Skip to main content

Hlynur Pálmason fær Dreyer Virðislønina


Danski Filmstovnurin upplýsir í morgun, at leikstjórin Hlynur Pálmason (f.1984), sum er aktuellur við filminum Vinterbrødre, verður heiðraður við Dreyer Virðislønini.

Tað er grunnurin Carl Th. Dreyers Mindefond, ið eftir viðtøkunum letur Dreyer Virðislønina til "ein lutfalsliga ungan filmsleikstjóra, ella onnur listafólk í filmsvinnuni, sum viðurkenning fyri framúr listaligt avrik."

Inntøkurnar í grunninum byggja á gávu frá Gunni Dreyer, sum er dóttir Carl Th. Dreyer. Juridiska avtalan er, at ein prosentpartur frá høvuðsverkinum hjá Dreyer Jeanne d’Arcs Lidelse og Død fer frá filmsútleigarafelagnum Gaumont til minnisgrunnin.
 
Við virðislønini fylgja 50.000 krónur.
 
Í grunninum sita Johannes Riis, Eva Novrup Redvall og Jakob Buhl Vestergaard.

Mikudagin kl 20 vísur Filmsfelagið virðislønta filmin Vinterbrødre.