda, sum ofta tekur evni úr egnum viðurskiftum, verður lýstur soleiðis á heimsins stórstu nettænastu, Internet Movie Data Base: "The main themes of his oeuvre include memory, loss, death and the intersection of documentary and fictive narratives." Í røðini Eldrabio sýndi Filmsfelagið í gjár nýsælandska filmin Patriarkurin , sum Lee Tamahori hevur gjørt um tvær...

Dreymar við havið gongur fyri fullum húsum

Nýggur treylari er gjørdur til filmin hjá Sakarisi Stórá Dreymar við havið . Filmurin gongur fyri fullum húsum í Havnar Bio, har eisini skúlasýningar eru fyrrapart og seinrapart. Hvør veit, kanska fer filmurin hjá Sakaris sum frá líður at ota seg inn á føroyska biograffilmsmetið, sum tjúgu ára gamli filmurin Barbara hjá Nils Malmros higartil hevur. Tann filmin hava í hvussu er 20.000 fólk sæð í føroyskum biografum. Eftir tjúgu árum. Umframt Havnar Bio er í dag bara biografurin Atlantis í Klaksvík. sum regluliga vísur film, hóast onnur støð eru, so sum Perlan, Løkshøll, Norðurlandahúsið og Salt. Fyrr hava føroyingar gingið oftari í biograf enn skandinavar. Í Norðurlondum eru bara íslendingar, sum hava gingið oftari í biograf enn føroyingar. Innan Sjónvarp Føroya byrjaði í 1984, vóru okkurt árið 13 ymsir biografar í Føroyum. Ein teirra var í Skopun, sum avgjørt er filmsríkasti staður í Føroyum. Dreymar við havið er boðin við í høvuðskappingina um Gylta lundan, The Golden Puffin, ...

Gudmund byrjar Filmsdagar í Felag

Gottkvøld. Takk Havnar Bio og Filmsfelagið, fyri heiðurin at sleppa at skjóta hesar doyligu filmsdagarnar í gongd! Flestu lond í heiminum hava filmsfestivalar og nú Føroyska filmsvinnan veruliga hevur fest røtur og blómar, kunnu Føroyar teljast ímillum tey lond, sum hava ikki minnið enn tríggjar festivalar. Nakað sum í grundini var óhugsandi fyri bara fáum árum síðan. Umframt Filmsdagarnar í Felag, sum nú koyra á triðja árið, hava vit nú eisini Tórshavnar Filmsfestival ella TÓFF, sum Norðurlandahúsið saman við Tórshavnar Kommunu tók stig til at byrja í vár - ein 9 daga langur festivalur við frálíkum filmum, útlendskum gestum, einari framúr skrá við 40 filmum og annars ein festivalur við stórum potentialið fyri vøkstrið - og verður hann helst uppaftur størri komandi ár. Og sum ketta úr høvdatrog kom Faroe Islands Minority Film Festival buldrandi á banan í summar - við bannarum og plakatum og stak góðari marknaðarføring á sosialu miðlunum. Nadia Abraham og hennara fólk hava skap...

Hava vit nátt blóðiga markinum?

- Er hetta markið millum, hvat vit kunnu loyva okkum í almenna rúmin? Tankin kom til mín í Vágsbotni, har Slaktið varð fyriskipað niðast í Tórsgøtu, sum er mentanargøtan í Havn. Ikki tí, Slaktið var eisini fyriskipað og hildið á sama stað í fjør. Tá var ein kúgv slaktað onkra aðrastaðni, og so skorin sundur í mentanargøtuni, meðan børnini og øll tey møttu sóu. Grundsjónarmiðið við pallsetta Slaktinum er at knýta barnsins ans, huga og vitan við veruleikan her og nú. Soleiðis er tað, púra ósentimentalt. Men nógv bendir á, at hetta ósentimentala sýnið, at tú skalt slakta, um tú vilt hava mat á borðið, er um at hvørva. Ikki bara í Havn, men alla staðni. Tað hevur ikki so nógv við stødd, fólkatættleika og mentanarstøði at gera, men heldur tað, at tú sært aldri slakt. Tað er hermetiskt lukkað og bannað at koma inn. Tað skipa heilsumyndugleikarnir fyri, tí talan er um slakt til matna, har einki tolsemi er fyri slendrian. Júst tí er alt hermetiskt lukkað. Bara ikki grindadrápið - ja, og ...

