Tey trý børnini hjá Jack Kampmann, ið eisini eiga málningar, sum síggjast á framsýningini Ein modernistur í Føroyum, ið læt upp í Listasavninum í dag, framman fyri elsta málninginum hjá pápanum, Kompositión. Tríggjar gentur frá Kunstnernes Efterårsudstilling í 1935. Her vilja tey trý avmyndast, og í staðin fyri at kenna støðuna margháttliga, skilji eg skjótt, at hetta er millumtjóða søga í list, bókmentum og søguligum kríggi.
Frá vinstru eru tey Karoline Kampmann úr Keypmannahavn, fødd í 1958, dóttir Thoru Kirk, ið aftur er dóttir rithøvundan Hans Kirk; mitt fyri er Mourits Mohr Joensen, sum býr úti í Grønlandi í Havn, føddur í 1960, sonur Svanhild Mohr, og til høgru er Hanna Kampmann úr Vestmanna, fødd í 1947, dóttir Johanne Kathrine Olsen. Hon varð nevnd Didde og sæst her á málningi frá 1955, meðan dótturin Hanna, ommudótturin Sissal og langommundótturin Lea sita fremst fyri.
Jack Kampmann var føddur í London í 1914, foreldrini vóru donsk, hann vaks upp í USA, var bretskur hermaður í Føroyum í hálvt triðja ár frá 1941 til 1944, tá hann varð sendur til Belgia og Niðurlond. Tá kríggið endar er hann í Danmark, kemur í samband við listafólkini Kammeraterne, og í 1947 kemur hann aftur til Føroya, giftist av nýggjum og búsetur seg í Vestmanna. - Færøerne er Farver, og der er Plads og Ro til at tænke sig om og komme tilbage til Livet, sigur hann við Berlingske Tidende sama ár. Her skoða føroyski vertsonurin og danski abbasonurin Sjálvsmynd frá 1957.
Her hyggja Inga Greve Kampmann og dótturin eftir málninginum Dóttir mín, Hanna frá 1958. Inga er gift Janusi.
Til framsýningina syngur Lea Kampmann fyrst egna sveimandi poetiska sangin I'll be home soon og síðan ein enskan sang hjá Karl Anton Klein um longsul til heimbygdina, meðan Janus Kampmann spælir inniligan elgittar undir málningum av familju og Vestmanna í kava í 1957, meðan mamman hyggur stolt í trappuni, Nils Orth, savnsstjóri, er í baksýni, og fjøllistamaðurin, Heiðrikur á Heygum, er púra burtur í sanginum.
Sama persónliga leitan eftir myndaevnum í nærumhvørvinum sæst í málninginum Tvær smágentur frá 1952. Genturnar fyri 65 árum síðan eru Hanna Kampmann og vinkonan og guddóttir listamansins, Marianna Debes Dahl.
Árni Dahl sigur mær, at tey varnaðust ókenda málningin á eini uppboðssølu hjá Bruun Rassmussen fyri eini tíggju árum síðan og keyptu han. - Men hesin málningur, Í Vestmanna frá 1952, er heilt fantastiskur sigur Árni, og greiðir frá, at allur hesin veggur varð sýndur fram á Ólavsøkuframsýningini í Havn hetta árið. - Hugsa tær at seta ein skeivan pela mitt fyri. Eftir hetta varð alt broytt í føroyskari myndlist. Eisini Ingálvur av Reyni varð týðuliga inspireraður av hesi kompositión og virkseminum hjá Jack Kampmann, sigur Árni.
Í stóru og informativu skránni, sum Listasavn Føroya gevur út, nú framsýningin við 52 verkum hjá Jack Kampmann frá 1935 til 1961, læt upp í dag, sigur Bárður Jákupsson í eina kapitlinum: - Tú merkti, at Jack Kampmann var eitt av hesum menniskjum, ið altíð hevur ófrið í sær. Hann helt seg kanska vera vorðin ov fastgrógvin, kanska vónsvikin av, at listaskúlin varð av ongum, gitar Bárður, tá Kampmann í 1961 flutti úr Føroyum við konu og dóttir til Keypmannahavnar, og búði har í 28 ár, til hann andaðist fyri jól í 1989. Urnan stendur í kirkjugarðinum í Vestmanna á grøvini hjá konuni. Nils Orth sigur, at til listamannin Kampmann kanst tú ikki hugsa tær ein rættari hvíldarstað. - Han var en urolig sjæl og færøsk kunst blev aldrig den samme efter ham, segði Nils Orth, tá stóra framsýningin læt upp í dag.
