Fyri fulsettari høll sýndi Filmsfelagið í gjár Lykke-Per í Havnar Bio, sum Bille August hevur gjørt til drúgvan film eftir søguni hjá Henrik Pontoppidan, sum varir útvið tríggjar tímar, filmurin altso. Dorthe Pedersen, lektari á Glasi, innleiddi sýningina m.a. við hesum orðum: - Í undirvísingini í donskum eru tað serliga stuttsøgurnar í stuttsøgusavninum, “Fra Hytterne” (frá 1887), sum dentur verður lagdur á. Her kemur eyðkenda, speiska forteljararøddin veruliga til sjóndar. Pontoppidan leggur ikki fingrarnar ímillum, hann vísir týðiliga sína vreiðu yvir ómenniskjaligu korini, serliga fátøku bøndirnar í Danmark liva undir. Hann langar serstakliga út eftir kirkjuni og prestunum, sum misnýta sína samfelagsstøðu og lata tey veikastu í samfelagnum svíða undir hesum. Og hetta er fyrsta spírin til sosialrealismuna. Eins og kritiska røddin mótvegis kristindóminum fylgir eisini naturalistiska menniskjafatanin Pontoppidan í øllum verkunum. Menningarlæran hjá Darwin hevur fest seg væl ...