Skip to main content

Posts

Showing posts from February, 2018

Røddin aleina

Fyrsta eg minnist av Útvarpsrøddum var Tonglatummas, ið las um uppreisturin umborð á Bounty. Eitt aldubrot av eini skøvaðari grammofonplátu innleiddi upplesturin í nøkur sekund. Minnist ljóðmyndina, sum var hon í Dolby umfarsljóði, sett í karm av Kurosawa við samuraisvørði á Kyrrahavsstrondini. Stórbært og fevnandi. Seinni komu jólamenn í Útvarpið, sum allir høvdu rødd av Sandoynni. Allir sum ein. Ikki av skarpastu knívum í mentaskuffuni, fyri ikki at siga pillbýttir. Men æviga stuttligir í teirra júkandi tvørballsframburði. Seinastu árini hava ymsir Útvarpsmenn, ið ikki eru jólamenn, spælt gamlar føroyskar grammofonplátur. Hóast stak ymsir persónar, bæði í aldri, útbúgving og lokaliteti, hava allir til felags eina undarliga messandi rødd, sum er púra fastfryst. Havi hugsað við mær sjálvum, at kanska finst ein serligur skúli fyri menn, sum fullmánanætur spæla svartar føroyskar grammofonplátur og læra at messa. Grammofonplátumessa. Ikki er hetta eitt aldurdómstekin, tí eingin a...

100.000 til film

Gunvør Balle, forkvinna í Mentamálanevndini í Tórshavnar kommunu, boðar nú frá hugskotskapping at gera film, telduspæl ella app. - Einasta kravið er, at tilfarið skal vera føroyskt og hava sum endamál at menna føroyska málið hjá teimum minstu børnunum, sigur Gunvør, og leggur afturat, at endamálið er at geva børnunum ein møguleika á skýggja, sum samstundis sum filmurin ella spælið er fangandi, at tað stuðlar undir máltøku og málmenning hjá smábørnum. Umframt 100.000 kr til sjálva verkætlanina fær vinnandi uppskotið 30.000 kr og næstbesta uppskotið 15.000 kr. frá Tórshavnar kommunu. Hinir nevndarlimirnir í Mentamálanevndini í Tórshavnar kommunu eru Turið Horn og Marin Katrina Frýdal úr Tjóðveldi, og Heðin Mortensen og Halla Samuelsen úr Javnaðarflokkinum. Myndirnar tók eg, tá Gunvør handaði Áskoðaravirðislønina á Geytatiltakinum í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið. Maria Guldbrandsø Tórgarð, sum sæst niðanfyri, fekk virðislønina fyri stuttfilmin Maðurin við blæuni .

Gulldrongur

Silvurdrongurin, 27 ára gamli Trygvi Danielsen, er nú Gulldrongurin. Leygarkvøldið vann hann Geytan við filminum 111 góðir dagar. Trygvi er virkin á mongum pallum, hevur givið út tónleik í LP formati á vinyl við The Absent Silver King, sum vann Sement kappingina í 2013, og hevur havt yrkingar og stuttsøgur í bæði Vencili og Varðanum. Í januar í 2014 fekk hann almennu virðislønina, sum mentamálaráðið letur ungum listafólki. Eftir at allir níggju filmarnir vórðu sýndir, valdu áskoðarnir í Norðurlandahúsinum tann filmin, ið teimum dámdi best. Tað gjørdist 20 ára gamla Maria Guldbrandsø Tórgarð, sum fekk hendan heiðurin fyri filmin  Maðurin við blæuni . Fyrsti Geyti og Áskoðaravirðisløn vóru latnar í 2012. Hetta er sætta ferðin, at hin karismatiski og vælupplagdi Finnur Koba var vertur. Vit kenna hann úr Páll Finnur Páll og úr Kringvarpinum, síðst sum vertur í stuttu og greiðu mentanarsendingini lyst hvørt fríggjakvøld. Í grundgevingini, at geva Trygva Danie...