Teir báðir málningarnir omanfyri, Bretskur trolari og Slupp á sleipistøð, sum báðir eru frá 1959, eru teir eg mest bindi til Kampmann. Skilji, at teir eisini eru úr absolutta nærumhvørvinum, men mest hefti eg meg við løgini av jazzi í báðum málningunum. Stykki fyri stykki er tað, sum at hoyra jazz, tá eg síggi hesar báðar. Stórbýarjazz. The shape of jazz to come. Kanska hevur hann lurtað eftir Ornette Coleman hetta sama ár.
Umframt virkið vinnulív, var eisini biografur í Vestmanna. Um biografin greiddi dótturin, Hanna, frá um, tá hon sum smágenta ofta sá film við pápanum á fjúrtandu rekkju. Sum fimm ára gomul standa eisini minnini av kava á Niðaravegi livandi, har pápin fortelur, hvat kavi er. Sama var, tá tey komu heim úr biografinum. Umráðandi var at fata, rúma og gera sær eina meining um filmin ella fyribrigdið, hann lýsti. Átta ára gomul sóu tey tveir skakandi filmar í skúlanum, fyrsti um smittandi rottur og seinni um jarðskjálvta í fremmandum londum. Ein hjartkipt Hanna fekk rætta samanhangin frá pápanum. Sama var við einum vilstum Jehovamanni úr Amerika. Hóast ikki partur av nøkrum religiøsum felagsskapi, var pápin eisini rúmligur í hesum føri, og dugdi at liva seg inn í eina barnasál.
So vórðu stólarnir, mikrofon og talarstólur beind burtur, so gangast kundi runt í savninum og síggja málningarnar í teirra nátúrligu rammum, sum var tað heima hjá eigarunum.
Ikki visti eg, at Kampmann hevði fingið Jørgen Nash at sita fyri í 1956. Tað er málningurin til vinstru omanfyri. Nash var beiggi Asger Jorn, og segði seg hava avhøvdað Lítlu Havfrúnna á Langelinie í Keypmannahavn í 1964.
Briljant kulørta kyrrlutamyndin Nature Morte er frá sama ári, 1956. Sissal og Anker Mortensen skifta orð um myndlistina og helst eitt sindur um útvarpsprát í Nón eisini.
Laura Joensen, systur Pól, kemur framvið, og í somu løtu er tað sum málningarnir skifta í reytt, so livandi er Jack Kampmann og øll hansara verk. Sum at ganga í rytmu í sólskyni, men eisini í gráum sýni, tá drigið er fyri í erva, og tá havið er grágrønt sum blýggj.
So havi eg aftur drigið Mourits fyri linsuna. Hann skal vísa mær málningin á høvuðsvegginum, sum hann eigur. Tað er enn ein Nature Morte, nú frá 1957 og eitt sindur dempaður í mun til bjarta málningin omanfyri við sama heiti frá árinum fyri.
Klárt bláu og grønu litirnir eru so vibrant, at jazzurin stingur aftur í næsarnar og verður til bluegrass á heiðini. Útsýni yvir Vestmanna við kirkjuni í 1949 og niðanfyri blái farrin av Útsýni frá Kvívík í 1956.
Framsýningin er so beint fram skipað, at elstu verkini eru fyrst fyri tá tú kemur inn. So verða tey nýggjari, so hvørt tú gongur longur inn í framsýningina, innan tíðarkarmin, Jack Kampmann var virkin í Føroyum og helst allar bestur.
Nevnt verður í skránni, at tað var eitt mistak, at hann flutti av landinum. Hetta sigur hann í samrøðu við Bárð Jákupsson í 1986. Danski listaummælarin, Bent Irve, sigur beint fram, at rýming Jack's frá sínum føroysku myndevnum var einki minni enn ein harmsøga, ein tragedia. Men í Listasavninum sæst hann ljóslivandi og nærverandi, heilt til 22. juli.