Skip to main content

Gulldrongur


Silvurdrongurin, 27 ára gamli Trygvi Danielsen, er nú Gulldrongurin. Leygarkvøldið vann hann Geytan við filminum 111 góðir dagar. Trygvi er virkin á mongum pallum, hevur givið út tónleik í LP formati á vinyl við The Absent Silver King, sum vann Sement kappingina í 2013, og hevur havt yrkingar og stuttsøgur í bæði Vencili og Varðanum. Í januar í 2014 fekk hann almennu virðislønina, sum mentamálaráðið letur ungum listafólki.


Eftir at allir níggju filmarnir vórðu sýndir, valdu áskoðarnir í Norðurlandahúsinum tann filmin, ið teimum dámdi best. Tað gjørdist 20 ára gamla Maria Guldbrandsø Tórgarð, sum fekk hendan heiðurin fyri filmin Maðurin við blæuni.


Fyrsti Geyti og Áskoðaravirðisløn vóru latnar í 2012. Hetta er sætta ferðin, at hin karismatiski og vælupplagdi Finnur Koba var vertur. Vit kenna hann úr Páll Finnur Páll og úr Kringvarpinum, síðst sum vertur í stuttu og greiðu mentanarsendingini lyst hvørt fríggjakvøld.


Í grundgevingini, at geva Trygva Danielsen Geytavirðislønina 2018 fyri filmin 111 góðir dagar, segði dómsnevndin m.a. soleiðis:

Vinnarafilmurin peikar í ymsa ættir. Hann fylgir ikki klassiskari frásøguhevd, men eksperimenterar og gongur nýggjar leiðir við drúgvum tankum, sum eru ikki sørt revsandi mótvegis samfelagnum og tí kjaki, sum er í almenna rúminum beint nú. At síggja til undarliga og villingarsama filmsroyndin, loysir upp fyri eini orku, sum sprettir úr filminum, ið heldur enn langur, tykist merktur av frásøgugleði. Filmurin er erligur mótvegis sær sjálvum. Leikmyndir eru, ið standa reinar, skarar og sterkar. Geytavinnarin í ár er 111 góðir dagar hjá Trygva Danielsen.


Innbodni dómsnevndarlimurin í ár var 33 ára gamli Hlynur Pálmason, ið er aktuellur við filminum Vinter Brødre, sum verður vístur í Norðurlandahúsinum í dag. Hinir limirnir í Geytadómsnevndini eru Birgir Kruse, Sif Gunnarsdóttir, Jan Berg Jørgensen, Marjun Niclasen, Eilen Anthoniussen og Johnny í Grótinum. Felagið Føroysk Filmsfólk takkaði fráfarandi stjóranum í Norðurlandahúsinum við blómum og einum heilt serligum Geyta.

Maria Winther Olsen vísti ein treylara úr nýggja filminum NINA, sum fyri mesta partin er tikin í Mikladali, og verður frumsýndur í Norðurlandahúsinum í juni í ár. Josefine Pil er framleiðari og høvuðsleikarar eru Marie Tourell Søderberg, Nikolaj Dencker Schmidt og Mike Viderø. Her eru seks still myndir úr treylaranum:


So varð farið við bussi oman í Perluna, har Felagið Føroysk Filmsfólk tók ímóti. Fólk skemtaði sær, og her eru tað Finnur Koba og Ole Wich, ið posera við hári, skeggi og einum Pappírsgeyta í náttklubbaljósinum í Perluni, innan hildið varð fram í Sirkus.


Í 2012 vórðu filmsvirðislønirnar, Geytin, sum tá var 25.000, og Áskoðaravirðisløn Tórshavnar kommunu, ið var 15.000 kr, fyrstu ferð latnar á almennum filmskvøldi, sum var í Norðurlandahúsinum 11. desember. Síðani í 2015 hevur Tryggingarfelagið Føroyar latið vinningin. Nú er avtalað við BankNordik at lata Geytavinningin, sum er 30.000 krónur. Áskoðaravirðislønin hjá Tórshavnar kommunu er nú 25.000 krónur.

Gunvør Balle, forkvinna í Mentanarnevndini í Tórshavnar kommu, handaði Áskoðaravirðislønina, og greiddi frá um eina nýggja ætlan, har kommunan hevur sett 100.000 krónur av til filmsgerð.


Geytavinnarar eru higartil Sakaris Stórá fyri Summarnátt í 2012, Dávur Djurhuus fyri Terminal í 2013, Heiðrikur á Heygum fyri Skuld í 2014, Andrias Høgenni fyri Stina Karina í 2015 og Andrias Høgenni aftur í 2016 fyri Et knæk. Tey, ið hava vunnið Áskoðaravirðisløn Tórshavnar kommunu eru higartil Annika á Lofti fyri Mist í 2012, Jónfinn Stenberg fyri Munch í 2013, Heiðrikur á Heygum fyri Skuld í 2014, Jónfinn Stenberg og Jóannes Lamhauge fyri Tunnan í 2015 og Andrias Høgenni fyri Et knæk í 2016.


Geytavirðislønin er nevnd eftir kollfirðinginum og agronominum, Herálvur Geyti, føddur í 1914 og deyður í 1985, sum feraðist bygd úr bygd at vísa film, har eingin biografur var. Dómsnevndin hevur fingið loyvi frá familjuni at brúka navnið til kappingina, sum seinastu sjey árini hevur verið fremsta átak at varpa ljós á føroyska filmsgerð.