Ein elegantier í føroyskum fakjournalistikki

Ikki bara við einum djúpt persónligum útgangsstøði oman í barndómsins Ebenezer, sum hann ikki hevur samband við í dag, so sum sæst á myndini omanfyri, har hann demonstrativt fer om hornið, men eisini við religiónsfakligari gransking og framúr journalistiskum innliti, førdi Heini í Skorini okkum í kvøld inn í fyrsta part av seks, har hann leggur kristindóm og gudsdyrkan á blik í Føroyum í dag. Stílurin er eins elegantur, og verturin - ein sannur elegantier - ið dugur at seta seg í senu. Hvør biti er gjøgnumhugsaður, og eg kann hugsa mær, at tá allar samkomur eru valdar við redaktiónsborðið, eru krossandi spurdómar valdir sum tema. Krúnan á verkið er innlagda spurnarkanningin, sum í fyrsta parti spurdi, hvørt ein trýr á Gud ella ikki, og hvar í landinum respondenturin býr. At gera sendingar, sum uttan frávik hvíla á fleiri beinum innan sama tematikk, hevur altíð verið ein avbjóðing. Ikki minst tá hvør sending er ein knappan tíma, og tilfarið tíðuliga setur sær sjálvum tað krav, a...

Mangar eru leikur á tingi

Í vikuni skrivaði fjórða statsvaldið - tað er ÓkeypisSosialurin, sum Posta ber fyri einki í seytjantúsund hús hvønn mikudag - at løgtingslimurin Bárður á Steig Nielsen eisini er formaður í BR Leikum. Tað er ikki upplýst á heimasíðuni hjá Løgtinginum. Heldur ikki, hvat hann fær í samsýning fyri at lata tað privata og tað parlamentariska renna saman í lóggávusmíði. Hann er eisini í øðrum handilsnevndum, sigur væl upplýsta Oddagreinin. Tað er heldur ikki upplýst á Løgtingssíðunum. Kanska er tað ein partur av at ganga grýla, innan og uttanfyri tinggátt. Tí tað stundar til føstulávint við tunnusláing og grýlugongu, har BR er sjáldsama góður útvegari. Men onkursvegna hevur tað í dag eydnast politiskum mótstøðukonum hjá Bárði at spæla honum eitt ordiligt føstulávintspuss. Tey hava keypt allar Super Girl grýlubúnarnar, so eingin er eftir. Teir kosta fimm oyru undir trýhundrað krónur. So nú er einki annað at gera enn at bestilla frá Ali í Kina og vóna at parlamentariska trýhundraðkrónumarkið...

Suni um filmin "Thelma"

Ole Wich gjørdi myndina av filminum Thelma, búmerkinum hjá Filmsfelagnum og sálarfrøðinginum Suna Poulsen Í góðum samstarvi við veitarar og trúfastar biografgangarar hevur tað hepnast Filmsfelagnum at seta nýggjan arthaus film, filmklubbafilm, á skránna. Í gjárkvøldið var tað hin danski Vinterbrødre , sum íslendski Hlynur Pálmason (f.1984) gjørdi við 16 mm kamera í kálknáminum í Faxe á Sælandi. Sunnukvøldið vann hann ikki færri 9 enn Robertvirðislønir. Inngangurin hjá Ole Wich, har hann fór aftur til 1962, tá Filmsfelagið byrjaði í somu hølum, varð serliga hugvekjandi. Hann førdi okkum inn í arbeiðandi mannfólkaumhvøri sum undirsjóvartunnilin inn í Eysturoynna og lokala drykkin Fretrikk . Hetta vóru lyklaupplýsingar at skilja ráa, men hvíttaða poetiska umhvørvið í  Vinterbrødre . Næsti filmur á skráni í Filmsfelagnum er Thelma , ið er um eina unga gentu, sum vekstur upp í strongum religiøsum nútíðarumhvørvi í Noregi. Tá hon flytir til Oslo at lesa, varnast hon, at seksuell...