Filmsdagar í Felag fyri øll

Mikudagin 20. september kl 20:30 byrja Filmsdagar í Felag. Filmsfelagið, sum fór undur vetrarskránna við at frumsýna filmin hjá Sakarisi Stórá ”Dreymar við havið”, skipar fyri Filmsdøgum í Felag. Tað er alment tiltak, sum á triðja sinnið er í Havnar Bio. Fyrsti filmur er tann mest umrøddi svenski í ár, "Kempan" (Jätten, Johannes Nyholm, Svøríki 2016 86 min). Gudmund Helmsdal Nielsen frá Filmsfjepparafelagnum Hyggasíggj fer at innleiða ta sýningina. Sýningar eru hvørt kvøld og hvønn dag hesa vikuna. Seinasta sýning er sunnukvøldið 24. september tá filmurin "Stefan Zweig: Farvæl, Evropa” verður sýndur. Tá fer Knút Olsen at innleiða. Hann hevur umsett bókina, sum filmurin byggir á. Forlagið Sprotin gevur nýtýddu bókina út undir heitinum ”Heimurin, ið var”. Skráin fyri Filmsdagar í Felag fæst í Havnar Bio, í Visit Tórshavn og á Býarbókasavninum í Havn og sæst eisini á netinum her . Triðingsavsláttur fyri film Fert tú í biograf við Filmsfelagnum hesa vikuna, fært tú...

Brent og Katrina bjóða ein Frumbita

Brent Morrow úr avstralska havnarbýnum Coffs Harbour og Katrina Mortensen úr Havn eru dømi um, at tað grør um gangandi fót í matstovuvinnuni í Havn. Meðan eksotiskar nýggjar matstovur, skeinkistøð og hotell eru í umbúnað, lata tey upp matstovuna  Frumbiti.  Matstovan við sjáldsama navninum er í nýggjasta hotellinum, Hotel Havn, sum læt upp í Doktar Jakobsens gøtu í 2014. - Navnið er ein samanseting av tveimum orðum frumbitil , ið merkir kjarni og uppruni, og biti , sum vit vanliga nýta í sambandi við mat og máltíð. Hetta er eisini konseptið. Føroyskar rávørur úr føroysku náttúruni. Soleiðis siga teir tríggir Lávus Kárason Djurhuus, omanfyri, Jógvan Breckmann og Brent Morrow, ið síðan hálvan juni hava arbeitt við ætlanini um eina matstovu, sum nú er komin so langt, at hon letur upp týsdagin. - Málið hevur støðugt verið, at gestirnir skulu fáa eina uppliving burtur úr føroyskum rávørum, greiða tey frá. - Føroyska náttúran er ógvuliga rík, tá tað kemur til ...

Submergence í spanska saltfiskabýnum

Í næstu viku verður nýggi Wenders filmurin Submergence  heiðursfilmurin, ið sleppur at byrja altjóða filmstevnuna, sum á 65. sinni er í spanska saltfiskabýnum San Sebastian. Hóast Føroyar ikki eru nevndar í pressutilfarinum undan filmstevuni, var nógv hóvasták, tá kendi týski leikstjórin og hansara upptøkulið, ið taldi út við 30 fólk, vóru í Føroyum í fjør summar. Omanfyri er hann avmyndaður saman við Guðrið Højgaard, stjóra á Visit Faroe Islands. Wim Wenders og Alicia Vikander (f.1988) eru við á sponsku filmstevnuni, sum byrjar 22. september. Umframt svensku Vikander, er skotski James McAvoy (f.1979) eisini við í filminum, sum er ein altjóða kærleikssøga, ið bæði knýtir saman og skilir sundur heimspartar, og í oyðimarkargongdini ætlandi hevur ein grønan part úr Gásadali, og undirsjóvarmyndir úr Sørvágsfirði, sum í enska pressutilfarinum verður kallaður the Greenland Sea. Filmsfelagið fer at sýna filmin eftir at hann um jóltíðir verður tøkur á okkara leiðum. Hetta er pres...