Skip to main content

Suni um filmin "Thelma"

Ole Wich gjørdi myndina av filminum Thelma, búmerkinum hjá Filmsfelagnum og sálarfrøðinginum Suna Poulsen

Í góðum samstarvi við veitarar og trúfastar biografgangarar hevur tað hepnast Filmsfelagnum at seta nýggjan arthaus film, filmklubbafilm, á skránna.

Í gjárkvøldið var tað hin danski Vinterbrødre, sum íslendski Hlynur Pálmason (f.1984) gjørdi við 16 mm kamera í kálknáminum í Faxe á Sælandi. Sunnukvøldið vann hann ikki færri 9 enn Robertvirðislønir. Inngangurin hjá Ole Wich, har hann fór aftur til 1962, tá Filmsfelagið byrjaði í somu hølum, varð serliga hugvekjandi. Hann førdi okkum inn í arbeiðandi mannfólkaumhvøri sum undirsjóvartunnilin inn í Eysturoynna og lokala drykkin Fretrikk. Hetta vóru lyklaupplýsingar at skilja ráa, men hvíttaða poetiska umhvørvið í Vinterbrødre.

Næsti filmur á skráni í Filmsfelagnum er Thelma, ið er um eina unga gentu, sum vekstur upp í strongum religiøsum nútíðarumhvørvi í Noregi. Tá hon flytir til Oslo at lesa, varnast hon, at seksuelli hugurin stendur til sama kynið. Hon roynir at skúgva sannkenningina til viks, men uppdagar, at hon hevur yvirnatúrligar kreftir og serstakliga sterkar eginleikar. Hetta myndar filmsmálið hjá Joachim Trier (f.1974), sum í fjør vann filmsvirðislønina hjá Norðurlandaráðnum. Gongur tú sjáldan í biograf, so eigur tú at síggja henda filmin. Í innihaldi og filmsmáli er hann hin sterkasti, sum fer at standa tær í boði at síggja í einum føroyskum biografi í ár. Sýningin er samskipað við Faroe Islands International Minority Film Festival, sum verður aftur í heyst.

Suni Poulsen, leiðandi sálarfrøðingur á Psykiatriska Deplinum, fer at innleiða sýningina við filminum Thelma mikukvøldið 21. februar kl 20. Sýningin er almenn, eins og allar aðrar sýningar í Filmsfelagnum.

Og so er bara eftir at siga, at sum sæst niðanfyri, fær Thelma bestu ummæli allastaðni, har hann verður vístur, tað verið seg í Noregi, Toronto ella Danmark.