Krutl ein altjóða tryggari alnetsdag

Í dag stendur altjóða tryggari alnetsdagur í álmanakkanum. Sum altjóða og heimligu tíðindini hava upplýst okkum um, síðan Trump varð valdur, er ikki trygt á alnetinum. Yvirhøvur ikki. Vit verða snýtt, og tað er eisini beinleiðis vandamikið. Ja, summi vilja vera við, at tað er sum at ganga í garðinum hjá gamla Beria. Fyrst er heimligi vandasjógvurin millum tey, sum tvíhalda um, at tað skal eita alnet , tey sum siga internet , og tey sum bara siga netið . Eg halli til hesa seinastu meinigheitina. Hana, sum bara er á netinum. So eru tað tey bangnu, sum heilgardera seg við antivirus forritum, ið skulu keypast og dagførast, so teldan ikki virkar rætt uttan, ja tú gitti rætt - nýggjastu versiónina. Tú bíðar í tolni, til dagført er. Og so er tað goymslan í skýnum, sum synkroniserar tað, ið tú nú skrivar, og tað, ið tú fyrr skrivaði. Tú bíðar meðan tíni vælfingraðu orð tykjast fara upp og niður. Men so er tað plássið í skýnum, sum eg helt vera óavmarkað. Nú er um at blíva fult, so t...

Fær Vinterbrødre eisini Bodil-virðislønina?

Bing og Grøndahl hevur gjørt Bodil-standmyndina (Foto: Povl Thomsen) Filmurin Vinterbrødre (Hlynur Pálmason) er aftur í uppskoti at verða kosin besti danski filmur, tá Bodil-virðislønin verður handað leygarkvøldið 17. mars kl 19 í Folketeatret í Keypmannahavn. Filmsfelagið vísur filmin í kvøld, tá Ole Wich fer at innleiða sýningina, ið er almenn. Umframt at Vinterbrødre í fleiri førum er í uppskoti, er En frygtelig kvinde , sum Filmsfelagið vísur 7. mars, eisini í uppskoti at fáa Bodil-virðislønina í ár. Tá fer Súsanna Sondum at innleiða sýningina, ið er ein upptakt til kvinnudagin, og tekur støði í, hvussu menn síggja "okkum", tað er kvinnur. Bodil-virðislønin, sum er nevnd eftir sjónleikarunum Bodil Ipsen (1889-1964) og Bodil Kjer (1917-2003), er hin elsta í Danmark. Báðar fingu Bodil-virðislønina fýra ferðir, Bodil Ipsen m.a. sum Gunhild í Føroyafilminum hjá heimsis elsta framleiðslufelag, Nordisk Film,  Tro, håb og trolddon í 1960. Tað eru virkandi filmsum...

Vinterbrødre er ársins filmur

Ársins danski filmur, hin besti í ár, er Vinterbrødre . Tí fær hann í kvøld Robert-virðislønina. Ikki nóg mikið við tí. Leikstjórin, Hlynur Pálmason, er kosin hin besti í ár. Fyri Vinterbrødre , sum er hansara fyrsti spælifilmur í fullari longd, fær hann Robert-virðislønina. Filmsfelagið vísur  Vinterbrødre  mikudagin 7. februar í Havnar Bio, tá Ole Wich fer at innleiða sýningina. Fleiri Robert-virðislønir fóru til Vinterbrødre . Elliott Crosset Hove fekk virðislønina fyri besta mannliga høvuðsleiklutin, og fotografurin, Maria von Hausswolff, fyri besta foto. Ikki færri enn níggju Robert-virðislønir fóru til Vinterbrødre . Amanda Collin fekk Robert-virðislønina fyri kvinnuliga høvuðsleiklutin í En frygtelig kvinde , sum Filmsfelagið vísur í Havnar Bio 7. mars. Tá fer Súsanna Sondum at innleiða sýningina. Sami filmur fekk eisini Robert-virðislønina fyri besta upprunahandrit. Fyrsta Robert-virðislønin varð handað í 1984. Hon er nevnd eftir sjálvlærda listamannin...

