Skip to main content

Brent og Katrina bjóða ein Frumbita


Brent Morrow úr avstralska havnarbýnum Coffs Harbour og Katrina Mortensen úr Havn eru dømi um, at tað grør um gangandi fót í matstovuvinnuni í Havn. Meðan eksotiskar nýggjar matstovur, skeinkistøð og hotell eru í umbúnað, lata tey upp matstovuna Frumbiti. Matstovan við sjáldsama navninum er í nýggjasta hotellinum, Hotel Havn, sum læt upp í Doktar Jakobsens gøtu í 2014.


- Navnið er ein samanseting av tveimum orðum frumbitil, ið merkir kjarni og uppruni, og biti, sum vit vanliga nýta í sambandi við mat og máltíð. Hetta er eisini konseptið. Føroyskar rávørur úr føroysku náttúruni.


Soleiðis siga teir tríggir Lávus Kárason Djurhuus, omanfyri, Jógvan Breckmann og Brent Morrow, ið síðan hálvan juni hava arbeitt við ætlanini um eina matstovu, sum nú er komin so langt, at hon letur upp týsdagin.


- Málið hevur støðugt verið, at gestirnir skulu fáa eina uppliving burtur úr føroyskum rávørum, greiða tey frá.


- Føroyska náttúran er ógvuliga rík, tá tað kemur til vøkstur og náttúrutilfeingi, so hetta er ein upplagdur møguleiki at grunda eina matstovu á. Í Føroyum liva vit so tætt at nátturuni, at vit kunnu fáa nógv nýhentað og feskt, uttan at flyta inn eins nógvar rávørur, ið man vanliga ger. Á matskránni er fiskur, lambskjøt, neytakjøt og ymsar urtir, røtur og annað grønt, sum er velt og vaksið í Føroyum. Hvat prísi viðvíkur er ætlanin at liggja á einum miðalstøði, siga tey.


Tórur Árnastein kemur við fyrsta rætti, einum deli at deila, sum er eitt úrval av lakaðum og tilgjørdum kjøti og grønmeti við heimabakaðum breyði og kryddurtum. Síðan royna vit seks rættir frá dagsins úrvali, sum kokkurin velur og skipar, chef´s choice, sum matskráin sigur.


Omanfyri er fyrst hin leskiligasti stokti toskur, framúr vælsmakkandi, við tara og várleyki, og síðan riststokt kál við snertum mandlum, basilikum og sitrónsmøri. Helt ikki, at kál kundi verða so broyskið og vælsmakkandi, sum eg fleiri ferðir í ár havi varnast. Næstu smárættir at deila við borðið er pannustokt føroyskt lambsbeykon við stoktum tomatum, hvítleyki og sitrón, linkókaður kaldur laksur við piparrótkremi og blommu, saltbakað reyðrót við osti og appilsin, tartar - malið føroyskt neytakjøt - við sinnopskremi og urtum. Reyðrótin fær meg aftur at undrast, at hon kann verða so vælsmakkandi í sjálvum sær. Tað var ikki gamalt.



So kemur Tórur við granita, sum er rabarbuísur við ingiferkremi, súrepli sitrónráka. Hetta er bara fyrsti partur av øllum sum kemur omaná - sjokulátamousse og kaka við konjakk og kaffi kemur eisini á borðið. Umframt leskiliga toskin, var hetta tað besta í kvøld. Vínið afturvið var Red Diamond shiraz úr USA.


Umframt staðsetingina mitt í Havn, har tú á ein sjáldsman hátt sært bæði inn og út, tí gonguteigurin í virknastu handilsgøtuni er so nær glugganum, at hann næstan kennist sum er hann inni, so eru ljóðviðurskiftini í matstovuni sjáldsama góð og væl doyvd. Her ber til at tosa við borðið uttan at alt hoyrist til næsta borð. Stílurin er rustikkur, knívar og gaflar eru rullaðir inn í sekkjalørift, og á innastu beinkjunum er hitt mjúkasta skinn av seyði at sita á.


Velur tú eitt borð við gluggan, so ber eisini til at eygleiða, hvussu ljósið skiftur og náttin legst á eitt septemberkvøld, frá byrjan til endan á eini frágera máltíð í býarsøguligum umhvørvi.


Fryntligu fólkini í Frumbita biðja góða nátt og greiða frá um upplatingartíðir og samskiftispallar, ið eru heimasíða, Facebook og Instagram. Opið verður fimm kvøld um vikuna, frá týsdegi til og við leygardag.


Páll Breckmann, sum eigur hotellið, vísur okkum uppá, so vit kunnu njóta sýnið av svalanum á eini svituni. - Hendan er bíløgd til ólavsøku, men annars er hon tøk beint nú, sigur Páll. Yvirav eru Lampubúðin og húsini hjá Einar Storr, og sýnið er frítt fyri út á Bacalao, Molan og heilt út í Nólsoyarfjørð til vitan á heimsins enda, Borðuni. Meðan vit aftur varnast góða akustikkin, siga vit manga takk og biðja góða nátt - mitt í Havn.