Skip to main content

At gera burtur av sær


Lesur tú prentaðu bløðini, so varnast tú skjótt gamlar menn, sum gera burtur av sær, alt tað teir minnast og ørminnast. Upp og niður. Kanska við kvæðayvirskrift. Ivist í, um menninir sjálvir eru so upptiknir av at náa alt, innan latið verður upp fyri teimum og teir sleppa niður í stóra jarðarholið at liggja signaðir við øðrum. Giti, tað eru redaktiónirnar, sum umframt reyðu botnlinjuna hava lært seg memento mori, og eru so sperdar, at tær hava einki annað at siga forvitna nútíðarlesaranum, samstundis sum tær helst vóna, at eingin í álvara fer at lesa hetta gamlamannaskvaldrið, sum skjótt bara er minnir. Til slutt eru tey alt, journalistisku minnini. Hóast yngsta blaðið við elsta heitinum halgaði deyðanum eina heila útgávu, er mesta gamlamannafylla javnt og samt at síggja í einum heilt øðrum blað, sum skal verða eins ónevnt og hitt fyrra, men er longur norðan av landi. Nýggjasta í ellisblaðnum er, at lata upp fyri minnisposanum hjá einum skilamanni um skipafígging í nítjanhundraðoggrønkál og fram eftir. Síðu upp og síðu niður. Bara í hesum blaði verður tilskilað sum eitt ófrættakent salgsargument í tveytúsundogátjan. Í dag eru so útvarpsboð á middegi um, at besta sendingin er fallin fyri freistingini, aftur at siga frá um tað, sum fólk úr sama landsluti alt mítt livandi lív hava billað restini av landinum inn, var tabu, niðurbundið og burturtagt. Ikki er størri lygn enn tað sama. Mesta innantóma sjengr, eg havi hoyrt, er akkurát hatta gamla fornermilsisklandrið, sum vit lata verða hundrað prosent ónevnt. Men nú eru menn blivnir so gamlir, at teir mugu gera burtur av sær, innan teir fáa mold í kjaftin. Tað er journalistiska drívmegin hjá pappírspressuni, eingin nevndur eingin gloymdur. Vit skulu jú øll sama veg. Life is a dying business.