Hlynur Pálmason fær Dreyer Virðislønina

Danski Filmstovnurin upplýsir í morgun, at leikstjórin Hlynur Pálmason (f.1984), sum er aktuellur við filminum Vinterbrødre , verður heiðraður við Dreyer Virðislønini. Tað er grunnurin Carl Th. Dreyers Mindefond, ið eftir viðtøkunum letur Dreyer Virðislønina til "ein lutfalsliga ungan filmsleikstjóra, ella onnur listafólk í filmsvinnuni, sum viðurkenning fyri framúr listaligt avrik." Inntøkurnar í grunninum byggja á gávu frá Gunni Dreyer, sum er dóttir Carl Th. Dreyer. Juridiska avtalan er, at ein prosentpartur frá høvuðsverkinum hjá Dreyer  Jeanne d’Arcs Lidelse og Død  fer frá filmsútleigarafelagnum Gaumont til minnisgrunnin.   Við virðislønini fylgja 50.000 krónur.   Í grunninum sita Johannes Riis, Eva Novrup Redvall og Jakob Buhl Vestergaard. Mikudagin kl 20 vísur Filmsfelagið virðislønta filmin Vinterbrødre .

Ole Wich um meistaraverkið "Vinterbrødre"

FILMSFELAGIÐ ANBEFALER: “Vinterbrødre” - to brødre sammen i en monoton dagligdag i den skarpe hvide kulde og i kalkminens kulsorte rum. Johan er så normal, man kan blive i dette indspiste mandesjak, der alle er i familie. Men broderen Emil er introvert, udstødt og lever sit begær ud i sine rusfantasier i håbet om en anden tilværelse med indhold af kærlighed og accept. Men han er kun lige accepteret, fordi han lysner minens slidsomme monotoni med sit hjemmebryg brygget på de kemikalier, han stjæler fra sprængstoflageret. Det er ikke altid at brygningen lykkedes så godt. En dag fælder “Moonshine” en respekteret mand blandt minearbejderne og scenen er sat til et surrealt kammerspil nede i kalkminens dyb, i de grå huse og ude i skovens hvide tomhed - mellem brødre, mellem mænd. Filminstruktøren Hlynur Pálmason har med sit hold her blandet et bryg, der i en sansefuld oplevelse, i en turbulens af indestængte følelser, hvor den kolde mørke kalkmine bliver rammen om et spil med vores...

Fokus í Lítluvík

Klokkan tvey seinrapartin í morgin lata hesi fjúrtan upp árligu fotoframsýningina hjá Myndafelagnum Fokus í Smiðjuni í Lítluvík í Havn. Tey eru Óli Lindenskov, þórarinn Ólafsson, Irwin Mittún, Oddfríður Marni Rasmussen, Lars Bisgaard, Jan Herman Hansen, Susanne Nielsen, Heri Samuelsen, Haldur Suni Johansen, Jenny Weihe Poulsen, Jógvan Horn, Finn Larsen, Rúni Bang Larsen og Kristinn Hentze. - Felagið varð stovnað í 2009 og telur í dag tjúgu limir, sigur Jógvan Horn. Her hongur hann upp eina svart hvíta portrettmynd av vermóðirni, sum lurtar eftir morgunlesturi í Útvarpinum, meðan grýtan stendur á borðinum og rabarburnar eru klárar at kóka. - Vit ætlaðu at kallað felagi f9 eftir blenduni og stovningarárinum 2009, sigur Jógvan, sum hevur hevur avmyndað sonin á gólvinum við eini støvsugaraslangu. - Nú er hann nakað eldri, sigur Jógvan, og fortelur um felagshølini hjá Fokus, sum eru í Argja Skúla. Eins og Jógvan hevur Óli Lindenskov verið við í felagnum frá byrjan. Teir sa...